mánadagur 30. mars 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. mars 2015 · Nr. 37
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Hans Tóri Kallsoy, sum er ar
beiðsformaður hjá Bátafiski
á Eiði, sigur, at snellumenn
lata illa at veðurlíkindunum,
nú várróðurin er farin at
halla.
– Tað viðraði munandi
betri í fjør vár, og bátar fingu
fleiri dagar, eisini fylgjandi
dagar. Í ár hava bara einstak
ir dagar verið, har tað hevur
verið roynandi.
Arbeiðsformaðurin, sum
sjálvur plagar at taka ímóti
fiskinum hjá snellubátunum,
sigur, at onkran dag herfyri
fingu bátarnir upp ímóti
2000 pundum og onkur, sum
var úti í einar tveir fylgjandi
dagar, mundi tátta í eini 3000
pund.
– Um vikuskiftið hava
eini 28 snellubátar landað
á Eiði, og teir flestu hava
ligið millum eini 500 og 1000
pund, sum ikki er serliga
góður várfiskiskapur.
Hans Tóri Kallsoy sigur,
at einir seks bátar landaðu
fríggjakvøldið, leygardagin
vóru millum 20 og 22, og
sunnudagin var eisini onkur
bátur úti.
– Men, veiðan royndist
einki serligt hesar dagarnar.
At halla
Arbeiðsformaðurin sigur, at
vanliga heldur várróðurin
við snellu norðanfyri uppat
um hálvan apríl, og tá plaga
onkrir menn at fara vestur
um at royna.
Hann sigur annars, at
fiskurin, sum fingin er á
Norðhavinum í vár, hevur
verið góður.
– Hetta hevur verið góður
og rundur fiskur, megin
parturin 2 og 3’arar í stødd.
Nú eru rognini í fiskinum
vorðin bleytari og meira
vatnut, og tað plagar at
merkja, at várróðurin norðan
fyri er farin at halla.
Hans Tóri Kallsoy sigur,
at
allur
fiskurin,
sum
snellubátarnir fáa, verður
seldur um uppboðssøluna
hjá Fiskamarknaði Føroya.
Um vikuskiftið
hava eini 28
snellubátar
landað á Eiði,
men fiskiskap
urin hevur ikki
verið nakað
serligur
Hevur viðrað illa á Norðhavinum
Leygardagin vóru nógvir snellubátar á Norðhavinum,
og líkindini vóru góð. Ein av bátunum – Bláaberg
úr Klaksvík – fekk motortrupulleikar, tá hann var
staddur 12 fjórðingar úr Kallinum. Brimil kom
Bláabergi til hjálpar og sleipaði bátin til Klaksvíkar.
Jens-Kjeld
niðri í Lonini
Bjargamentanin livir enn í
Sandoynni, og leygardagin
var almenn framsýning
við myndum og nýggjari
og eldri útgerð til síging
Seinnapartin leygardagin
var ”Síging í Sandoynni”
evnið á eini forvitnisligari
framsýning í ovaru hædd
ini í bókasavninum hjá
Sands kommunu.
Við
á
framsýningini
vóru myndir av og úr Lon
ini, síging og ræning, og her
kundi tú eisini síggja nýggj
ari og eldri útgerð til síging.
Umframt sjálva fram
sýningina,
vórðu
eisini
fyrilestrar hildnir, og høvi
var at tosa um gamla og
nýggja bjargamentan.
Tað vóru Bergur Olsen
og Jens-Kjeld Jensen, sum
hildu fyrilestrarnar. Tiltak
ið var alment, og væl av
fólki var og lýddi á.
Í samband við høvi helt
Lonafelagið eisini sín árliga
aðalfund, eins og felagið
útnevndi
heiðurslimir
og handaði heiðursbrøv
til limir, sum hava verið
virknir í Lonini árini, síðan
felagið varð stovnað.
Útróðrarbáturin
Gunnvá hevur gjørt
tríggjar línutúrar um
vikuskiftið og hevur
fiskað tilsamans
22.000 pund
Higartil hevur várróðurin
við snellu ikki eydnast
serliga væl, og menn
lata illa at veðrinum
Tiltakið gav
hálva miljón
Leygardagin 14.
mars fór tiltakið
Grannakaffi hjá
Krabbameinsfelag
num av bakkastokki
fyri fyrstu ferð, og
ikki kann sigast
annað enn, at
úrslitið gjørdist
fram úr gott. Út við
100 einstaklingar,
familjur, feløg,
felagsskapir, bindi
klubbar, undirhús,
arbeiðspláss,
skúlar, dag
stovnar, grannaløg
og bygdir høvdu
bjóðað seg fram
at verða vertir
fyri Grannakaffi.
Í Krabbameins
felagnum eru tey
ovfarin og rørd,
nú uppteljingin er
liðug, og tað vísir
seg, at tiltakið
gav umleið hálva
miljón til felagið.
Jens-Kjeld Jensen er á veg niður í Lonina at
merkja lomvigarpisur. Tað eru umleið 300
metrar úr bakkanum og niður í sjógv