Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-30, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mars 2015síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 nr. 3 I 30. mars 2015 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum Óendaligir møguleikar við tara á ið Agnes Mols Mortensen tók avgerð um at útbúgva seg sum serfrøðing innan tara, var áhugin fyri tara alt annað enn stórur millum fólk. Men áðrenn ph.d ritgerðin var liðug vísti tað seg, at tari veruliga hevði fingið tað pláss í heiminum, sum hann hevur uppiborið. Beinan vegin tá ið Agnes var liðug við sína endaligu ritgerð var eftirspurningur á arbeiðs­ marknaðinum eftir einum serfrøðingi í tara – og síðani er áhugin frá ymiskum stovnum og fyri­tøkum bara øktur. Agnes arbeiðir í dag við fleiri ymiskum verkætlanum. Summar hava vinnuligt enda­ mál, meðan aðrar snúgva seg um gransking innan tara. Tað eru nú 10 ár síðani, at Agnes tók av­ gerð­ina um at velja taran sum sína professio­ nellu lívsleið, og hetta heldur ógranskaða økið hevur framvegis nógv ymiskt at bjóða. – Jú meira vit granska í ymiskum tara­ sløgum jú fleiri nýtslumøguleikar vísa seg. Tað er næstan sum um onki mark er fyri hvat tari og taraúrdráttir kunnu nýtast til. Sjálv arbeiði eg serstakliga við at kanna hvussu tari kann nýtast til matna, tí eg vænti tað kann gerast ein stór vinna í Føroyum, um vit gera tað rætt, sigur Agnes. Ala tey røttu tarasløgini Tá ið umræður at gagnnýta taran kring Føroyar til vinnulig ella onnur endamál, so er Agnes av teirri sannføring, at tað er best at ala. Hóast tað mangan verður sagt, at tað íður í tara í Føroyum, so er hetta bert partvíst rætt. – Tað er ivaleyst nógvur tari kring Føroyar. Men vit skulu hugsa um, at Føroyar er eitt lítið oyggjasamfelag, og tari veksur ikki djýpri enn har sum ljósið sleppur til. So tað er í veru­leikanum eitt relativt lítið økið, sum tari kann veksa á kring oyggjarnar, sigur Agnes. Hennara mongu verkætlanir snúgva seg eisini um at kanna hvørjir møguleikar eru í at ala ymisk tarasløg í Føroyum, og júst á hesum økið eru góðar vónir fyri framman. – Tá ið vit ala tara í staðin fyri at heysta villan tara, nerta vit ikki við javnvágina í tí nátúr­ligu vistskipanini, og hartil er góðskan á tí alda taranum ógvuliga høg, sigur Agnes. Hon vísur á, at alir tú tara til eitt hvørt endamál, so kanst tú taka taran upp júst tá hann hevur ta allar bestu góðskuna. – Tað ber sjálvandi til at taka villan tara í av­markaðum nøgdum og nýta hann til ymisk enda­mál. Men eg haldi ikki Føroyar skulu byggja upp eina taravinnu, sum er grundað á villa taran, sigur Agnes. Føroyski alilaksurin er til dømis heims­ kendur, tí góðskan er óvanliga høg. Og júst tað sama kunnu vit uppnáa við taranum, um vit ala hann. Agnes Mols Mortensen og hennara fyri­ tøka Tari-Faroe Seaweed arbeiða í dag við at menna ymiskar taravørur, sum kunnu nýtast til matna. Men tað eru óendaligir møguleikar innan tara, og føroyski taraserfrøðingurin er ikki í iva um, at tarin kring Føroyar hevur ríkar møguleikar fyri at vera gagnnýttur til fleiri ymisk endamál í framtíðini. – Eg eri vís í, at eftirspurningurin eftir tara verður enn størri í framtíðini, sigur Agnes. T – Í løtuni verður nógv granskað í nýtsluvirðinum hjá ymiskum tarasløgum innan heilsu, heilivág, kosmetikk, matvørum og mangt annað. Tað sær næstan út sum einki mark er fyri hvat tari kann nýtast til, sigur Agnes Mols Mortensen, sum er lívfrøðingur og hevur skrivað eina ph.d ritgerð um tara Barbara Holm Føroysk matmentan – Tað ber sjálvandi til at taka villan tara í av­markaðum nøgdum og nýta hann til ymisk enda­mál. Men eg haldi ikki Føroyar skulu byggja upp eina taravinnu, sum er grundað á villa taran, sigur Agnes Mols Mortensen, lívfrøðingur