Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mars 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 30. mars 2015 · Nr. 37 ítróttur Jóannes Hansen Í dag koma føroysku lands­ liðsspælararnir til hús aftur. Tá ið teir hitta lið­fel­ ag­ar­nar aftur og fara undir fyrireikingarnar til næstu av­bjóðingarnar í lands­kapp­ ingunum í Noregi, Danmark og Føroyum, har tað er fult umfar skírisdag, so hava teir einki at skammast. Hug­burð­ urin og avrikið í Bukarest í gjár vóru fín, og tapið var so tepurt, sum tað kundi vera, tá ið talan skuldi vera um tap. Einsamalla málið skoraði Rumenia í 21. minutti, tá ið talan var um orduligt klodda­mál. Brandur H. Olsen, sum í sínum fjórða lands­dysti upptraðkaði sum vete­ran­ur, var óheppin at gera óneyðugt fríspark 25 metr­ar úr málinum. Frí­ sparkið var einki at reypa av, men lukkutíð fyri heima­ menn­inar, so tók bólturin í ein av føroysku spælarunum og umvegis handara stólp­an datt bólturin niður í mál­ teigin, har Claudiu Keșerü var fyrstur á og sendi bóltin upp í nettakið. So var 1-0, og tað var bæði ikki burturvið og forargiligt. Ikki burturvið tí heimaliðið var greitt omaná fyrstu løt­ una, tá ið tað vóru spentar støð­ur í og kring føroyska brots­teigin, og tá ið Gunnar Nielsen í fleiri førum var noydd­ur at vísa dygdirnar, sum eru undirstriking av, at hann framvegis er fremsti mál­verji okkara. Og forargiligt, tí málið ikki var skorað fyrrenn før­ oysku spælararnir av álv­ ara vóru komnir fyri seg og leik­liga høvdu fótað sær. Tíbetur var tað bara í eina lítla løtu, at málið kend­ist órógva føroysku spæl­arar­ nar og føroyska liðið. Tað var so skjótt, at teir aftur funnu hvønn annan, og tá var tað heilt sjáldan, at tað var serligur vandi á ferð. Rumen­arnir megnaðu ikki í smáspæli at samanspæla seg ígjøgnum á miðásinum, og tá ið teir royndu í borð­ unum fyri síðani at leggja inn­fyri, so var eingin vandi, tí Gunnar Nielsen og mið­verjarnir báðir, Atli Gregersen og Sonni Ragnar Nattestad høvdu støðuna undir kontroll. Nýggja sniðið Eftir steðgin lyfti føroyska liðið seg stútt og støðugt. Tað var sjáldan, at bólturin varð varpaður burtur av vanda­ leið við longum sparki. Í 1-0 sigrinum í Grikkalandi í november var tað heilt merkis­vert, hvussu væl før­ oysku spælararnir dugdu og tordu at bjóða seg fram og saman­spæla og greiða seg burturúr fyrsta trýstinum. Í gjár varð dentur alla tíðina aftur lagdur á hetta, og ser­ liga í 2. hálvleiki riggaði tað væl og støðugt betri. Sjálvandi kendist tað, at Fróði Benjaminsen og Hallur Hansson ikki vóru á sentrala miðvøllinum, men Odmar Færø og Róaldur Jakobsen bæði stríddu og spældu seg upp. Vongverjarnir báðir, Jóhan Troest Davidsen og Viljormur Davidsen, vóru ansnir í verjupartinum, og Viljormur tók av boðunum frá venjaranum um at leggja alt meiri í álopspartin. Brandur H. Olsen var aftur hesaferð tryggur og eld­hug­aður á framrættaða m i ð ­v a l l a r ­p l á s s i n u m . Bæði Sølvi Vatnhamar og Christian Lamhauge Holst vístu seg at vera hug­flogs­rík­ ir og at megna nakað sjálvir í borð­unum. Jóan Símun Edmundsson var sera væl upplagdur í fremstu ódnini. Bólt­før­ leik­in og sjálvsálitið stóð einki aftanfyri mót­støðu­ menn­inar, sum aftur og aftur vóru um ein háls av hon­um. Onkra ferðina var um reppið, at tað eydnaðist Jóan Símuni at krúlla seg leys­an, og einaferð gekk tað akkurát ikki hjá honum at renna frá heimaverjuni. Og í evstu løtu var um reppið, at hann enn einaferð setti krún­una á verkið. Vanliga leiktíðin var um at vera farin, tá ið Jóan Símun evnaði at temja bóltin, áðrenn hann eitt sindur kroystur reiggjaði vinstra fótin undir bóltin, ið fór sum eitt