Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-30, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mars 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum nr. 3 I 30. mars 2015 Tá kreppan gjørdi um seg fyrst í 90-unum og hansara arbeiðspláss varð lagt niður, umhugsaði Mads Andreas Winther at gera sum so nógvir aðrir føroyingar og flyta av landinum. Men í staðin tóku hann og konan, Majbritt, avgerð um at fara undir sína egnu fyritøku, og nú um dagarnar kundi Elding hátíðarhalda sín 20 ára stovningardag Skapti sítt egna arbeiðs-­ pláss Vinnuvangin: Mads Andreas Winther Tekst og myndir: Hilmar Jan Hansen á yrkisleið skal veljast í lívinum, er ikki so sjáldan, at hon kemur at líkjast tí, tú framman­undan kennir frá foreldrum ella heim­ligum umhvørvi, so eitt nú ein skipara­ sonur ofta endar sum skipari sjálvur. Helst er tað eisini ofta so, at gávur og evni ganga í arv. – Nakað soleiðis hevur tað kanska verið hjá mær eisini, ásannar 53 ára gamli Mads Andreas Winther í Havn, sum er stjóri í elektronikk- og hvítvøruhandlinum, Elding, sum um dagarnar helt sín 20 ára stovningar­ dag við stórari starvsfólkaveitslu, ymiskum átøkum og hópin av tilboðum við stórum avsláttri. – Eg eri føddur og uppvaksin í Skopun, har mín uppvøkstur eisini var merktur av, at pápi mín hevði matvøruhandil, tí har hjálpti eg til, næstan frá tí eg kann minnast. So óivað hevur tað havt stóra ávirkan á, at mín egna yrkisleið bleiv í handilslívinum, hóast tað hevur verið innan aðra vinnugrein. Í øllum førum vísti tað seg, at tá Mads Andreas var fyltur 16 ár, hevði hann hug at fáa sær eitt lærupláss onkrastaðni. Honum stóð greitt, at tað skuldi vera innan handil, men av tí at einki lærupláss á tí økinum var at finna í Sandoynni, mátti hann til Havnar. – Mær eydnaðist at fáa lærupláss hjá Marstein á Áarvegnum, har eg lærdi til tað, sum tá kallaðist »handelsmedhjælper« innan fyri útvarp og sjónvarp. Vit vóru tveir, sum lærdu um somu tíð, so eg haldi, at eg man hava verið annar av teimum báðum fyrstu, ið stóðu í læru í hesum fakinum, sigur hann. – Tað var í 1978, at eg kom til Marstein at arbeiða, og umframt tær royndir, ger­ andis­dagurin gav av ymsum slagi, gekk eg á handilsskúla, umframt at nøkur fak máttu takast niðri, so eg einar tvær ferðir í læru­ tíðini fór niður til Danmarkar á skúla. Kendi veitararnar Tilsamans arbeiddi Mads Andreas Winther í 17 ár hjá Marstein, til fyritøkan valdi at gevast, tá tíðirnar blivu ringar í kreppuni fyrst í 90-unum. – Hetta gjørdi, at eg mátti finna upp á okkurt sjálvur, tí í veruleikanum stóð eg uttan arbeiði. Tað var heldur ikki lætt at fáa nakað arbeiði, so tað bleiv til tað, at eg saman við konuni, Majbritt, valdi at fara undir handils­virksemi sjálvur, greiðir hann frá. – Hatta, at skula byrja fyri meg sjálvan, hevði ikki verið í tankunum áðrenn, og tað var heldur ikki beinanvegin, at tann av­gerðin bleiv tikin. Sjálvur kendi eg fleiri, sum vóru flutt av landinum, og tí var tað ikki sørt, at eg sjálvur hevði hugsað tann tankan við. framhald...