Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-31, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mars 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. apríl 2015 · Nr. 38 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Danjal av Rana Málið byrjaði í 2005, tá parta­ eigarar í Vinnuni seldu øll partabrøvini í felagnum til eitt nýstovnað holdingfelag fyri 250 milliónir krónur. Í nýstovnaða holdingfelagnum áttu somu eigarar tó somu ognarpartar sum í p/f Vinn­ uni. Sølan gekk fyri seg so, at av keypsupphæddini vóru 97,5 milliónir innskotnar í nýggja felagið sum apport­ inn­skot. 55 milliónir vóru goldnar kontant í 2005 og sein­astu 97,5 milliónirnar skuldu avdragast yvir 10 ár. Í 2006 var gjørt av at leggja feløgini saman og so­ statt áttu somu eigarar somu partar í nýggja saman­lagda felagnum, sum teir ann­ars høvdu selt úr gamla felagnum. Tó vóru teir nú 152,5 millión ríkari. Hetta felagið eitur í dag Varðin. TAKS kom so á banan. TAKS metti, at sølan var at meta sum fjald útluting av vinn­ingsbýti og segði, at sølu­ upp­hæddin, minus apport­ inn­skotið, var skattskyldugt vinningsbýti, tað vil siga, skattur mátti gjaldast av 152,5 milliónum krónum. Somu eigarar áttu somu virði, bæði áðrenn og aftan á søluna, og tí metti TAKS, at talan í veru­leikanum var útluting av vinn­ingsbýti. Partaeigararnar søgdu har­afturímóti, at alt var farið fram í tráð við galdandi lóggávu. Teir rindaðu tó skatta­rokningina frá TAKS, áljóðandi 53,5 milliónir krón­ ur, men undir mótmæli, og saksøktu síðani TAKS fyri at fáa pengarnar aftur og skattakravið fráfelt. Bæði Føroya rættur, í juni 2011, og Eystari landsrættur, í novembur 2012, góvu parta­ eigarunum viðhald, og eft­ir dómin í Eystara lands­rætti mátti TAKS eisini rinda peningin, sum parta­eig­ar­ arnir høvdu goldið í skatti, aftur til teirra. Tá dómur varð sagdur í Eystara landsrætti, setti TAKS seg beinanvegin í samband við kamaraadvokatin í Danmark um ráðgeving. Niðurstøðan hjá Kamaraadvokatinum var, at TAKS burdi roynt málið í Hægstarætti, og tað fekk TAKS seinni loyvi til. TAKS metti, at av tí, at málið var sera prinsipielt og at tað snýddi seg um nógvar pengar, var neyðugt at fara allan vegin í Hægstarætt við málinum. Í morgun hevur Hægsti­ rættur gjørt úrskurð í málin­ um og gav TAKS viðhald í øllum. Hægstirættur skrivar í síni grundgeving, at teir ellivu partaeigararnir í longri tíð ikki høvdu fingið nak­að vinningsbýti úr p/f Vinnuni. Í 2005 ynsktu teir tó at taka nakað av virðinum úr felagnum, tó uttan at selja felagið til onnur. Tískil valdu eigararnir at stovna holdingfelagið og førdu partabrøvini í Vinnuni yvir í hetta felagið, so at teir somu eigararnir, áttu somu ognar­ partar í felagnum. Hægstirættur vísir á, at ongar fíggjarligar ætlanir vóru fyri nýggja felagið, eins og at eingin ætlan varð gjørd fyri, hvussu skuld­in hjá felagnum skuldi aftur­ rindast. – Endamálið við hesum handlinum má tí skiljast at hava verið at fáa til vega eina skipan, har tey virði, sum vóru spard í holding­fe­ lagið 1 (tað er p/f Vinnuni), kundu flytast yvir til parta­ eigararnar, uttan at skattast sum vinningsbýti eftir kapital­skattalógini §9, stk 1. Hendan fatan verður styðj­ að av samanleggingini í 2006 av feløgunum báðum, við tí grundgeving at tað ikki tænti nøkrum endamáli, at eigararnir áttu eitt hold­ ingfelag, sum átti eitt annað holdingfelag, stendur at lesa í dóminum. Avgerðin hjá Hægsta­ rætti merkir, at teir 11 parta­eigararnir í Gøtu nú skulu gjalda TAKS umleið 70 milliónir krónur innan fjúrt­an dagar. Talan er um skatt av teimum 152,5 milli­ ónum krónunum, góðar 53,5 milliónir, umframt sakar­ máls­kostnað og rentur. Steffen Sværke, sakførari hjá Kamaradvokatinum, um­ boðaði TAKS í Hægstarætti. Christian Andreassen er sak­ førari hjá teimum 11 parta­ eigarunum í Vinnuni. Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, sigur í stuttari við­ merking, at hann fegnast um dómin. – Vit fegnast um dómin, sum vísir, at okkara sjónar­ mið vóru verd at royna allan vegin, sigur stjórin í TAKS, Eyðun Mørkøre. Hann sigur, at bara tað, at TAKS fekk málið roynt í Hægstarætti, vísti eisini, at tað var rætt at royna tað. – Vit vóru ikki vísir í, at vit fóru at vinna málið, men vit hildu, at okkara sjónarmið vóru góð, og at tað kundi ikki vera rætt, at tað gekk fyri seg upp á handa mátan, sigur Eyðun Mørkøre. DÓMUR TAKS vann í hægstarætti Hægstirættur hevur í morgun gjørt úrskurð í sakarmálinum sum TAKS legði móti p/f Vinnuni, og gevur TAKS viðhald í, at partaeigararnir eiga at gjalda skatt av einum vinningsbýti á 152,5 milliónir krónur. Eyðun Mørkøre, stjóri í TAKS