projektil við kós fram móti nærra mál­horn­ inum. Rumenski málverjin, sum vinnur fyri føðina í Sunder­land, er yvir tveir metrar, og hann megnaði akkurát at jústa bóltin til horna, og so spurdist ikki meiri burturúr. Tá ið portugisiski dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, vóru tað heimamenninir, sum drógu andan lættan, með­an føroyingarnir iðraðu seg um, at alt stinnari støðan, sum 2. hálvleikur leið, ikki hevði borið risa møguleika og mál við sær. Lars Olsen setti soleiðis orð á tað í samrøðu við Trónd Arge á Rás2: – Vit hava flutt okk­ um ógvuliga nógv tvey tey seinastu árini. Í verju­part­ inum vóru vit sannførandi. Á miðvøllinum vóru vit ikki so neyvir, sum vit hava verið, og tað gekk út yvir framrættaðu møguleikarnar. Tað er einki at siga til, at Rumenia vann, men vit kundu væl havt megnað javnleik, staðfestir Lars Olsen, sum rósar sín­um monnum fyri framúr hug­ burð og sjálvsálit. – Vit vóru ikki nøgdir við at tapa tepurt, og tí løgdu vit seinnapartin av 2. hálvleiki nógv fyri í álopspartinum. Mál­ið er, at vit skulu flyta okk­um nærri teimum, sum eru betri enn vit. Tølini siga, at vit eru betri við, og hóast Rumenia hevði munin, og at vit tískil ikki kunnu siga so nógv um tað, at teir vunnu, so harmast vit allir um, at tað ikki eydnaðist at vinna eitt stig, tí møguleikin var har, stað­festir Lars Olsen. Seinna partin av 2. hálvleiki trýstu føroyingarnir fyri at skora málið, sum var í eygsjón, og sum hevði borið javnleik við sær Nýggja landsliðið hevði Rumenia á knøunum fótbóltur Rumenia - Føroyar 1-0 (1-0) EM undankappingardystur sunnudagin 29. mars 2015 kl. 18.00 á Ilie Oanä leikvøllinum í Ploiesti í Rumenia 1-0: Claudiu Keșerü 21. Dómarabólkur úr Portugal: Artur Dias, Bertino Miranda, Rui Tavares, Alvaro Mesquita, Manuel De Sousa og Hugo Miguel 15.000 áskoðarar Rumenia: Costel Pantilimon, Sunderland Ongland – Raul Papp, Steaua Bukarest, Vlad Chiricheş, Tottenham Ongland, Dragoş Grigore, Toulouse Frakland, Răzvan Raţ, Rayo Vallecano, Spania – Mihai Pintilii, CS Pandurii Targu Jiu Rumenia,  Lucian Sânmărtean, Al-Ittihad FC (Andrei Prepeliţă, Steaua Bukarest, 86.) - Adrian Popa, Steaua Bukarest (Gabriel Torje ■, Torku Konyaspor Turkaland, 71.), Raul Rusescu, Steaua Bukarest (Cristian Tănase, Steaua Bukarest, 60.), Alexandru Maxim, VfB Stuttgart Týskland – Claudiu Keșerü ■, Al-Gharafa SC Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Cristian Bălgrădean, CS Universitatea, Silviu Lung, FC Astra Giurgiu, Cosmin Moţi, PFC Ludogorets Razgrad, Florin Gardoş, Southampton F.C. Ongland, Cristian Manea, Viitorul Constanța, László Sepsi, ASA Targu Mures, Dan Nistor, Pandurii Târgu Jiu, Claudiu Bumba, ASA Targu Mures, Florin Andone, Córdoba CF Venjari: Anghel Iordanescu Føroyar: Gunnar Nielsen, 26/0 – Johan Troest Davidsen, HB, 30/0, Atli Gregersen, Víkingur, liðformaður, 27/0, Sonni Ragnar Nattestad, Vejle BK Danmark, 6/0, Viljormur Davidsen, Vejle BK Danmark, 12/0 – Róaldur Jakobsen, B36, 2/0 (René S. Joensen, HB, 3/0, 79.), Odmar Færø, B36, 9/0 (Andreas Lava Olsen, Víkingur, 8/0, 74.) – Sølvi Vatnhamar ■, Víkingur, 4/0, Brandur H. Olsen, FCK Danmark, 4/0 (Gilli Sørensen, AaB Danmark, 4/0, 79.), Christian Lamhauge Holst, Fremad Amager Danmark, 46/4 – Jóan Símun Edmundsson, Vejle BK Danmark, 31/2 Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Teitur Matras Gestsson, HB, 0/0, Tórður Thomsen, B36, 0/0, Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ, 20/0, Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger FK Noreg, 3/0, Klæmint A. Olsen, NSÍ, 4/0 Venjari: Lars Olsen Hjálparvenjari: Jóannes Jakobsen Myndir: Hans Erik Danielsen