Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-30, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mars 2015síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 nr. 3 I 30. mars 2015 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum Laksalús larar kenna tað kring allan heim. Aldur laksur í nótum á sjó­num er vertur hjá fleiri og fleiri laksalúsum, sum nú eis­ini orka at standa ímóti heilivági av ymiskum slag. Bæði í Føroyum og í Noreg eru nýtt ymisk sløg av heilivági til at basa lúsapláguni, men tað vísir seg í báðum støðum, at lúsin klárar alt betur at vinna á heilivágnum. Í Noreg vísa hagtølini, at tað ber til at basa lúsini við heilivág, men tað skal nógv meira heilivágur til og viðgerðin er ómetaliga kostnaðar­mikil. Tí hevur í fleiri ár verið granskað í at finna aðrar mátar at basa lúsini. Òkent er ikki, at ymisk sløg av øðrum fiski etur laksalús av laksi og best kent er at rognkelsi ger tað. Hetta er roynt ymsastaðni í Noreg og Íslandi, men nú verður tað eisini roynt í Føroyum. Felagið Luna hevur roynt at brúka rogn­ kelsi síðani novemer og nú eru hini alibrúkini eisini farin at gera royndir at basa lúsini á hendan hátt. Parasittur Laksalúsin er í sjónum og ferðast vanliga við streyminum. Hon velir sær laksin sum vert og sýgur seg fast í fiskin. Lús sæst bæði á villum laksi og sílum og er ikki nakað nýtt fyribrigdi. Vanligt var, tá ið ein veiddi síl áðrenn nøkru aling var byrjað, at finna lús á sílum. Umstøðurnar hjá lúsini eru bert blivnar betri síðani alingin byrjaði. Tættleikin av fiski og tað at fiskurin er saman í nótunum ger tað á ein hátt lættari hjá lúsini at finna vertir. Seinastu árini hava alararnir og, myndug­ leikarnir gjørt ymiskar royndir at basa lúsini. Summi átøk hava riggað, meðan úrslitini hava verið vánaligari við øðrum. Heilivágur er brúktur nógv, men vandi er fyri, at tey sum keypa laks fara at velja hann frá, tí hann hevur so nógvan heilivág í sær. Tað hevur fingið alararnar at royna nýggjar leiðir, men enn er ongin einsamøll endalig loysn funnin. Hydrogenperoksid er eitt evni, sum er vatnbaserað, sum verður brúkt. Í Noreg eydn­ að­ist í 2014 at halda lúsini á sama støði, sum í 2013, men afturfyri var fýra ferðir so nógv brúkt av hydrogenperoksid. Hetta evnið er kent frá landbúnaðinum, húsarhaldum at reinsa vatn við. Trupulleikin er, at tá ið tað snýr seg um bardagan móti laksa­lúsin, so skulu ómetaligar nøgdir av evn­inum til – í fjør brúktu norðmenn 30.000 tons – og harafturat er sjálvdan nóg mikið við einari viðgerð. Tað er kostnaðarmikið og arbeiðskrevjandi og viðgerðin stressar fiskin rættuliga nógv. Vit mugu alla tíðina royna nýggjar hættir at forða fyri, at lúsin mennir seg A Meðan laksaalingin áður hevur verið hótt av sjúkum, er lúsin í dag størsta avbjóðingin Árni Gregersen Lúsin størsta avbjóðingin hjá øllum laksa­alarum Ketil Rykhus, norskur fiska­djóra­lækni