mánadagur 30. mars 2015síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
nr. 3
I
30. mars 2015
– At byggja Tórshavnar Havn út, snýr seg ikki bara um eina kai. Tað snýr
seg um at bjarga einum risastórum arbeiðsplássi og tað snýr seg um at bøta
um trygdina. Og tað snýr seg um at bøta um umstøðurnar hjá vinnulívinum,
fortaldu umboðini fyri Tórshavnar Býráðið teimum yvir 300 fólkunum, sum
vóru á borgarafundi um størstu byggiætlan hjá Tórshavnar kommunu
Skulu hugsa seg um
einaferð afturat
Nógv fólk halda, at tað er skeivt av býráðnum í
Havn at læsa seg fast í eina ávísa útbygging
Áki Bertholdsen
kansin eigur at fáa frið og tað er
ikki rætta at byggja eina havn
frammanfyri hann.
Tað heldur Albert Isfeld,
arkitektur. Hann vísir á, at
Skansin er eitt av okkara
fremsta fornminni við somu
tign sum Kirkjubømúrurin.
Tí er hann ein »halgidómur«
og má ikki oyðileggjast fyri at
fáa nýggja havn, heldur hann. Samstundis
er sjálvt endamálið einum Skansanum, at
útsýnið skal vera frítt frammanfyri.
Oyðileggja
Albert Isfeld er ósamdur í, at tað fer at bera til
at skapa eitt hugnaligt umhvørvi frammanfyri
Skansan við eini bátahavn, matstovu o.s.fr.
– Hetta fer bara at oyðileggja Vágsbotn,
so at vit fáa tveir miðdeplar, sum báðir detta
niðurfyri. Lat Vágsbotn hava frið og geri so
eina bátahavn onkustaðni. Men latið vera
við at fortelja fólki, hvussu hugnalig ein slík
bátahavn verður, tí tað verður hon ikki, sigur
arkitekturin.
Albert Isfeld heldur, at Tórshavnar Býráð
er á rættari leið í sambandi við havnarbygg
ingina. Men einasta mistak, sum tað ber til at
gera, er at byggja framvið Skansanum – og tað
er nettupp tað, býráðið ætlar at gera.
Skansin eigur at fáa frið, heldur hann.
Og ístaðin fyri at byggja framvið honum
eigur havnarlagið at verða bygt út suðureftir
ístaðin.
Har ber kanska til at fáa 1,5 kilometur av
bryggjukanti, sigur hann, umframt stórt øki
til bingjur.
– Nakað annað er so, um tað er rætt at
gera eina bingjuhavn mitt í Havnini. Tað gera
aðrir býir ikki, sigur hann.
Sjúrður Olsen, formaður í vinnunevndini
hjá býráðnum, sigur, at tey hava umhugsað
møguleikan at byggja suðureftir, sum Albert
Isfeld skjýtur upp. Men so verður trupulleikin
at fáa ferðsluna inn á land.
– Tað er ein tekniskur spurningur, sum
kann loysast, kvittaði Albert Isfeld. Kanska er
ein tunnil loysnin, legði hann afturat.
Fyrr ella seinni
Albert Isfeld ásannar, at byggisamtyktin kann
forða fyri, at bygt verður upp í loft.
– Men einaferð kemur eitt krav um at
broyta byggisamtyktina aftur, og so verða
pakkhúsini kanska ikki 12 metrar høg, sum
tey verða nú, men 25 metrar, sigur hann.
Tey flestu fólkini á birgarafundinum er
samd í, at tað er neyðugt at byggja út. Men
nógv halda eisini, at tað eigur ikki at verða
bygt frammanfyri Skansan. Og tað, tey flestu
sóknast eftir, er, at býráðið leggur ymsar
møguleikar fram fyri fólk so at ymir møgu
leikar eru at taka støðu til.
– Tey halda, at tað er ringt hjá fólki at
hava eina meining um Skansabryggjuna, tá ið
ongin annar møguleiki er at velja ímillum.
Tí saknaðu fólk, at býráðið eisini legði eina
nágreinilga ætlan fram um eina dúphavn á
Gulanum, innanfyri Glyvursnes og, hvussu tað
hevði sæð út, og hvat tað hevði kostað.
So kann verandi havnarlag verða til
ferðavinnu burturav. Samstundis siga
staðkend fólk, at Gulin er veðurbesta pláss
í Nólsoyarfirði, men Yviri við Strond eru
rættiliga ringt á ávísum ættum.
Onkur av fundarfólkunum fýltust á, at
Tórshavnar Býráð, hevur »start seg blint« upp
á akkurát hesa ávísu byggingina og hevur ikki
kannað aðrar møguleikar.
