mánadagur 30. mars 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
nr. 3
I
30. mars 2015
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Nýggj tøkni roynd
í lúsabardaganum
ardagin móti laksalúsini
harðnar fyri hvønn dag – og
royndir at finna nýggjar hættir
verða alla tíðina gjørdar.
Fríggjadagin setti luna
tveir lúsa-lasarar í alibrúkið
í Sørvági. Hetta er ein nyggj
roynd í bardaganum móti lús.
Lús er í veruleikanum
størsta hóttanin móti alingini
í løtuni, men stríð er eisini hert munandi.
Kring allan heim arbeiða alifyritøkur
saman við uppfinnarum myndugleikum við
spurninginum um at fáa bilbukt við lúsina
uttan at brúka kemikaliir.
– Vit gera nú eina roynd við hesum lasar
unum. Tað ber til at skjóta 700 lús um tíman
við teimum, sigur Bogi Jacobsen, sum stendur
fyri lúsastríðnum hjá Luna.
Lúsalasarin er royndur uttanlands og tað
vísir seg, at hann á ongan hátt skaðar laksin,
men tekur lívið av lýsnum.
Lasarin verður spentur í ein snór, sum
gongur tvørtur um aliringin og so verður
hann søktur niður í nótina. Tað vísir seg, at
laksur svimur framvið og so finnur lasarin
lúsina og skjýtur hana.
Tað er fyritøkan, sum hevur ment lúsa-
lasarin. Han er royndur í kili og Noreg og var
also tikin í nýtslu á Sørvági fríggjadagin.
B
Fríggjadagin setti Luna tveir lúsa-
lasarar í alibrúkið í Sørvági
Árni Gregersen
Bogi Jacobsen stendur fyri
lúsastríðnum hjá Luna
Fríggjadagin tók Luna í Sørvági
tveir lúsa-lasarar í brúk. Teir
skjóta 700 lýs um tíman
Mynd: Álvur Haraldsen
Rognkesli etur lús av laksi
men krevur eisini fóður
Sjálvt um rognkelsi etur lús og nógvar eru at
finna í maganum, so krevur rognkelsi eisini
annað fóður.
Royndirnar higartil við rognkelsi, sum
reinsifiskur, eru positivar. Í Miðvági er eitt
alibrúk, har onki annað er brúkt at halda
lúsini burtur, enn rognkelsi. Royndirnar vísa,
at talið av lús er minkað við einum triðingi.
Rognkelsi etur lúsina av laksinum.
Men lús er ikki nóg mikið av fóðri til
rognkelsi, so annað má til eisini.
– Vit hava givið rognkelsinum fóður,
sum er ment til tosk og annan fisk. Tað vísir
seg, at hetta er nakað, sum rognkelsi etur,
men rognkelsi etur eisini eitt lítið sindur av
vanliga laksafóðrinum, sigur Bogi Jacobsen,
sum stendur á odda í bardaganum móti lús
fyri Luna.
Onnur tiltøk
Umframt rognkelsi og nú eisini lúsa-lasarin,
so eru fleiri tiltøk, sum mugu gerast fyri at
minka lúsapláguna.
Luna hevur gjørt tað, at teir lata smoltið
vaksa í kørum á landi so leingi sum møguligt,
so laksurin í veruleikanum er so stutt í
sjónum, sum tilber.
Tað vísir seg, at tað tekur lúsini eitt ár at
menna seg av álvara í einum alibrúki. Vanliga
er góð tíð til hetta, tá ið smolt verður sett út.
Ætlanin við at lata smoltið verða munandi
størri er, at tíðin hjá lúsini at nøra og menna
seg er munandi styttri og tí fer skaðin lúsin
ger at verða munandi minni.
Luna hevur bygt á Fútakletti og har fer
smoltið at ganga til tað gersst munandi størri
og hevur minni tíð í ringunum á sjónum.
Her eu nakrar lús av ymiskum
støddum úr einum rognkelsi
úr einum ringi í Miðvági.