týsdagur 31. mars 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 1. apríl 2015 · Nr. 38
SKANSABRYGGJAN
Ein hóttan ímóti
miðbýnum í Havn
Ongar kanningar eru gjørdar larminum,
sum er av havnarlagnum longu nú
Áki Bertholdsen
Ætlanin hjá býráðnum at
byggja Tórshavnar Havn
út, kann verða ein hóttan
ímóti miðbýnum í Havn.
Tað helt Erla Olsen,
havnarborgari, á borgara
fundinum
um
ætlaðu
Skansabryggjuna.
Sjálv býr hon í miðbý
num og hon heldur at tað
hevur týdning at hava ein
livandi miðbý, men hon
heldur, at avleiðingin av
hesum kann verða, at fólk
flytir úr miðbýnum.
Hon vísir á, at tað eru
rættiliga stórir vansar av,
at allur útflutningur av
fiski er frá eini havn mitt
í býnum.
Har standa kølibingjur
á
havnarlagnum
heilar
nætur og larmurin frá
teimum órógvar rættiliga
illa, sigur hon.
Hon undrast á, at kann
ingarnar, sum eru gjørdar,
ikki siga eitt orð um tann
larmin, sum longu nú
stendst av havnarlagnum.
– Í hesum sambandi eig
ur at verða kannað, nógv
ur larmur er ymsastaðni í
miðbýnum av havnarlag
num, sigur hon.
– Tað er heldur ikki
máta, hvørja ávirkan, út
látið av dálkandi evnum
hevur. Tað verður sagt, at
tað er fitt av vindi, men
hvørja ávirkan hevur út
látið tá ið tað er mjørki?,
spyr hon.
Erla Olsen vísti á, at
tað eru rættiliga nógv fólk
í miðbýnum, sum verða
trong fyri andanum, tá ið
tað er mjørki.
Hon vísti eisini til enda
málið hjá býráðnum um at
gera Vágsbotn til ein mið
depil.
– Vágsbotn verður eitt
tað staðið í Havnini, sum
verður harðast rakt av
larmi.
Erla Olsen samanber
hetta málið við havnina á
Gomlurætt.
Tað
var
ætlanin
at
leggja
hana
beint
við
Múrin, men so hvørt, málið
varð viðgjørt, var hon flutt
á Gomlurætt, tí at myndug
leikarnir lurtaðu. Men tað
leikaði hart á, tí eisini tá
varð sagt, at tað bar ikki til
at gera eina havn á Gomlu
rætt.
– At byggja uttanfyri
skansan, er ein »discount«
loysn. Vit eiga heldur at
finna ta røttu loysnina,
hóast tað kostar eitt sindur
meiri, heldur hon.
Eisini Jan Mortensen,
sum býr í Eysturbýnum,
staðfestir, at tað er so
nógvur larmur av havnar
lagnum, at rættiliga nógv
fólk hava ampa av tí og
onkur eru farin at skifta
vindeyguni út við tjúkkari
glas, tí tað larmar so illa.
Annars veit hann ikki
dømi um, at roynt verður
at draga bingjuhavnir so
tætt inn í býin sum gjør
ligt.
Tekin um lív
Heðin Mortensen, borgar
stjóri, heldur hinvegin, at
larmur er eitt tekin um
lív og virksemi og larmur
er ein partur av býarlívið.
Sjálvur býr hann á Glaðs
heyggi og hann ásannar,
at hann tað er larmur frá
havnarlagnum. Men tað
er ikki nakað, sum plágar
hann.
– Eg hevði ikki viljað
búð í einum býi, har onki
ljóð er, sigur hann.
Sjúrður Olsen, formað
ur í vinnunevndini hjá
býráðnum, væntar minni
larm av nýggju havnini
av teirri einføldu orsøk,
at hon er longri burtur
enn núverandi havn. Og
hann sigur, at í nýggju
havnini, skal streymur til
kølibingjur fáast úr landi,
so at tað slepst undan ljós
motorum, sum larma.
Tað er ringt hjá havnarfólki
at hava eina meining um
ætlanina at byggja nýggja
havn frammanfyri Skans
an, tá ið vit ikki vita, hvørjir
aðrir møguleikar eru.
Tað helt Heri Krage
steen,
havnarmaður,
á
borgarafundi um ætlanina
hjá býráðnum at byggja
nýggja havn frammanfyri
Skansan.
Tí saknaði hann, at bý
ráðið eisini kannar aðrar
møguleikar og leggur teir
alment fram, so at fólk
hava ymsar møguleikar at
taka støðu til.
Sjálvur saknar hann
serliga, at møguleikin at
gera eina djúphavn á Gula
num, innanfyri Glyvurs
nes, verður kannaður.
