mánadagur 30. mars 2015síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
nr. 3
I
30. mars 2015
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
óast báðir teir stóru føroysku
bankarnir seinastu vikuna
hava breggjað sær av góðum
úrslitum, so vísa roknskapirnir
tvær rættiliga ymiskar myndir.
Fyrst og fremst, so er
roknskapurin fyri BankNordik
ein roknskapur fyri samlaðu
konsernina, sum eisini fevnir
um deildir í Danmark og
Grønlandi. Altjóða myndin ávirkar ikki longur
Eik, sum eftir fíggjarskrædlið aftur gjørdist
ein banki, sum virkar í Føroyum burturav.
Dýrt Amager-keyp
Fyrst og fremst, so er raksturin hjá
BankNordik í stóran mun ávirkaður av niður
skriving av goodwill. Tí er tað eitt sindur
misvísandi, tá tosað verður um avlop á 157
mió kr.
Goodwill verður definerað sum tað meir
virði, sum eitt felag ella virkisøki hevr í mun
til bókaða virðið av sama. Goodwill gerst
soleiðis bert sjónligt í eini handilsstøðu, og
kann eitt nú vera munurin millum søluprís og
bókaða eginogn.
Í eini sølustøðu íkemur goodwill sum
væntað framtíðar inntjening upp á keyptu
ognina. Tá BankNordik soleiðis hevur niður
skrivað goodwill við fjórðings milliard, merkir
hetta í stuttum, at vánirnar til framtíðar inn
tjening eru munandi verri í dag, enn tær vóru,
tá danski bankin á sinni varð keyptur.
Sambært ársfrásøgnini, so er henda støða
íkomin orsakað av óvanligu rentustøðinum,
sum ger tað trupult at fáa eitt nøktandi avkast
upp á góða gjaldførið hjá bankanum, men
tað nertir ikki tann veruleika, at handilin á
Amager varð ov dýrur, tá hugt verður í tíðar
innar bakspegil.
Eik vinnur á heimamarknaðinum
Í bankavirkseminum annars geva rokn
skapirnir eina greiða ábending um, at Eik við
einvísum fokus á føroyska marknaðin tykist
vinna marknaðarpartar frá stóra kappingar
neytanum.
Soleiðis eru útlánini hjá Eik økt við 200
mió kr. – svarandi til 3%. Samstundis standa
útlánini hjá BankNordik í stað, men tað er
ikki øll søgan. Sambært danska Finanswatch,
so er útlánsvøksturin í Danmark 12%, og tað
merkir alt annað líka, at talan hevur verið um
minking av marknaðarpartinum fyri útlán á
heimamarknaðinum.
Eisini er vert at bíta merki í, at mett út frá
teimum báðum seinastu ársroknskapunum,
so hevur tað eisini í størri mun eydnast hjá
Eik at betra um effektivitetin – lønsemi í
bankarakstrinum.
Eitt er, at rakstrarútreiðslurnar hjá
BankNordik eru lutfalsliga hægri í mun til
inntøkurnar, enn tær eru hjá Eik. Til hetta
kunnu vera fleiri orsøkir, sum ikki síggjast
beinleiðis í roknskapinum.
Annað er, at tað í nógv størri mun hevur
eydnast Eik at minka um sama lutfall í farna
roknskaparári.
Ein lægri rentumarginalur saman við
einum ovara pínumarki hjá kundum fyri
avgreiðslugjøld hevr við sær fallandi rakstrar
inntøkur, men her er minkingin hjá Eik lut
falsliga minni, enn hon er hjá BankNordik.
Samstundis hevur tað eydnast Eik at skera
ikki minni enn 11% av rakstrarútreiðslunum,
meðan sama lækkingin hjá BankNordik er
um 6%.
Væleydnaða tillagingin hjá Eik av út
reiðslusíðuni ber við sær, at bankin hevur
ein lítlan vøkstur í úrslitinum fyri niðurskriv
ingar, meðan hetta talið hjá BankNordik er
lækkað 13 mió kr. Tá tað samstundis verður
havt í huga, at bankin í tíðindaskrivinum vísir
á, at tey nú fyri fyrstu ferð forvinna meira enn
helmingin av rakstrarúrslitinum á nýggju – les
útlendsku - virkisøkjunum, má hetta sam
stundis takast sum ein greið ábending um,
at bankin í nógv minni mun enn áður skapar
sína inntjening á føroyska marknaðinum.
Sterkir bankar
At enda er vert at taka við, at teir báðir
peningastovnarnir, sum dominera føroyska
marknaðinum, í dag hava eina sera sterka
fíggjarstøðu.
Bæði tá umræður gjaldføri og solvens
liggja føroysku bankarnir væl omanfyri
lógarkravda markið. Og ikki minst tykjast
niðurskrivingar av útlánum ikki at hava nakra
nevniverda ávirkan a raksturin. Hjá Eik er
talan enntá um negativa niðurskriving – altso
verður tapsvandin við árslok 2014 mettir sum
verandi minni enn hann varð við árslok 2013.
H
Bankar
Danska deildin hjá BankNordik forvinnur nú pengar, men niðurskrivingin
á kvarta milliard bendir á eitt ov dýrt keyp. Á føroyska
marknaðinum vinnur Eik fram í mun til BankNordik
Jákup Mørk
Eik vinnur
marknaðar
partar
Hóast báðir teir stóru
føroysku bankarnir seinastu
vikuna hava breggjað sær
av góðum úrslitum, so
vísa roknskapirnir tvær
rættiliga ymiskar myndir