mánadagur 30. mars 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 30. mars 2015 · Nr. 37
ítróttur
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Teitur
Joensen
Pætur
E. Jensen
Í gjár vísti manslandsliðið í fótbólti seg enn einaferð
frá síni bestu síðu, tá tað niðri í Rumenia ikki bleiv
til nakað skrædl ella úrlating, men tvørturímóti
um ein dyst, ið saktans kundi endað við einum
javnleiki. Hevði frálíka langskotið hjá Jóan Símuni
Edmundsson í evstu løtu ikki rakt stóru handskarnar
hjá rumenska málverjanum, hevði dysturin endað 1-1,
heldur enn 1-0 til rumenar við hepna málinum, sum
Claudiu Keserü fekk prikað inn mitt í fyrra hálvleiki,
eftir at eitt fríspark rakti føroyska verjumúrin og
snýtti allar.
Gunnar Nielsen, sum við fleiri avgerandi og
framúr góðum bjarginum gjørdi allarbestu reklamu
fyri sær sjálvum, var helst fremsta ímyndin av einum
føroyskum liði, ið ongantíð fór niður við nakkanum.
Í løtum var samanspælið gott og flótandi, og
verjuparturin kring allan vøllin var fyrimyndarligur
og fekk forðað fyri, at vit upplivdu ein av teimum
dystunum, vit helst vilja gloyma aftur sum skjótast.
Hesaferð eydnaðist rættiliga væl at binda fyri,
meðan tað ikki eydnaðist nóg væl at fáa kjansir
burtur úr deyðbóltum og støðum, ið annars kundu
givið onkra meira ítøkiliga atsókn.
Hesaferð kundu vit staðfesta, at av teimum
ellivu, ið byrjaðu inni, eru ella hava teir níggju spælt
fótbólt uttanlands, og tað sama er galdandi fyri
allar tríggjar, ið komu inn. Eingin ivi er um, at finna
føroyskir spælarar hóskandi avbjóðingar aðrastaðni,
er tað mennandi og gevandi fyri teir sjálvar og ikki
minst landsliðini hjá okkum, tí lopið upp til fótbólt
á einum hægri stigi verður ikki so stórt. Og so er
bara at vóna, at føroysk feløg ikki finna pengarnar,
tá tey royna at keypa føroyskar spælarar heimaftur,
heldur enn at lata teir fáa frið at fylgja dreyminum
og mennast uttanlands.
Hinvegin eigur ikki at vera avgerandi fyri
landsliðið, at spælarar endiliga hava royndir frá
útlendskum fótbólti annars, tí einki er betri enn
ein sterk og góð kapping í Føroyum. Í síðstuni eru
fleiri farin at tosað um at fáa eina fótbóltshøll, og
eitt uppskot um tvær slíkar hevur enntá verið til
viðgerðar á tingi. Íslendingar, sum eisini her eru
okkara uppløgdu fyrimyndir, hava havt stóra gleði
av sínum hallum, so kanska skuldi størri orka verið
løgdu í tað málið. Í gjár sóu vit í øllum førum, at lítið
manglar í, hóast vit enn bara eru í mars mánaði.
Rætting
Í ítróttarklummunu Politikarar og pinnamatur,
sum stóð í Sosialinum fyri viku síðani, varð víst á,
at politikarar ikki hava hildið seg aftur, tá teimum
hevur staðið í boði at fara á Oyggjaleikir fyri at
vísa seg fram. Tó skal fyri ordans skyld skoytast
uppí, at navnið á fyrrverandi landsstýriskvinnuni í
mentamálum, Helenu Dam á Neystabø, manglaði í
rúgvuni, tí hon var við á Isle of Wight í 2011.
Flott,
Føroyar!
Ítróttar
klumman
Hilmar Jan Hansen
Framvegis
spennandi
Hilmar Jan Hansen
Fyrsta hálvfinalan hjá kvinn
um var í ítróttarhøllini í
Trongisvági í gjár, har TB
tók ímóti Drátti, og enn eina
ferð skuldi tað vísa seg, at
hesi bæði liðini síggja út til
at standa óvanliga væl til
hvørtannað.