Hann heldur, at tað
átti ligið ræðið fyri at lagt
eina havn har, tí nú verð
ur nýggj brúgv gjørd um
Sandá og grótið er á stað
num, so tað slepst undan
at flyta tað nakran veg.
– Sum havnarborgari
sakni eg, at fleiri møgu
leikar verða kannaðir, eitt
møguleikin at savna alt,
sum hevur við farmaflutn
ing at gera, úti á Gulanum,
men at ferðafólkhavnin
verður verandi í býnum,
her havnin er nú, sigur
Heri Kragesteen.
aki@sosialurin.fo
Sakna aðrar møguleikar
Rýma
Avleiðingin kann vera, at
fólk rýmir úr miðbýnum,
heldur Erla Olsen, sum
heldur, at kanningarnar,
sum eru gørdar, eru
ikki nóg fullfíggjaðar
Ikki billa fólki inn, at tað
verður ein hugnaligur miðdepil
Halgibrot
Albert Isfeld, arkitektur, heldur, at tað er mestsum halgibrot at byggja eina bingjuhavn
frammanfyri Skansan. Hann mælir heldur til at byggja suðureftir og úteftir
Myndir: Álvur Haraldsen
Fer Tórshavnar býráð at
byggja Tórshavnar Havn út,
eigur býráðið eisini at leggja
eina ætlan fyri, hvussu grót
brotið skal síggja út, tá ið út
byggingin er liðug
Tað
segði
Gudmund
Hansen, arkitektur, á borg
arafundinum
um
ætlaðu
Skansabryggjuna.
Hann sigur, at Tórshavnar
Býráð er í ferð við at gera
sama mistak, sum so nógv
onnur hava gjørt áður.
Og tað er at grót verður
brotið, uttan at leggja eina
heildarætlan fyri, hvussu
grótbrotið skal síggja út
aftan á, og, hvat tað kann
brúkast til.
– Tá ið ið arbeitt verður í
grótbrotum aðrastaðni, verð
ur ikki bara sprongt fram
eftir fummum, tí áðrenn
farið verður at sprongja,
verður ein ætlan løgd fyri,
hvat grótbrotið skal brúkast
til aftan á, og so verður
sprongt eftir tí.
Somuleiðis
saknar
Gudmund
Hansen
eina
mynd av, hvussu Skansin
sær út hjá teimum, sum
koma siglandi inn á Havnina.
Eisini Sonne Smith, heitti
á býráðið um at gera tað vak
urt, so hendan útbyggingin
verður ein fyrimynd fyri
allar Føroyar.
Tí mælti býráðnum til at
leggja dent á, at gera tað so
vakurt, sum gjørligt.
Jónsvein
Lamhauge,
havnarmeistari,
sigur,
at
mynd er av, hvussu Skansin
fer at síggja út frá sjónum,
men hann fer eisini at síggj
ast eftir útbyggingina, sigur
hann.
aki@sosialurin.fo
Endurtaka gamalt mistak
Bingjur og ferðafólk rigga ikki saman!
Tað staðfesti Oddvør Johan
sen, havnarfólk, á borgara
fundinum í Havn um ætlaðu,
nyggju Skansabryggjuna.
Hon heldur, at tað er ein
misskiljing at trunka ferða
fólk og bingjur saman á ein
um og sama øki.
Eisini hon saknar, at aðrir
møguleikar verða kannaðir,
eitt nú siga gamlir argja
menn, at har er púra kyrt á
Gulanum, innanfyri Glyvurs
nes.
– Hon heldur, at tað er
púra »klikkað« at halda, at
ein bingjuhavn verður eitt
prýði at hyggja at.
Og so endurgav hon býar
arkitektin, Mikael Viderø,
sum á einum arkitektafundi
fyri 10 árum síðani segði, at
»har tað gongur skjótt, er
størri vandi fyri, at tað gong
ur heilt galið«
– Skansin er eitt forn
minni og øll skilja, hvussu
burtur úr vón og viti tað
hevði verið at bygt eina
bingjuhavn framman fyri
Múrin
í
Kirkjubø,
segði
Oddvør Johansen.
Hjørleif Kúrberg staðfesti
eisini, at havnarfólk vita, at
ókyrrasta pláss á Nólsoyar
firði er yviri við Strond.
Eisini hann saknaði eina
kostnaðarætlan fyri eina
Havn á Gulanum, tí tað er
kyrrasta pláss í Nólsoyarfirði
Ein
síðuvinningur
við
tí, er, at har fæst eitt beni,
sum er væl hóskandi at bora
frystitunlar inn í.
– Eru tit politikarar til
reiðar at taka avleiðingarnar
av tí, og rinda fyri tað, vísir
tað seg, at Skansabryggjan
miseydnast, spurdi hann.
Sjálvur heldur hann, at
tað verða havnarborgarar,
sum fara at rinda fyri tað.
aki@sosialurin.fo