mánadagur 30. mars 2015síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
nr. 3
I
30. mars 2015
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
t vit eiga skapandi, eldhugað
og nýhugsandi ungdómar
her á landi er tað væl eingin
sum ivast í longur. Tá ið
FM í íverksetan 2015 var á
skránni fyrr í ár, vóru fleiri
spennandi og góð hugskot í
skjáttuni hjá teimum ungu
næmingunum. Vinnararnir
gjørdist næmingarnir úr
Eysturskúlanum, Ólavur Weihe Joensen,
Dánjal Hansen og Niklas Túgvustein, og teirra
verkætlan »Faroe Wasabi«.
– Ætlan okkara er at dyrka og framleiða
dygdargott føroyskt wasabi. Í løtuni er um
leið 95% av øllum wasabi, ið verður selt á
marknaðinum í roynd og veru ikki wasabi,
men ein blanding av piparrøtum, matliting og
sinnopi. Av hesi orsøk hava vit valt at leggja
sera stóran dent á dygdina á okkara vøru,
og at selja røtur ístaðin fyri wasabi í tupum,
soleiðis at kundin veit hvat hann fær, sigur
Ólavur.
Wasabi kann einans dyrkast fáa støð í
heiminum og prísurin er eisini har eftir; 1500
kr/kg. Hóast hetta meta teir tríggir, at vit í
Føroyum hava júst tær røttu umstøðurnar
at dyrka wasabi, eitt nú viðvíkjandi brúk av
grundvatni, sum hevur ein støðugan hita,
soleiðis at tað ikki er neyðugt at brúka orku
til at hita vatn upp við.
– Eftirsum at eingin hevur roynt at dyrka
wasabi í Føroyum áður, eru vit enn á einum
granskingarstigi, og tískil hava vit gjørt
eina samstarvsavtalu við Búnaðarstovuna,
ið er tilreiðar at veita okkum millum annað
ráðgeving og jarðarstykki. Eisini gera vit sam
starvsavtalu við Jarðfeingi um ráðgeving við
víkjandi grundvatninum, greiður Ólavur frá.
Verkætlanin er á byrjanarstøðið enn, men
tað, sum spratt burturúr einari skúlakapping,
verður nú royndarkoyrt, og úrslitið kann
síggjast um eitt gott ár.
Evropeiski marknaðurin áhugaverdur
Ein wasabi fyritøka kann neyvan yvirliva við
bert at selja til føroyska marknaðin. Sambært
yvirlitið hjá heilsølum í Føroyum, verða tað
árliga einans innflutt nøkur fá 100 kg av
wasabi; eitt samlað virði á undir 50.000 kr.
Men tann evropeiski marknaðurin kann vera
áhugaverdur fyri Faroe Wasabi.
– Tann evropeiski marknaðurin er sera
viðkomandi fyri okkara fyritøku, tí í løtuni er
bert ein onnur fyritøka í Evropa, ið dyrkar og
selur wasabi, og hon er staðsett í Bretlandi.
Av hesum orsøkum hava vit ein fyrimun, tí
í løtuni kemur tað mesta av wasabi, ið tann
evropeiski marknaðurin keypir, heilt frá Japan
og Kina, sigur Ólavur.
Tískil verður wasabiið ikki so fríkst sum
gjørligt, og harumframt koma nógv avgjøld á
vøruna.
– Tað vil siga, at um evropearar keypa
Ætlan okkara er at
dyrka og framleiða dygdar
gott føroyskt wasabi
Føroysk matmentan
A
Tá ið árliga FM í íverksetan var á skránni fyrr i ár, gjørdist tað ungu næmingarnir
úr 10. flokki í Eysturskúlanum, sum áttu besta hugskotið. – Okkara dreymur er at
framleiða og selja føroyskt wasabi, sigur Ólavur Weihe Joensen, ein av stigtakarunum
Barbara Holm
Dreymurin
er at selja
føroyskt
wasabi
í heimsklassa