Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-30, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mars 2015síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum nr. 3 I 30. mars 2015 okk­ara vøru, verður vøran bíligari, frískari og eis­ini verður minni bíðitíð, heldur hann. Tað eru ikki nógvir kappingarneytar hjá Faroe Wasabi á millum annað tí evropeiska marknað­inum. Og tí halda teir tríggir seg hava góðan møguleika at marknaðarføra seg uttan­lands. – Samtíðis er tað serstaka við okkara hug­ skoti, at vit hava funnið eitt nýtt stað at dyrka wasabi, ið er minst líka so væl egnað, um ikki betri, enn alla aðrastaðni í heiminum, siga teir. Gera eina lítla veltu at byrja við Saman við Jarðfeingið og Búnaðarstovuni fara teir tríggir í Faroe Wasabi í næstum undir at royna sítt hugskot í praksis. Ein lítil wasabi velta er byrjanin, men verður úrslitið av wasabi veltuni gott, so er ætlanin at gera eina størri veltu næstu ferð. – Tað tekur millum eitt og tvey ár frá tí vit hava sett niður, til vit kunnu síggja um wasabi rótin fær vaksið í Føroyum, sigur Ólavur. Fyri at wasabi rótin skal vaksa í Føroyum, so er umráðandi at finna rætta lendi, og hetta kann taka tíð. Men tað er júst hetta, sum Jarð­ feingið og Búnaðarstovan fara at hjálpa við. Ungu íverksetararnir eru nú í einari tilgongd, har teir fara at søkja stuðul til sína verk­ætlan. Og vónandi verður føroyskt wasabi í heims­ flokki úrslitið av hugskotinum, sum kom í einum 10. flokki í Havn. Í løtuni er bert ein onnur fyritøka í Evropa, ið dyrkar og selur wasabi – Ætlan okkara er at dyrka og framleiða dygdargott føroyskt wasabi. Í løtuni er um­leið 95% av øllum wasabi, ið verður selt á marknað­inum í roynd og veru ikki wasabi, men ein blanding av piparrøtum, matliting og sinnopi, sigur Ólavur Weihe Joensen frá Faroe Wasabi Vinnararnir, Ólavur Weihe Joensen, Dánjal Hansen og Niklas Túgvustein, og teirra verk­ætlan »Faroe Wasabi« Teir luttók eisini á Ársins Íversetanardegi í Klaksvík fríggjadagin í farnu viku. Endamálið við íverksetaraarbeiðinum í fólkaskúlanum er at geva næmingunum møguleika at nýta sítt hugflog, síni skapandi evni og fakligu førleikar í arbeiðinum at skapa og menna eina vøru frá hugskoti til liðugt avrik við øllum teimum avbjóðingum, sum eru ávegis. Tað segði Bjørn Kalsøe 27. februar, tá ið FM 2015 varð hildið í Norðurlandahúsinum. Velta wasabi í Føroyum Wasabi er ein rót, sum natúrliga veksur framvið ávísum áum í fjøllunum í Japan og har á leið. Tað er ein so sjáldsom planta, at ektað wasabi kostar nógvar pengar. Tað, sum ofta verður selt sum wasabi, er í veruleikanum eftirgjørt wasabi, piparrót við grønum litevni í. Hugskotið byggir á, at tær umstøðurnar, sum wasabi krevur, passa væl til før­oysk viðurskifti. Nógv regn, høg luft­væta, lítið av sól, væl drenað mold, reint umhvørvi, og 7 til 21 hitastig. Eftir­spurningurin er stórur og útboðið lítið. Tað merkir, at pengar eru at forvinna, um tað eydnast at fáa wasabi at vaksa í Føroyum. Tað hevði eisini verið eitt sindur av einari koll­ velting í føroyskum landbúnaði, sum higar­til hevur verið rættiliga væl grund­ aður á siðbundna føroyska mentan.