mánadagur 30. mars 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. mars 2015 · Nr. 37
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Afturgangandi fyri spælarametingarnar hesaferð er, at næstan allir spældu ein minni
góðan fyrra hálvleik, meðan teir í seinna hálvleiki spældu væl. Her verður eisini havt í huga
fortreytirnar hjá landsliðnum til hendan dystin. Avboðini, vøllurin og tíðin á árinum
fótbóltur Spælarametingar
Tróndur Arge
Metingar 1 til 6
5
Gunnar Nielsen
Stóð enn eina ferð
ein branddyst. Hevði
tríggjar meistarligar bjarg
ingar á trimum týdningar
miklum tíðspunktum. Ser
liga
tvífalda
bjargingin
miðskeiðis í seinna hálvleiki
var í serflokki. Sæst ikki, at
hann ikki hevur spælt dyst í
longri tíð.
3
Jóhan Troest
Davidsen
Gekk ikki so væl í
uppspælinum og royndi seg
við eini dribbling í egnum
brotsteigi, sum kundi havt
kostað dýrt. Spældi seg upp
í øðrum hálvleiki og vardi
annars væl.
5
Atli Gregersen
Liðskiparin
spældi
ein framúr dyst í mið
verjuni. Hann hevur fingið
tamarhald á Sonna Ragnar,
og saman eru teir eitt gott
makkarapar. Læs væl støð
una í fleiri førum og tordi
at koma niðan á miðjuna at
trýsta mótstøðu liðið.
4
Sonni Ragnar
Nattestad
Sleppur manninum í
1-0 málinum og stendur feil
plaseraður, tá Rumenia er
um at leggja seg á odda í 6.
minutti. Vísti ágrýtni í verj
uni og kom fleiri ferðir fram
um mannin hjá sær eftir
bóltinum. Vann flestu nær
dystirnar.
3
Viljormur
Davidsen
Hevur
spælt
betri
dystir. Fekk gott pláss á
bakkinum og kom framvið í
fleiri førum. Tíverri spurdist
ov sjáldan nakað burturúr. Í
verjustøðu bleiv hann tvær
ferðir seldur í spæli til okk
ara baklinju.
3
Odmar Færø
(Út 74.min)
Hevði ein sera trilv
andi byrjan og bleiv tvær
ferðir fangaður á bóltinum,
sum gav mótálop. Sum heild
gekk illa at sleppa av við
bóltin á skilagóðan. Hinveg
in, so stríddist hann fyri seg.
Hann ein kærkomin stuðul
í luftkrígginum og lat tað
ongantíð blíva lætt at koma
framvið. Góðkent, tá hugsað
verður um, at hann til dagligt
er miðverji, men hesa ferð
spældi á verjukenda mið
vøllinum.
3
Róaldur Jakobsen
(Út 80.min)
Hevði tað trupult á
miðvøllinum og tykist enn
arbeiða við at klára at spæla
í høgu ferðini. Misti fleiri
bóltar í hesum dystinum,
enn hann ger um mánaðin í
B36. Vísti eisini í løtum, hví
hann er so nógv elskaður í
B36. Hegnisligar vendingar
og driblingar, umframt gott
eyga fyri spælinum. Enn
manglar tó eitt sindur í á
landsliðnum.
4
Sølvi Vatnhamar
Stríddist so manniliga
á vonginum og seinni
á
miðjuni.
Hann
hevur
prógvað fyri Lars Olsen, at
tað var rætt at satsa upp á
hann. Er deiliga óimponerað
ur av mótstøðuni og torir at
halda upp á bóltin. Slapp sær
eisini skilagott av við bóltin í
uppspælinum.
3
Christian L. Holst
Tað blívur longri mill
um snapsarnar hjá
Holstinum, sum bara í løt
um vísti góða spælið, ið vit
kenna hann fyri. Trívist ikki
eins væl á vonginum, tí tað
fylgja so nógvar renningar
við í verjustøðu. Eitt góðkent
avrik, men vónandi kemur
gamli formurin aftur.
3
Brandur H. Olsen
(Út 80.min)
Hevði als ikki sín
besta
dag.
Deyðbóltarnir
vóru væl undir miðal og
slapp ikki av við bóltin nóg
skjótt. Her skal tó viðmerkj
ast, at Brandur ikki hevði
so nógv at arbeiða við, sum
móti millum annað Ungarn
og Grikkalandi. Góðkent og
framtíðin er bjørt, men hesa
ferð restaði nakað í.
5
Jóan Símun
Edmundsson
Dagsins spælari sam
an við Gunnari Nielsen.
Heldur ótrúliga væl upp á
bóltin í álopinum. Arbeiður
grót hart og tveitti seg í fleiri
glíðandi taklingar. Var um
reppið at javna í yvirtíðini við
framúr skoti. Formpílurin
hjá toftamanninum peikar
beint uppeftir í løtuni.
4
Andreas
Lava Olsen
(Inn 73.min)
Gjørdi tað, sum ein innskift
ari skal gera í slíkum støðum.
Kom við nýggjari orku og
legði nógv fyri. Hevði eina
góða aktión longu aftaná
tveir minuttir. Fínt innhopp.
4
René S. Joensen
(Inn 80.min)
Fekk
sínar
fyrstu
veruligu minuttir á landslið
num og stóð seg væl. Hann
fall væl inn í leiklutin sum
miðvallari og var tryggur á
bóltinum. Sannførandi inn
hopp.
3
Gilli Sørensen
(Inn 80.min)
Slapp
ongantíð
at
renna kapp við rumenarnar,
men royndi eitt sindur av
hvørjum. Mundi tó kostað
mál, tá hann var ov leingi á
bóltinum og rumenar fóru í
mótálop.
venjarin:
5
Lars Olsen
Tað ber ill til at
finnast at avrikinum
hjá Lars Olsen hesaferð. Tað
kann kjakast um miðvøllurin
av Odmari og Róaldur var
tann rætti, men tað er ilt at
fáa eyga á eini aðra loysn,
sum tú við vissu kundi sagt
fót at klára seg betri.
Hann skiftir eisini inn,
so at innskiftarnir fáa ein
møguleika at gera mun.
Deyðbóltar og seinasta av
leveringin kemur vónandi
við tíðini, so hvørt sum lands
kappingarnar koma ordiliga
í gongd.
trondur@sosialurin.fo
Myndir: Hans Erik Danielsen