mánadagur 30. mars 2015síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
nr. 3
I
30. mars 2015
Lúsin er ein snúltari, sum livur í sjónum
Tað ger eisini, at fellið undir viðgerðini er
eisini dýrt.
Mótstøðuføri
Umframt loysnina við hydrogenperoksid,
sum eisini er brúkt í Føroyum, er annar
heilivágur eisini brúktur.
Heilsumyndugleikarnir í Noreg hava
leingi ávarað um, at ov nógv nýtlsa av
heilivági lættliga kann gera, at lúsin verður
mótstøðufør.
Lúsin er ein snúltari, sum livur í
sjónum. Tað vísir seg, at hon hevur
munandi lættari við at nøra seg á alilaksi
enn á villum laksi.
Millum annað tí stríðast alarar við at
halda lúsini nirði alt árið, so hon ikki gerst
kynsbúgvin. Tað ger, at laksurin hevur tað
betri og tað ger eisini, at árinið av lúsini er
minni.
– Okkara uppgáva er at syrgja fyri,
at talið av lús ikki vaksur. Vit mugu alla
tíðina royna nýggjar hættir at forða fyri,
at lúsin mennir seg, sigur Ketil Rykhus,
norskur fiskadjóralækni.
Hann vísir á, at umframt nýggjar
royndir við heilivági, so mugu aðrir hættir
eisini brúkast. Rognkelsi er ein máti, sum
verður royndur í Føroyum, men nýggjastu
royndirnar eru, at skjóta laksalús við
lasarakanónum.
Vilja vinna á laksalúsini
Uttan kemisk evnir
Alingin á Miðvági er gjørd uttan heilivág – rognkelsir taka sær av lúsapláguni
Árni Gregersen
íðani mars í fjør hevur laksur
gingið í nótum í Miðvági.
Hesin laksur er aldur uttan
at hann hevur fingið heilivág
av nøkrum slag – heldur ikki í
bardaganum móti lús.
Tá ið fiskurin var settur
á sjógv í amrs í fjør, avgjrødi
alarin, at fór tað at bera til at
ala hendan fiskin uttan heilivág
av nøkrum slag, so skuldu hetta roynast.
Ætlanin er, at fiskurin skal takast um
hálvan mei, og higartil hevur hann als ikki
fingið heilivág.
Fyri at verja laksin móti lús er reinsifiskur
settur í ringarnar. Rognkelsi úr Íslandi er sett
út og tað sær út til, at reinsifiskurin heldur
lúsini niðri.
Síðani rognkelsini vóru slept í ringarnar, er
lúsaplágan minkað við einum triðingi.
Vitan um rognkelsi sigur, at rognkelsi er
meira aktivt eftir lúsini, tá ið dagarnir eru
longri og hetta tykist eisini at passa í Miðvági.
Tað vísir seg, at alifiskurin skal vera í
sjónum á leið eitt ár, áðrenn lúsin finnur sær
laksin sum vert at búgva á og nørir seg nógv.
Umframt at ongi kemisk evnir verða
nýtt móti lúsini, so ger tað eisini, at fiskurin
ikki verður stressaður á sma hátt – og hann
sleppur dagliga at eta til vanligar tíðir – nakað
sum fer av lagi, tá ið aðrar viðgerðir verða
gjørdar.
Tað er kostnaðarmikið at viðgera alifisk
við ymiskum evnum, men tað forðar ofta fyri
fóðring í ein dag ella tveir, umframt at nakað
av fiski eisini doyr burturav undir viðgerðini.
S
225 lýs vóru funnar í maganum
hjá hesum rognkelsinum