mánadagur 30. mars 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 30. mars 2015 · Nr. 37
ítróttur
fótbóltur
Tað kann illa blíva
annað enn avrikið
hjá okkara monnum
á vøllinum. Flott!
Onki føroyskt kring
varp og ongir føroyskir
áskoðarar. Tveir før
andi føroyskir stovnar,
sum ikki røkja sína
landsliðsskyldu!
Hernaðartyrla bláti vøllin Undan dystinum var nógv
tosað um alt regnið, ið hevur lagt seg á vøllin. Rumenska
fótbóltssambandið valdi tí at blása vatni av vøllinum undan
dystinum. Tað bleiv gjørt við at senda ein hernaðartyrlu
á leikvøllin at flúgva í ein tíma í tveir metur hædd!
Staðfestu
framgongdina
Í seinna hálvleiki vísti før
oyska liðið, at sigurin í
Grikkalandi ikki er eitt eink
ult tilfeldið. Serliga í seinnu
hálvu av seinna hálvleiki
setti føroyska liðið seg á
dystin. Vit tordu at fara fram,
og vit tordu at skumpa verj
una heilt upp á miðjuna.
Slíkt
plagar
at
kosta
promte, men hesaferð vóru
tað okkara, sum vunnu bólt
in aftur, tá rumenar spark
aðu bóltin vekk í neyð.
Tíverri, so bleiv spælið
ikki umsett til fleiri vanda
miklar møguleikar. Heldur
restaði tað seinasta í. Nærm
ast komu vit, tá Jóan Símun
Edmundsson
royndi
seg
við skotið, sum tann yvir
tveir metrar høgi Costel
Pantilimon tók sær av.
Góða avrikið í Rumenia
staðfestur framgongdina í
føroyskum landsliðsfótbólti.
Vónbrotnir føroyingar
Hóast føroyska landsliðið
var uttan tríggjar profilar
í
Halli
Hansson,
Fróða
Benjaminsen og Jónasi Tór
Næs, so stóð føroyska liðið
seg avbera væl. Hóast vit
eru áleið 50.000 túsund og
Rumenia áleið 20 milliónir,
so vóru okkara vónbrotir
eftir dystin.
Ein fyri og annar eftir
komu teir úr skiftirúminum
við bringuni fremst og høvd
inum hægst, men andlits
bráðið fortaldi sína søga. Av
rikið var gott, men vit vóru
so nær við at fáa javnleikin.
Vit gjørdu alt arbeiði,
men gloymdu lønina eftir í
Ploiesti.
Rumensku bløðini gjørdu
gjøldir burturúr okkara í
upptaktini. Serliga heldur
teir tað vera skemtiligt, at
liðskiparin Fróði Benjamin
sen ikki var við, tí hann skuldi
arbeiða. Lars Olsen svaraði
aftur á tíðindafundinum,
meðan spælararnir svaraðu
aftur á vøllinum. Hetta er
helst seinastu ferð, at teir
gera gjøldur burturúr okkara
spælarunum.
Vit taptu á máltalvinum,
men vunnu ein knúsandi
moralskan sigur. Vit liggja
framvegis
frammanfyri
Grikkalandi
í
bólkinum.
Næstu ferð møta við teimum
aftur – hesa ferð í Føroyum.
trondur@sosialurin.fo
Myndir: Hans Erik Danielsen