mánadagur 30. mars 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
nr. 3
I
30. mars 2015
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
etta er ein spurningur um lív
ella deyð fyri Havnina.
So alvorliga tekur Heðin
Mortensen, borgarstjóri, til.
Og tað hann tosar um, er
ætlanin at byggja Tórshavnar
Havn út.
Tórshavnar Býráð hevur
samtykt at byggja Tórshavnar
Havn út frammanfyri Skansan,
eystanfyri havnina, sum er nú.
Men hetta hevur fingið nógv havnarfólk at
ressast, tí tey halda ikki, at hetta er tann besta
loysnin.
Nógv halda at tað oyðileggur havnina
at fáa eina stóra, larmandi bingjuhavn mitt
í Havnini og onnur vilja ikki hava, at bygt
verður frammanfyri Skansan, tí hann er eit av
okkara fremstu fornminnum.
Í eini roynd a upplýsa og kyrra tey
ivingarsomu, kallaði Tórshavnar býráð
tessvegna til borgarafund í skúlanum við
Løgmannabreyt, har greitt var frá ætlanini og
har fólk kundu greiða býráðnum frá, hvat tey
høvdu upp á hjartað.
Á fundinum greiddu bæði Heðin
Mortensen, Sjúrður Olsen, formaður í vinnu
nevndini, og Jónsvein Lamhauge, Havnar
meistari, frá útbyggingini og, hvussu neyðugt
tað er at bøta um umstøðurnar á havnar
lagnum.
Teir greiddu frá, at sum støðan er nú er alt
ov trongt á havnarlagnum.
Bingjurnar hópa seg upp og fyri at fáa
pláss, verða tær settar oman á hvørja aðra,
upp í einar fýra hæddir á havnarlagnum og
tað eru til stóran ampa hjá havnarfólki.
Fyri at fáa umstøður til at seta bingjur
frameftir jørð, kanska í tveimum hæddum, er
neyðugt at fáa betri pláss.
Samstundis verða skipini alsamt størri og
tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn eitt
vanligt bingjuskip ikki sleppur at í Havnini
longur, tí tað er ov grunt. Longu sum støðan
er nú, sleppur bara eitt stórt skip at ísenn,
men samstundis veksur talið á ferðafólki, og
farmi, so nógv, at tað er átrokandi at fáa betri
pláss á havnarlagnum.
Draga Skansan fram
Tað, havnarfólk serliga óttast fyri, er, at út
byggingin fer at beina fyri Skansanum, sum er
eitt av okkara fremstu fornminni.
Men tað lova umboðini fyri býráðið, at
hon ikki fer at gera. Tvørturímóti fer Skansin
nú av álvara at koma til sín rætt.
Umboðini fyri býráðið greiddu frá, at
býráðið hevur samtykt eina serstaka byggi
samtykt fyri nýggju Skansabryggjuna, og eftir
henni fer ikki at bera til at seta bingjur oman
á bingjur.
Á summum plássum, næst Skansanum, er
ikki lógligt at byggja hægri enn átta metrar,
á øðrum plássum er loyvt at byggja 10 metrar
upp, og longst burtur frá Skansanum er loyvt
at byggja 12 metrar.
Kanningar vísa eisini, at nýggja Havnin
verður bæði kyrr og góð.
Heldur at skemma Skansan, føra umboðini
fyri býráðið fram, at hetta fer at gera Skansan
til eitt hugnaligari stað, enn hann er nú.
Og tað kundi trongt til, halda tey, tí landið
hevur latið hann fallið í órøkt.
Útsýnið av Skansanum út á sjógv, og til
Nólsoyar, verður ikki oyðilagt av nýggju
bryggini, tí byggisamtyktin forðar fyri, at tað
verður bygt so høgt. Av tí sama verður út
sýnið av fjørðinun, inn á Skansan, heldur ikki
oyðilagt.
Samstundis er ætlanin at gera eitt hugna
ligt býarøkið ímillum havnina og Skansan við
eini smábátahavn, og har fer eisini at bera til
at hava matstovur, handlar, og annað virk
semi.
Skansin fer at verða ein miðdepil fyri býar
lívinum í Havn, siga tey í býráðnum.
Nógv fólk stúra eisini fyri larmi, men í
býráðnum stúra tey ikki fyri tí. Tey vísa á, at
nú verður farmahavnin enn longur burtur
frá bygdum øki enn nú, og samstundis verða
umstøður gjørdar soleiðis, so at tað slepst
undan dukandi ljósmotorum til kølibingjur
nar og annað, tí streymur skal fáast úr landi.
