Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mars 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 30. mars 2015 · Nr. 37 ítróttur Jákup Mørk Tað stóð nógv á hjá H71, sum í gjár tók ímóti KÍF. Kollfirðingarnir hava víst góð avrik seinastu vik­ur­ nar, og tað vóru eisini teir, ið høvdu leiðsluna størsta partin av dystinum. Bara tveir minuttir fyri leik­lok vóru gestirnir eisini á odda við einum máli, og heima­ áskoð­ar­ar­nir mundu halda ond­ini, meðan lurtitólini vóru klistr­að at oyrunum, tí fylgt varð við í spennandi upp­gerðini í Vestmanna. Treisknið hevur tó eyð­ kent H71 í vár, og tá Hallur Bisk­ops­støð og Hans Kári Han­sen (við sínum einasta máli í dystinum) skutu tey bæði seinasu málini, hildu hoy­vík­ing­arnir finalukósini. Í Vestmanna skuldi Kyndil í minsta lagi hava stig – og helst vinna, um teir skuldu hava nakra vón fyri einum fin­alu­plássi. Og hetta gekk akkurát, hó­ast teir grønu helst iðra seg um, at teir ikki fingu enn meira afturfyri ómakin. Kynd­il var nevnliga á odda stór­an part av dystinum, og móti dystarenda høvdu teir møgu­leik­an at avgera í yv­ ir­tals­støðu,­ men avgerandi mál­ið fingu teir ikki. Soleiðis hava hoyvíkingar nú ráð til at spæla ein javn­ leik í seinastu tveimum dyst­ un­um. Og hóast javnleikurin ikki er nakað, sum spælast kann fyri í hondbólti, so er hetta ivaleyst við til at dempa nervarnar nakað, nú hoy­vík­ingar royna at halda fast í góða momentinum, með­an endaspurturin verður sett­ur inn. Seinasti dysturin var í Havn, har Neistin við trygg­ um sigri á Team Klaksvík kom aftur á beint, eftir at teir hava víst heldur lak avrik sein­astu tíðina. jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Hóast Kyndil framvegis hevði heimadyst móti Søljuni til at stað­festa finaluplássið, so var dysturin í Vestmanna eitt serligt høvið. Her kundu tær grønu stað­ festa, at tær eru sterkari enn VÍF, og hetta gjørdu tær eis­ini í einum sera tøttum dysti. Eitt er, at Kyndil við hes­ um staðfesti, at tær eru rætti fin­al­ist­ur­in. Annað er, at sein­astu vikurnar væl og virði­liga hava víst, at Kynd­il hevur vunnið seg úr aldu­dal­ in­um, sum tær annars vóru í í vikunum kring steypa­fin­ al­una. Nú hava tær vunnið á bæði Neistanum og VÍF sein­astu vikurnar, og so fær sjálvs­álit­ið illa verið betri enn tað sama, nú tað stundar til fin­al­ur­nar. Neistin tykist hinvegin ikki eins sannførandi, sum tær hava verið tað stóran part av várinum. Gaman í eydnaðist at vinna á altíð vandamikla VB. Men sig­ur­in var sera tepur, og verju­part­ ur­in var ikki tann sami góði, sum annars hevur eyð­kent Neistan stóran part av ár­in­ um. Triði kvinnudysturin hetta vikuskiftið varð spæld­ ur í Klaksvík leygardagin, har Stjørnan vann stórsigur á Sølj­uni. jakup@sosialurin.fo Hoyvíkingar eru nú bara tveir sigrar frá finaluplássinum. Men við javnleiki í Vestmanna halda Kyndilsmenn framvegis ondini Kyndilskvinnur tímdu ikki at bíða til seinasta heimadystin, og við sigri í Vestmanna staðfestu tær, at finaluplássið er teirra Kyndil staðfesti finaluplássið H71 otar seg nærri Hondbóltur Atlantic Airways-deildin d v - j - t + mál -mál málmunur stig 1 VÍF 22 17 - 1 - 4 625 513 112 35 2 Kyndil 23 15 - 2 - 6 537 475 62 32 3 H71 22 15 - 1 - 6 559 483 76 31 4 KÍF 22 10 - 1 - 11 581 578 3 21 5 Neistin 23 9 - 2 - 12 574 624 -50 20 6 StÍF 22 5 - 1 - 16 545 584 -39 11 7 Team Klaksvík 22 3 - 0 - 19 477 641 -164 6 Hvonn-deildin d v - j - t + mál -mál málmunur stig 1 Neistin 23 18 - 1 - 4 660 446 214 37 2 Kyndil 23 17 - 2 - 4 564 408 156 36 3 VÍF 22 14 - 0 - 8 629 476 153 28 4 VB 22 12 - 1 - 9 563 479 84 25 5 StÍF 22 10 - 0 - 12 510 473 37 20 6 Stjørnan 22 5 - 0 - 17 422 578 -156 10 7 Søljan 22 0 - 0 - 22 216 704 -488 0