Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-30, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mars 2015síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum nr. 3 I 30. mars 2015 Høvuðstøl (mió kr.) 2014 2013 2014 2013 Rentuinntøkur, netto 508 574 242 248 Inntøkur frá tænastugjøldum, netto 190 182 60 60 Inntøkur frá trygging 76 69 0 0 Aðrar rakstrarinntøkur 14 15 13 24 Rakstrarinntøkur 789 840 315 332 Rakstrarútreiðslur -523 -559 -173 -195 Úrslit av kapitalpørtum 0 0 -1 2 Sektorútreiðslur v.m. -23 -26 0 0 Úrslit fyri niðurskrivingar 242 255 141 139 Niðurskrivingar á útlánum, netto -85 -148 29 -23 Rakstrarúrslit 157 107 170 116 Niðurskriving av goodwill -250 0 0 0 Aðrar eingangsútreiðslur -13 -11 0 0 Virðisjavni 13 17 -47 17 Úrslit fyri skatt -92 114 123 133 Fíggjarstøða (mia kr.) Innlán v.m. 12,6 12,2 6,0 5,8 Útlán v.m. 10,5 10,5 5,0 4,8 Eginogn 2,0 2,2 1,3 1,3 Solvensur 14,8% 14,7% 23,6% 25,0% Gjaldføri í mun til lógarkrav 2,8 2,8 2,4 3,2 Niðurskrivingar/útlán 0,81% 1,41% -0,58% 0,47% Rakstrarútreiðslur/-inntøkur 66% 67% 55% 59% Vinningsbýti til partaeigarar (mió kr.) 20 15 60 60 Tal av starvsfólkum 503 526 177 174 GG: Almennu roknskapirnir hjá bankunum eru ikki settir upp við neyvt somu roknskaparpostum. Nakrar umflokkingar eru tí gjørdar í yvirlitinum BankNordik Eik Nýggj kós skal setast Tað vóru heldur óvæntað tíðindi, sum bórust, tá tað fyrst í hesum mánaðinum varð sagt, at tey fýra nevndarumboðini hjá partaeigarunum øll skuldu skifast á komandi aðalfundinum. Ein aðalfundur, sum varð hildin í farnu viku, og har nevndin varð skift Jákup Mørk in av stóru partaeigarunum er Lind Invest, og har staðfesti Henrik Lind, at tey á nøkrum økjum ikki høvdu somu áskoðan um framtíðar kósina hjá bankanum, sum bankin sjálvur hevði tað. Hvørki Henrik Lind ella nýggja nevndarforkvinnan – við sigandi navninum, Stine Bosse – hava síðani sagt, um skiftið í nevndini verður einasta broytingin, ella um aðrar broytingar eru ávegis. Tá danska Finans Watch tann 3. mars hevði viðtal við Henrik Lind, staðfesti hesin, at tey eru stórpartaeigarar í einum banak, sum hevur staðið seg væl, og sum hevur víst á positiv rakstrarúrslit gjøgnum alla fíggjarkreppuna. Tað kann illa skiljast sum annað enn herðaklapp til leiðslu og nevnd. Samstundis staðfesti Henrik Lind tó, at hansara áskoðan er, tú skalt fremja broytingar, so skalt tú eisini fremja hesar. – Tá hetta er sagt, so eru vit í flestu førum samd við leiðslu og nevnd í strategi’ini. At vit trúgva upp á leiðslu og strategi er orsøkin til, at vit keypa okkum inn í eitt felag. Men tað snýr seg støðugt um strategi og menning, og viðhvørt mugu broytingar gerast, staðfesti Henrik Lind ta ferðina. Hann staðfesti síðani tað, sum nýggja nevndarforkvinnan endurtók eftir aðalfundin. Nevnliga at nýggja nevndin nú skal hava frið til at gera sær sína meting av bankanum, og at kósin síðani verður sett í mun til teir møguleikar, sum marknaðurin gevur. Bert tíðin kann soleiðis vísa, um tað verður við somu ella broyttari leiðslu, at BankNordik setir kós móti komandi avbjóðingum. Ella sagt øðrvísi – hvør tað verður, sum sleppur at klippa reyða snórin, tá BankNordik í heyst flytur inn í nýggja høvuðssætið við Oknaveg. E 2015 gott hjá lántakarum Bæði í Eik og í BankNordik eru ábendingar um, at 2015 verður eitt gott ár hjá teimum, sum skylda bankunum pening Jákup Mørk úni Schwarz Jacobsen, stjóri í Eik, skrivar millum annað í ársfrágreiðingini, at búskaparframgongdin helst fer at síggjast aftur í øktum virksemi hjá Eik. Men hann leggur afturat, at herda kappingin á lánimarknaðinum væntast at ávirka raksturin hjá bankunum. Soleiðis væntar Eik Banki eina lægri inntjening í ár sammett við 2014, og tað merkir sjálvandi, at viðskiftafólkini sleppa heldur bíligari, tá tey hava brúk fyri tænastum frá bankanum. Janus Petersen, forstjóri í Eik, skrivar, at talan verður um ein lægri rentumarginal, sum er munurin millum innláns- og útlánsrentu. Hartil skrivar leiðslan í BankNordik, at hóast tey rokna við øktum útlánum, so rokna tey eisini við lægri rentuinntøkum. Hjá báðum bankunum verður roknað við einum heldur lakari rakstrarúrsliti í ár, enn tey nú kunnu staðfesta fyri 2014. S