Fundarfólk vístu eisini á, at ov lítlar
kanningar eru gjørdar av larmi ymsastaðni í
býnum.
Tað er nógvur larmur av havnarlagnum
sum er, og tær kanningar, sum eru gjørdar,
umfatar ikki, hvussu nógvur larmur er ymsa
staðni í miðbýnum.
Víst var á, at serliga liggur Vágsbotn
soleiðis fyri, at nettupp tey verða ringast
plágað av larmi. Áhoyrarar halda sostatt, at
ein farmahavn mitt í Havnini, kann verða ein
hóttan ímóti miðbýnum – sum býráðið annars
hevur sett sær fyri at fá lív í aftur.
Víst varð eisini á, at longu sum er, er
útlátið av royki av havnarlagnum, til fortreð
fyri fólk, sum hava trupulleikar við anda
leiðini og stúrt verður fyri, tá ið havnarlagið
verður útbygd.
Áhoyrarar vístu eisini á, at væl uppi í
Eysturbýnum, sum er eitt tað fjølbygdasta
plássið í býnum, skifta fólk vindeyguni út við
tjúkkari glas í eini roynd at fáa náttarfrið.
– Har er nógvur larmur, og tað eru
rættiliga nógv fólk, sum eru plágað av
larminum.
Borgarstjóri, Heðin Mortensen, heldur
hinvegin, at larmur er eitt tekin um lív og
virksemi og larmur er ein partur av býarlívið.
Sjálvur hevði hann ikki viljað búð í einum býi,
har onki ljóð er, sigur hann.
S
Skansin er eitt av okkara fremsta
fornminni við somu tign sum
Kirkjubømúrurin og tí og má ikki
oyðileggjast fyri at fáa nýggja havn,
heldur Albert Isfeld, arkitektur
Tað er lívshættisligt
Eg bíði hvønn dag eftir, at ein vanlukka
hendir, sigur Rúni Olsen á Smyril Line
að er alneyðugt, at vit fáa betri
umstøður.
Tað sigur Rúni Olsen í
Smyril Line.
Hann var ein av teimum,
sum tók orðið á borgara
fundinum á Skúlanum við
Løgmannabreyt um stóru
havnarútbyggingina uttanfyri
Skansan. Norrøna flytir rætti
liga nógvan farm til Havnina, umframt at
hon flytir nógv ferðafólk til gongu, ferðafólk
í smáum bilum, í húsvognum og í stórum
bilum, alt hvørt um annað.
Og Rúni Olsen staðfestir, at umstøðurnar
eru alt annað enn góðar, men tað hevur
gingið í góðum samstarvi við allar partar.
– Umstøðurnar eru so vánaligar, at tað
er alneyðugt, at ábøtur verða gjørdar, sigur
hann.
– Vit hava eina farstøð, har pláss er fyri
20 fólkum at sita, so tað er stórur tørvur á at
bøta um umstøðurnar, staðfestir hann.
Lívshættisligt
Rúni Olsen sigur, at tá ið farið verður
íland av Norrønu, eru ferðafólk til gongu,
ferðafólk í bili og farmur, hvørt um annað,
og tað er hættisligt í allar mátar.
– Tann trupulleikin má loysast.
Og táið Norrøna fer, skulu allir trailarar,
bingjur, húsvognar, stórir bilar og smærri
bilar, og alt annað stúgvast saman.
– Eg siti javnan á skrivstovuni hjá Smyril
Line og hyggi út ígjøgnum vindeygað, oman
ímóti havnarlagnum og bíði eftir at ein
vanlukka hendir, sigur Rúni Olsen.
– Tað er lívshættisligt, so okkurt má
gerast, leggur hann afturat.
Hann leggur afturat, at teir stóru
dagarnar um summarið, skulu bæði Norrøna
og Smyril og berjast um tað sama plássið á
havnarlagnum.
– Og ofta liggur eitt stórt ferðamannaskip
á molanum afturat, og tað er alt annað enn
hugaligt hjá ferðafólk. Samstundis veksur
tørvurin á farmi alsamt.
Rúni Olsen fegnast tískil um, at Tórs
havnar Býráð fer undir at byggja havnarlagið
út. Og hann staðfestir, at tað er ein stórur
fyrimunur fyri ferðafólkið, at Norrøna kann
leggja at mitt í hjartanum í Havnini, so at
tey kunnu ganga niðan í miðbýin.
– Tað er ikki nakað, vit broyta við okkara
góða vilja, leggur hann afturat.
T
Myndir: Álvur Haraldsen