Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-30, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mars 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 nr. 3 I 30. mars 2015 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum Men kona mín, sum er upp­vaksin niðri, hevði lítlan hug til at fara av landinun, men vildi heldur verða í Føroyum, so tí valdu vit at gera tað og heldur arbeiða fyri eini tilveru her. Av tí at Mads Andreas hevði sínar drúgvu royndir frá arbeiðinum hjá Marstein, fall tað nokk so náttúrligt, at hann skuldi taka sama táttin upp, tí hetta var nakað, hann kendi til og visti alt um, og tí bleiv tað í somu vinnu, men á egnum beinum, at hann nú skuldi royna at fóta sær í kreppuni. – Eg hevði sjálvandi tann stóra fyrimun, at eg kendi veitararnar, so vit høvdu besta møguleika at fáa atgongd til tær vørur, vit høvdu brúk fyri, um vit skuldu byrja fyri okk­um sjálvi. Eg gjørdi so tað, at eg fór runt og vitjaði allar veitararnar og fekk enn betri av­talur við fleiri av teimum, enn eg hevði vitað um áðrenn, og tað kom sjálvandi væl við hjá okkum, nú vit skuldu byrja frá botni, sigur hann. – Tá hetta var komið upp á pláss, var eingin ivi um, at vit skuldu byrja við Elding, og serliga dámdi mær væl, at eg kundi halda fram í somu bransju, sum eg nú hevði arbeitt í í so nógv ár. Og hóast hesin møguleikin stóðst av, at einki arbeiði var at fáa, so vit vóru noydd at skapa okkum okkara egna, havi eg onga løtu angrað, at vit valdu at fara í gongd. Og havandi í huga, at nógvar fyritøkur ikki halda meira enn í eini tíggju ár og at annað­hvørt felag, sum verður sett á stovn, endar við at detta niðurfyri aftur, kunnu vit bara vera glað og takksomu fyri hesi 20 árini, Elding hevur verið til. Byrjaði í SMS Føroyska bankaskrædlið kom á heysti í 1992, so hóast trý ár vóru farin, tá Elding fór í gongd, kravdist ikki sørt av dirvi at byrja, og Mads Andreas Winther dylur heldur ikki fyri, at hetta eisini afturspeglaðist í gerandis­ degnum hjá teimum. – Ofta verður sagt, at skilabest er at taka ein dag í senn, men tíðirnar vóru soleiðis tá, at tað ikki var skemt, tá vit søgdu við hvønn­ annan, at vit taka ein hálvan dag í senn, sigur hann um ta fyrstu og sera spennandi tíðina, har Elding sum verkætlan hjá familjuni skuldi standa sína roynd. Um sama mundið var LM-handilin farin úr SMS, sum søkti eftir leigara til somu vørur, og tí valdu tey at søkja um høli har, og tað eydn­að­ist at fáa eitt leigumál, so Elding kundi lata upp í 1995. – Vit vóru eitt lítið ár uppiá, men fluttu síð­ani niðurundir og at enda í hølini, har Rumbul hevði verið. Og fyri at gera eina langa søgu stutta, so lótu vit ein handil upp í Runavík í 1997 og ein aftrat í Klaksvík í 1999, sigur Mads Andreas. – Eftir smá tíggju ár í SMS skiltust okkara vegir, tí Elding flutti niðan á Staravegin Hálsi í Havn, áðrenn farið var í Miðlon, sum stóð liðugt í 2006. Har vóru vit so í fimm ár, til Miðlon varð seld SMS í 2011, og vit fluttu inn í núverandi hølini, sum eru beint upp á síðuna av Miðlon. Her leiga vit og hava fingið inn­ rættað hølini, akkurát soleiðis sum vit vildu hava tey og so tað passaði til okkara konsept. Tá tosað verður um konsept, so er Elding bæði eitt sjálvstøðugt felag, men eisini partur av eini størri heild, tí Elding er limur í størstu elketuni í Norðurlondum, Elgiganten, sum aftur er partur av størstu handilsketu innan elvørur í heiminum, nevniliga bretsku ketuni Dixons. – At vit eru partur av eini størri heild, er ein stórur fyrimunur, og síðstu árini hava eisini verið góð, eins og eg haldi, at tað nú eisini merkist, at vit hava góðar tíðir í Før­oy­ um. Tá vit byrjaðu fyri 20 árum síðani, fingu vit eina góða byrjan, sjálvt um tað var í ring­ astu kreppuárum, men hinvegin hava árini síðani ikki øll verið líka góð. Tung ár hava verið inn ímillum, ásannar stjórin í Elding. Stórar ætlanir Umframt at vera handilsmaður, hevur Mads Andreas Winther eisini verið kendur fyri at hugsa størri tankar, enn bara um Elding og hvussu fyritøkan skuldi ganga. Eitt nú gjørdi hann vart við seg við sínum ætlanum um at gera eitt stórt upplivilsishotell við fitness, bio­grafi og øllum tilhoyri, og tað var komið so mikið langt, at ein verkætlan var komin á borðið. – Vit høvdu enntá samband við onkrar út­lendskar íleggjarar, sum høvdu áhuga fyri verk­ætlanini og til reiðar at seta pengar í hana. Men so kom stóra fíggjarkreppan, ið hevði við sær, at alt fór mestsum í koma, og av tí sama kølnaði áhugin so mikið, at verk­ ætlanin er løgd á ís. Tú kanst siga, at eg havi ikki tann sama dreymin enn, sum eg tá hevði. Men eg vil siga, at tá var tað ein góð verk­ ætlan, sigur Mads Andreas, ið hinvegin hevur bæði dreymar og tankar, tá tað snýr seg um Elding. Vinnuvangin: Mads Andreas Winther Eg hevði sjálvandi tann stóra fyrimun, at eg kendi veitararnar, so vit høvdu besta møguleika at fáa atgongd til tær vørur, vit høvdu brúk fyri, um vit skuldu byrja fyri okkum sjálvi. Eg gjørdi so tað, at eg fór runt og vitjaði allar veitararnar og fekk enn betri avtalur við fleiri av teimum framhald...