mánadagur 30. mars 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. mars 2015 · Nr. 37
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Felags fyri føroysku spælararnar var, at teir vóru fegnir um avrikið og vónbrotnir av úrslitinum, ið
Sorin Anghel heldur eigur at vera grundarlag undir betri úrslitum á heimavølli enn higartil
Nú eigur heimavøllurin
at geva fleiri stig
Jóannes Hansen
Tríggjar tær seinastu ferðir
nar er samlaði málmunurin
hjá føroyska landsliðnum
1-2. Eftir 1-0 heimatap ímóti
Ungarn og 1-0 útisigur á
Grikkalandi varð úrslitið í
Rumenia í gjár 1-0 tap.
Nú standa tvær avbjóð
ingar
á
heimavølli
fyri
framman.
13.
juni
vitjar
Grikkaland, og 4. september
vitjar
Norðurírland,
sum
11. oktober í fjør vann 2-0 á
heimavølli ímóti Føroyum.
Í gjár fylgdi Sorin Anghel
serliga væl við, hvussu leikur
fór í Bukarest. Hann er ætt
aður úr Rumenia. Síðani 2001
hevur hann verið í Føroyum.
Her hevur hann umboðað
EB/Streym inntil og við 2012,
og saman við EB/Streymi
hevur hann bæði vunnið FM
og steypafinalur. Síðani 2013
hevur Sorin verið í AB, har
hann nú hevur ábyrgdina av
liðnum í 1. deild.
– Eg fylgdi við í gjár í
rumenskum sjónvarpi, og
eg eri harmur um, at teir
í Rumenia hava havt so
lítið fokus á, hvussu stór
menningin
hjá
føroyska
landsliðnum hevur verið.
Venjararnir og spælararnir
eiga alt rós uppiborið fyri
avrikið
í
Grikkalandi
í
november og aftur í gjár.
Liðið tordi at spæla, og liðið
vísir, at tað hevur evni at
spæla. Rumenia er ein av
stóru europeisku fótbólts
tjóðunum, og tá talar tað
fyri seg sjálvt, at Føroyar í 2.
hálvleiki megnaðu at pressa
teirra lið.
Hvat søgdu rumenarar
um tað?
– Upp undir dystin vóru
teir hástórir um føroysku
amatørarnar, men nú hevur
pípan fingið eitt annað ljóð.
Mær hevði dámað betur, um
teir nú søgdu seg seta prís
upp á føroyska fótbólts
spælið og avrikið. Tíverri
gera teir ikki tað. Heldur
fokuserar pressan á, at hug
burðurin hjá teirra spælarum
var vánaligur, at tað hevði
regnað nógv, at vøllurin
var vánaligur, grasið sítt
og meiri av tí slagnum. Tað
harmar meg, tí eg haldi, at
føroyingarnir vístu sera gott
avrik, sigur Sorin Anghel,
og hann hevur gott mót um
næstu dystirnar, sum vera á
heimavølli ímóti Grikkalandi
13. juni og 4. september ímóti
Norðurírlandi:
– Nú er tað komið hartil,
at vit eiga at rokna við góð
um avrikum og úrslitum á
heimavølli. Eitt er, at liðið
eigur at fáa stóran stuðul frá
áskoðarunum, og hitt er, at
liðini, sum koma henda vegin
at spæla, ikki eru álvulig við
støðuna, tí tey kenna um
støðurnar fremmandar. Tað
eigur at geva føroyska lið
num bonus á heimavølli,
heldur Sorin Anghel.
Vónbrotnir spælarar
At tíðin er farin, tá ið før
oyska liðið var við fyri at
læra, vóru reaktiónirnar hjá
spælarunum eftir dystarlok
í gjár staðfesting av:
– Vit eru vónbrotnir. Ser
liga av okkum sjálvum. Vit
høvdu vant deyðbóltsstøður
nar heilt nógv, men tað sást
ikki, tí í deyðbóltsstøðunum
vóru vit alt ov óneyvir,
og harvið fingu vit einki
burturúr teimum. Serliga í
1. hálvleiki vóru vit tyngdir
av nervum, men so gekk væl
betri, og tað er hugaligt, tí
Rumenia er betri fótbólts
lið enn Grikkalandi, var við
merkingin hjá miðverjanum
Sonna Ragnar Nattestad.
Atli Gregersen var liðfor
maður í gjár og makkari hjá
Sonna Ragnar í miðverjuni:
Vit standa við undaligari
kenslu. Málið var ógvuliga
undarligt og fyri okkum sera
óheppið. Hóast vit saknaðu
tríggjar av profilunum, so
bar tað langt, at vit góvu alt.
Gunnar hevði nakrar risa
bjargingar, men tað er neyð
ugt, at málverjin er framúr,
um vit skulu standa okkum
ímóti teimum stóru. Tvey
mál – tilsaman – eru farin
ígjøgnum í trimum teimum
seinastu dystunum, so vit
hava heilt víst ikki sæð tað
síðsta frá hesum liðnum,
sigur Atli Gregersen.
Vongverjin
í
vinstru,
Viljormur Davidsen, er samd
ur við liðformannin:
– Vit hava ment vinnara
viljan á yngru landsliðunum,
har góð úrslit ikki eru ókend.
Tað merkist nú á landslið
num. Eg hevði roknað við,
at teir fóru at pressa okkum
síðstu løtuna. Nú vóru tað
vit, sum trýstu teir. Vit eru
sera vónbrotnir av, at okkara
trýst ikki bar mál og úrtøku
við sær, men tað verður
vónandi næstu ferð, sigur
Viljormur Davidsen.
Talan var um liðavrik,
har eyðsýndastu føroysku
spælararnir vóru fremsti
maður,
Jóan
Símun
Edmundsson,
og
aftasti
skansin Gunnar Nielen.
– Eg haldi, at Rumenia
eigur betri lið enn Grikka
land, og tí var hetta avrikið
sera gott, hóast teir vóru
greitt omaná undan steðg
inum. Sum 2. hálvleikur leið,
var panikkur í hjá teimum, og
tað er harmuligt, at vit ikki
fingu mál. Eg var moyrur, tá
ið síðsti møguleikin var har,
so eg smekkaði til. Eg rakti
hann væl, og eg sá hann
hava kós inn undir saman
komingina, men málverjin
er langur, og tað eydnaðist
honum at verja fyri, stað
festir Jóan Símun Edmunds
son.
Gunnar Nielsen:
– Hugburðurin hevur verið
framúr 3-4 seinastu ferðirnar.
Hesaferð megnaðu vit ikki
nóg væl at spæla okkum til
upplagdar
málmøguleikar,
men tað gjørdu teir heldur
ikki. Nú gleða vit okkum til
at fáa møguleikan at spæla á
heimavølli.
joannes@sosialurin.fo
fótbóltur
Myndir: Hans Erik Danielsen
Savnsmynd