Harafturat er tað ein sannroynd, at mesti
farmurin, sum verður losssaður, skal til Havn
ar kortini, og sostatt verður minni co2 útlát
av at leggja eina nýggja bingjuhavn í Havn.
Og minni koyring førir eisini við sær, at
vegirnir slítast minni. Býráðsumboðini vísa á,
at verður Skansabryggjan bygt, veksur útlátið
av virkseminm ikki meirn enn tað, sum svarar
til útlátið hjá 30 oljufýrdum sethúsum.
Tilsamans kostar verkætlanin 450 millión
ir, siga tey í býráðnum
Ein spurningur um trygd
Men ikki minst siga umboðini fyri býráðið,
at talan er eisini um ein trygdarspurning, tí
endamálið við hesum er eisini at skilja farma
flutning og ferðamannaflutning sundur.
Í hesum sambandi skal havnarlagið skipast
so, at ferðafólkini verða inni ímóti Havnini,
innanfyri Molan, og farmahavnin verður á
nýggju bryggjuni, uttanfyri Molan.
Sostat fær Smyril fast pláss á Bursatanga
og Norrøna fær fast pláss í krókinum framvið
Molanum, undir, har umstøður verða gjørdar
til endamálið.
700 familjur
Men so snýr útbyggingin seg eisini um at
varðveita arbeiðspláss í kommununi. Býráðið
sigur, at einar 700 familjur í Havn hava sína
høvuðsinntøku av beinleiðis virkseminum á
havnarlagnum. Hetta er umframt tey, sum
eru knýtt at flutningsvinnuni og tey, sum
manna skipini. Upplýsingar frá Hagstovuni
vísa eisini, at tað eru 752 fyritøkur, sum hava
beinleiðis tilknýti til Tórshavnar Havn.
– Vit síggja longu nú, at arbeiðsplássini
fækka, tí at fyritøkur mugu flyta virksemi,
tí tað er ov lítið pláss, siga tey í Tórshavnar
Býráði.
Tey vísa á, at útbyggingin útvegar 700
metrar av nýggjari atløgubryggju, afturat
teimum 640 metrunum, sum longu eru.
Og sjálvt havnarlagið, sum nú er 80.000
ferfermetrar, verður nú 240.000 fermetrar.
Grótið til nýggju havnina, verður tikið av
Glyvursnesi og ført inn til Havnar í prámum.
Brúkast skulu fýra milliónir kubikk av gróti.
Grótið úr ætlaða Eysturoyartunlinum er
bert ein viðfáningur og røkkur slett ikki til at
gera eina nýggja havn við.
Umboðini fyri býráðið halda, at ongir aðrir
møguleikar eru fyri at gera eina havn, enn at
byggja frammanfyri Skansan.
Á Gulanum er dýpið 50 metra dýpið, men
frammanfyri Skansan er dýpið 15 metrar. Tí
verður ein havn á Glyvursnesi nógv dýrari.
Og á Sundi ber heldur ikki til, tí har er so
nógvur súður, umframt at tað er dýrt.
Skal byggjast út á Oyrareingjum, er ikki
pláss at byggja út, samstundis sum at bygt
verður inn imillum fjøll, sum fer at elva til
nógv meiri larm.
Skal havnarlagið flytast út um Havnina,
skulu bygningar, og allir hentleikar, sum
longu eru á havnarlagnum, flytast við og tað
verður dýrt hjá vinnuni.
Harafturat fer tað at føra til eina ótolandi
ferðslu av treylarum og øðrum bilum, inn í
havnina, har tann mesti farmurin skal.
Umboðini fyri býráðið siga, at hetta er ein
úbygging, sum er alneyðugt, skal Havnini
verða lív lagað sum ein havnarbýur.
– Hetta snýr seg ikki bara um eina kai.
Hetta snýr seg um eitt risastórt arbeiðspláss
og hetta snýr seg okkara framtíðina. Hetta
snýr seg um framtíðina hjá hundraðtals fam
iljum og tað er umráðandi, at havnarborgarar
skilja tað, siga tey í býráðnum.
RISA-ÚTBYGGING
H
Verður havnarlagið ikki bygt út, yvirlivir Havnin ikki sum havnarbýur
Áki Bertholdsen
Hetta er
lív ella
deyði fyri
Havnina