Eins og í steypafinaluni,
máttu fimm sett til, áðrenn
vinnarin var funnin, men
hesaferð var tað tó TB, ið
dróg longra stráið og vann
3-2. Men tað var so sanniliga
ikki uttan svørðslag, tí kvinn
urnar úr Vágum løgdu út
sum eitt ódnarveður.
Fyrsta sett vann Dráttur
25-17 og annað sett 25-15, so
nú stóð altso á gomlum nøgl
um hjá TB, sum í allan vetur
hevur verið tað mest sann
førandi liðið av øllum.
Fimm sett kravdust
Meira stóð tó ikki á enn so,
at TB fekk vunnið tey bæði
næstu settini 25-20 og 25-17,
so alt nú var púra opið undan
fimta og avgerandi settinum.
Her skuldi tað vísa seg, at
TB fekk hildið fast í tí mo
mentum, liðið hevði vunnið
sær í triðja og fjórða setti, tí
tað eydnaðist tvørakvinnum
at vinna fimta settið 15-10 og
harvið dystin 3-2.
Samstundis kann stað
festast,
at
fimmsettarar
næstan er blivnir gerandis
kostur hjá TB, sum í hálvfin
alunum fyrst vann 3-2 á Fleyr
og síðani tapti 3-2 fyri Fleyr,
áðrenn tað í triðju hálvfinal
uni eydnaðist at vinna 3-1 og
koma í finaluna.
Tá skuldu hóast alt ikki so
nógvar kreftir til hjá Drátti,
sum í eini Vágauppgerð ímóti
SÍ var omaná í báðum hálv
finalunum, fyrst 3-0 og síðani
3-2, áðrenn finaluplássið var
tryggjað.
ÍF gjørdi skylduna
Hjá monnunum vóru ikki
hálvfinalur millum fýra tey
bestu
eftir
grundspælið,
tí eftir at SÍ var blakað úr
kappingini, kundi ÍF sum
oddalið ikki longur spæla
ímóti nummar fýra, so ÍF
kom beint í FM-finaluna.
Hinvegin spældu Fleyr
og Mjølnir tvær hálvfinalur,
men har læt Fleyr ongan iva
vera og vann 3-0 í báðum, so
finalusessurin var tryggur.
ÍF, sum í allan vetur hevur
verið á odda í Eikliguni hjá
monnunum, tók í gjár ímóti
Fleyr á Kambsdali, og har
gjørdi ÍF sína skyldu sum
favorittur við at vinna 3-1.
Fuglfirðingar løgdu út
við at vinna tey bæði fyrstu
settini, 25-17 og 25-11, áðr
enn stígur kom í, sum tað
ofta kann gera eftir tvey
lættvunnin sett. Tí kundi
Fleyr svara aftur við at vinna
triðja sett 25-20, áðrenn ÍF
aftur kom á slóðina og lukk
aði dystin við 25-10 í fjórða
setti.
Onnur finalan
Bæði hjá kvinnum og monn
um verður onnur FM-finalan
spæld mikukvøldið, og í báð
um førum verða dystirnir
spældir í ítróttarhøllini í
Havn, sum eisini skal hýsa
teimum, um neyðugt verður
við eini triðju finalu, sum tá
verður spæld skírisdag.
Skráin fyri FM-finalurnar
mikukvøldið er tann, at
klokkan 18 spæla menninir
hjá Fleyr og ÍF og klokkan
20.30 kvinnurnar hjá Drátti
og TB. Og stendur á jøvnum
eftir tveir finaludystir, verða
møguligu triðju finaludyst
irnir spældir skírisdag, har
menninir hjá ÍF og Fleyr eru
settir til klokkan 13.30 og
kvinnurnar hjá TB og Drátti
til klokkan 16.
hilmarjan@sosialurin.fo
Í gjár vóru fyrstu FM-finalurnar í flogbólti hjá bæði kvinnum og monnum,
men meðan ÍF er stórfavorittur hjá monnum, er alt púra opið hjá kvinnum
Meðan menninir hjá ÍF við 3-1 sigri á Fleyr síggja út til at hava gott tak á støðuni,
er alt opið hjá kvinnunum, har TB og Dráttur løgdu út við einum fimmsettara
Mynd: Álvur Haraldsen