Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-30, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mars 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. mars 2015 · Nr. 37 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Rumenar skilja ikki kritikkin Í seinna hálvleiki byrjaðu áskoðararnir at ýla eftir sínum egnu monnum. Tað skilur málskjúttin, Claudiu Keșerü, einki av. – Eg skilji einki av tí, Føroyar hava longu vunnið á Grikkalandi og teir fara heilt víst at gera okkurt líknandi aftur, sigur Claudiu Keșerü. Lønin liggur eftir í Rumenia Hart arbeiði, gott spæl og ein vilji at vinna. Tað var uppskriftin í Ploiesti. Tíverri liggja lønin og stigini eftir á Ilie Oană leikvøllinum uttanfyri Bukarest. Vit gloymdu at bjóða rumenska málverjan av Tróndur Arge – Ploiesti, Ilie Oană Støðan lýsir væl upp­living­ ina í Rumenia. Vit eru í 93. minutti, tá ein argur Claudiu Keșerü, málskjúttin í dyst­ inum, renur Atla Gregersen um­koll og fær gult kort. Rumenia er enn eina ferð steðg­að í einum mótálopi. Vit gera nú klárt til sein­ asta álopið. Allir mans eru á veg í rumenska brotsteigin. Føroysku spælararnir trúgva heilt víst upp á møguleikan, men fjáltur er á rumensku við­haldsfólkunum. Eitt skifti stóðu onkrir teirra í beru yvirkroppi og sungu og róptu. Nú er einki um teir. Við hondini upp fyri and­litið gera teir aftur klárt til eitt føroyskt álop. Lukku tíð fyri Anghel Iordanescu og hansara menn, so velur portugisiski dóm­ar­in at bríksla fyri sein­ astu ferð. Føroysku spæl­ar­ arnir orka ikki so mikið sum at ilskast. Teir hava givið alt og Artur Dias var óreinur at bríksla júst, sum okkara skuldu skjóta. Tað restaði bara tað seinasta í – so høvdu vit fingið lønina heim við til Føroyar. Regnið og broytingar merktu fyrireikingarnar Tá landsliðið fór til Rumenia hálvt annað samdøgur und­ an dystarbyrjan, hevði Lars Olsen ikki tikið endaliga av­gerð, um hvør skuldi av­ loysa Hall Hansson og Fróða Benjaminsen á mið­vøll­ inum. Greitt tóktist tó vera, at Jóhan Troest Davidsen avloysti Jónas Tór Næs á høgra bakki, meðan Róaldur Jakobsen úr B36 helst fór at verða annar av mið­vallar­ anum. Maðurin, ið fekk til upp­ gávu at fylla plássið hjá Fróða Benjaminsen, bleiv Odmar Færø. Miðverjin úr B36, sum onkuntíð hevur roynt seg á verjukenda mið­ vøll­inum. Tá landsliðið lendi í Rumenia varð greitt, at her var ein annar trupulleiki. Tað regnaði illa. So illa, at rum­ ensku fyrireikararnir ikki hildu, at tað var ráðiligt at venja á vøllinum kvøldið fyri dystin. Føroyska liðið stóð tó við sítt og eitt samdøgur fyri dystar­byrjan, fingu okkara ein lítlan skelk. Vøllurin var ikki bara vátur, men plask­ vát­ur og tað ávirkaði spælið til venjingina. Tyrlan og Gunnar gera sítt Rumenska fótbólts­sam­band­ ið helt eisini, at vøllurin var nakað vátur. Her í Rumenia hava tey sín máta at gera tingini uppá. Her kom ein hern­aðar­tyrla og blásti megin­partin av vatninum av vøll­inum. Um tingini hanga skal verða ósagt, men føroyska liðið bleiv eisini blást av vøll­inum fyrstu løtuna av dystinum. Við brølandi og larm­andi áskoðarunum sendi Rumenia alt teir áttu eftir okkum. Liðið hevði ringt við at halda skap og tað tók eina løtu hjá Odmari og Róaldi, at finna sítt pláss. Tíbetur var Gunnar Nielsen í góða lagnum og bjarg­aði, tá rumenar blivu púra leysir. Eina løtu var trýst­ið stórt og áhaldandi. Hepni við Keșerü Okkara klára at standa ímóti, men miðskeiðis í fyrra hálvleiki gera vit ein feil. Rumenska liðið sleppur ov lætt og fær fríspark stutt uttanfyri brotsteigin. Alexandru Maxim roynir seg, men rakar manngarðin. Ólukku­tíð fyri okkara, so rakar hann stongina. Claudiu Keșerü er fyrstur at fylgja bóltinum upp. 1-0 til Rumenia og vandin fyri einum størri tapi er til staðar. Tað merkist á áskoðara­pláss­ unum, men við tíðini kámast rumenska vónin um ein stórsigur. Vónin verður til eitt ynski um, at Artur Dias bara skal bríksla fyri sein­ astu ferð. Tað ger hann so, men minst ein minutt for tíðliga.