týsdagur 31. mars 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. apríl 2015 · Nr. 38
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
heilsa
Vilmund Jacobsen
Rósan
–
eisini
rópt
»erysipelas« – er bruni í
húðini, og orsøkin er oftast
ein vanlig bakteria í húðini,
steptokokk-bakterian,
Streptococcus pyogenes.
Í brunanum kann eisini
vera bakterian, Staphylo
coccus aureus.
Tað eru sum oftast vaksin
fólk, sum fáa rósuna, og tú
kanst fáa brunan allastaðni
á kroppinum. Mest vanligt er
tó, at rósan setir seg í beinini.
Rósan
vísir
seg,
sum
eitt hovið, ógvuliga reytt
og neyvt avmarkað útbrot,
sum breiðir seg. Tú hevur
ilt, kanst fáa høgan fepur og
vaml.
Hvaðani kemur rósan?
Rósan byrjar ofta við einum
lítlum sári ella lítlari skeinu,
sum bruni kemur í. Við
viðgerð verður brunin van
liga skjótt burtur. Tað hendir
– tó ikki ofta – at brunin
mennist til djúpari bruna
í vøddunum og í ringasta
føri til blóðeitran, sum kann
gerast ein álvarslig støða.
Tað, sum hendir, er ofta, at
húðin skrædnar. Ein vanlig
orsøk kann vera svampur,
eksem ella bara ein skeina á
húðini. Verjan verður brotin,
og hetta kann skjótt føra til
rósuna.
Bakteriur sleppa inn í
húðina og tær, sum føra til
rósuna, eru heilt vanligar
bakteriur, sum finnast eitt
nú í munninum og á húðini.
Bakterian kann skjótt seta
seg á fingrarnar.
Tað er skilagott ongantíð
at pilka við sár. Tá tú pilkar
við, seinkar tú lekingini, og
hetta kann føra til bruna, og
tú kanst spreiða bruna til
onnur.
Hvussu følist rósan?
Útbrot við rósu byrjar ofta
knappliga. Tú sært ein lítlan
reyðan blett á húðini, og eftir
fáum tímum veksur blett
urin og breiðir seg. Húðin
hovnar og gerst reyð, og
hon tykist heit og eym, tá tú
nertir við hana.
Ígerðin breiðir seg sum
ein alda undir húðini, og tú
sært ein týðiligan kant móti
húðini, sum enn er frísk.
Rósu-smittan breiðir seg
oftast út í leysa vevnaðin
undir húðini, og í andlitinum
sæst hon gjarna kring um
eyguni, á kinninum og um
oyruni.
Samstundis, sum ígerðin
mennist undir húðini, kanst
tú eitt nú føla kuldskjálvta
og fáa fepur og høvuðpínu.
Byrjar tú ikki við effek
tivari viðgerð skjótt, kann
støðan gerast verri, og í ring
asta føri kanst tú koma í eina
sjokk-líknandi støðu.
Men, hvat kanst tú so
sjálv/-ur gera?
Hevur tú illgruna um rós
una, eigur tú beinanvegin at
seta teg í samband við lækna.
Vanliga er ikki neyðugt
við kanning, tí læknin sær
gjarna á útbrotinum, at talan
er um rósuna.
Er talan um sár, tekur
læknin møguliga ein vatt
pinn, sum verður turkaður
inn í sárið, og tá kann vætan
– um neyðugt – kannast á
kanningarstovu. Eftir ein
ella tveir dagar ber vanliga
til at siga, hvørjar bakteriur
eru orsøkin til brunan.
Hevur tú sár, er skilagott
at vaska sárið við vatni og
sápu fyri at minka um vand
an fyri, at bruni kemur í.
Viðgerð neyðug
Hevur tú fingið rósuna, skalt
tú hava tað, sum rópt verður
»smalspektret«
pensillin
sum tablettir, men er talan
um báðar bakteriurnar, sum
eru nevndar fyrr í greinini,
fært tú bæði »smalspektret«
pensillin og eitt »pensillin
asestabilt«
pensillin
sum
tablettir ella kapslar.
Gerst
støðan
meira
álvarsom, fært tú pensillin
sproytað inn í blóðæðrarnar,
men ert tú allergisk/-ur fyri
pensillini, verður eisini hædd
tikin fyri hesum við øðrum
sløgum av heilivági.
Ein viðgerð við pensillini
fær vanliga skjótt bilbukt
við brunanum og byrgir upp
fyri, at sjúkan fær aðrar av
leiðingar.
Tað er týdningarmikið, at
tann, sum hevur fingið rós
una, bindur frið og letur økið,
sum er rakt av bruna, hvíla.
Týdningarmikið
er
eisini
at finna út av, hvar sárið
ella skeinan er, so tú kanst
byrgja uppfyri, at brunin
tekur seg uppaftur.
Ymiskir faktorar kunnu
økja um vandan fyri at fáa
rósuna, eitt nú kroniskar
sjúkur, alkoholisma, sukur
sjúka, kronisk beinsár og
hovin bein.
vilmund@sosialurin.fo
Ovurviðkvom fyri matvørum At fólk í størri mun gerast ovurviðkvom er vorðið ein alsamt størri trupulleiki, eitt nú í Danmark. Umleið
5-7% av øllum børnum í Danmark dragast við eitt ella annað slag av ovurviðkvæmi mótvegis onkrum matvørum. Í fyrsta lagi er talan um
mjólk, egg, jørðnøtir, fisk og skeljadjór. Flestu børn veksa tó burtur úr hesum. Høvuðsreglan er, at lættast er at sleppa burtur úr ovurviðkvæmi,
tá ræður um mjólk og egg. Hinvegin hongur ovurviðkvæmi, sum stendst av jørðnøtum ella fiski, gjarna við alt lívið. Millum vaksin fólk eru tað
umleið 2%, sum líða av ovurviðkvæmi, ið stendst av ymiskum matvørum, og millum tey vaksnu hongur ovurviðkvæmi oftast við alt lívið.
Navnið er vakurt – men líðingin er óbehagilig
Orsøkin til, at fólk fáa rósuna, er sár ella skeinir á húðini, sum bakteriur sleppa inn
ígjøgnum. Ein vanlig orsøk kann vera svampur, eksem ella bara ein skeina
Rósu-smittan breiðir seg oftast út í leysa vevnaðin undir húðini, og í
andlitinum sæst hon gjarna kring um eyguni, á kinninum og um oyruni
Týdningarmikið er at finna
út av, hvar sárið ella skeinan
er, so tú kanst byrgja uppfyri,
at brunin tekur seg uppaftur