Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-30, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mars 2015síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 nr. 3 I 30. mars 2015 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum Útlendskar matmentanir við føroyskum rávørum atmentan úr øðrum londum hevur seinastu árini sníkt seg meira og meira inn í før­oyska gerandisdagin. Tíðin, tá ið vit bert ótu rá­vørur, ið vóru at finna í før­oysku náttúruni, er langt síð­ani farin, og í dag eru vit helst at meta sum alheimsborg­ar­ar, tá ið umræður mat. Pitsur, sushi og fleiri aðrar útlendskar mat­vørur hava funnið sín veg til Føroya, og iva­leyst vera tær verandi. Í øllum førum er Regin Dalsgaard, býlings og marknaðarstjóri í SMS sannførdur um, at føroyingar elska sushi. Sein­astu árini hava Miklagarður og hinir handlar­nir hjá SMS keypt sushi frá Etika, men tað er nú ein farin tíð, tí Stórigarður veitir fram­yvir sushi til allar matvøruhandlarnar hjá SMS. – Við hesum vilja vit sjálvi stýra nær okk­ ara matur verður framleiddur, hvussu ofta, og hvørjar rávørurnar eru, sigur Regin Dalsgaard. Sushi frá Stóragarði verður marknaðarført sum »ordiligt japanskt sushi«. Orsøkin til hetta er, at SMS hevur keypt sær ráðgeving frá japan­ar­anum Shuzo Konishi, sum sambært Regini Dalsgaard hevur drúgvar royndir sum sushi mennari. Og hann hevur lagt dent á, at sushiið hjá Stóragarði skal vera framleitt so­ leiðis, sum gjørt verður í Japan. – Okkara sushi verður framleitt á ein ser­ stakan hátt, sum Shuzo Konishi hevur undir­ víst okkum í, sigur Regin Dalsgaard. Meðan rísið kemur úr Japan, og helst skal vera heldur broyskt, eru flest allar aðrar rá­ vørur frá Stóragarði føroyskar. – Shuzo Konishi var ovfarin av hvussu góð góðskan á føroyskum fiski var, og júst tann blandingin – japanskt rís og føroyskur fiski – riggar væl saman, sigur Regin Dalsgaard. Breyð úr steinovni Stórigarður er sum nevnt eitt nýtt brand hjá Miklagarði. Regin Dalsgaard vísur á, at endamálið við Stóragarði er, at veita Mikla­ garðs­góðsku uttanfyri sjálvan handilin. Tískil er sushi ikki einasta matvøran, sum Stórigarður fer at bjóða fram. Í farnu viku byrjaði sølan av tvíflísum við viðskera úr Stóragarði. Tað serstaka við hesum tvíflísunum er, at breyðini eru bakað í Føroyum í einum steinovni. – Endamálið við Stóragarði er at veita mat­ vørur sum sushi og tvíflísar, sum eru fram­ leiddar eins og í upprunalandinum, men við góðsku­ríku føroysk rávørunum, sigur Regin Dalsgaard. Ein pitsa, sum verður framleidd eins og í Italia, er meira áhugaverd enn ein leygar­dags­ pitsa. – Okkara kundar vilja hava góðskuvørur, og tí royna vit við hesum at framleiða fleiri vørur frá grundini, sum vit sjálvi góðsku­ tryggja, sigur Regin Dalsgaard. Hann leggur dent á, at Stórigarður ikki er sprottin burturúr ónøgdsemi við aðrar veitara – bert úr einum ynski um at veita fleiri góðsku matvørur til matvøruhandlarnar hjá SMS. M Stórigarður er nýggja brandið hjá Miklagarði, sum hevur til endamáls at veita góðsku­vørur við íblástri úr útheiminum, men við føroyskum rávørum. Fyrstu vørurnar frá Stóragarði vóru sushi, og nú umboðar brandið eisini tvíflísar við viðskera Barbara Holm Føroyskar rávørur – Okkara kundar vilja hava góðskuvørur, og tí royna vit við hesum at framleiða fleiri vørur frá grundini, sum vit sjálvi góðsku­tryggja, sigur Regin Dalsgaard Mynd: Heinesen Myndir