Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-31, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mars 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. apríl 2015 · Nr. 38 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SKANSABRYGGJAN Tórshavnar Býráð er í ferð við at gera einasta mistakið, sum tað ber til at gera Ein valdsgerð at byggja framman­fyri Skansan Áki Bertholdsen – Ansið eftir, hvat tit gera. Og latið Skansan fáa frið! Tað var boðskapurin hjá Albert Isfeld, arkitekti, á borg­ara­fundi í Havn um ætlan­ina at byggja havnar­ lagið út frammanfyri Skans­ an. Hann fegnast um, at ætlanin er frammi um at byggja havnarlagið út, tí sjálv­andi skal havnin fram­ vegis verða miðstøð í Før­oy­ um. Og tað er eingin ivi um, at sum er, eru umstøðurnar á havnarlagnum eru ov vána­ ligar. Men hann er ikki samdur í, at tað er rætt at byggja framman­fyri Skansan. – Skansin er okkara størsta fornminni, sum hev­ ur við sjógvin at gera og hann hevur sama týdning fyri okkum, sum Tinganes og Kirkju­bø­múrurin hava. – Tí er hann at kalla eitt heilagt stað fyri okkum før­ oy­ingar og tí er tað ein valds­ gerð at byggja framman­fyri hann. Tað verður ført fram, at hann er so illa røktur, men Albert Isfeld heldur, at tað er ein bøtiligur skaði, tí tað er bara at røkja hann. Dømt at miseydnast Býráðið hevur ført fram, at ætlanin er at gera eina hugna­liga havn til smábátar ímill­um Skansan og bnýggju bryggj­una. Men Albert Isfeld held­ ur, at tað er dømt til at mis­ eydnast. – Gera vit ein miðdepil við Skansan er hetta sam­stund­ is tað sama sum at beina fyri mið­depilinum í Vágs­botni. Og so fáa vit tveir mis­eydn­ aðar mið­deplar, ístaðin fyri at hava ein, sum røkkur enda­mál­inum – Lat Vágsbotn fáa frið. Er brúk fyri eini bátahavn, er at gera eina bátahavn. Men ikki billa fólki inn, at tað verð­ur ein hugnaligur mið­depil, tí tað verður tað ikki, er iva­ leysa niðurstøðan frá Albert Isfeld. Hann sigur, at tað ligg­ur í nátúruni í einum skansa, at tað skal vera frítt framman­ fyri og at byggja framman­ fyri Skansan, er einasta mis­ tak, tað ber til at gera. Byggi suðureftir Ístaðin fyri at byggja framman­fyri Skansan, skjýt­ur Albert Isfeld upp at byggja suðureftir og úteftir. Tað er ikki tann stóri mun­urin á dýpinum, men har ber til at fáa 1,5 kilo­ metrar av bryggjukanti, held­ur enn 700 metrar, sum fáast við at byggja framman­fyri Skansan. Og sjálvt havnar­lagið verður ikki minni. Annars ivast hann í um tað yvirhøvur er rætt at hava eina bingjuhavn mitt inni í Havnini, tí tað hava aðrir býir ikki. – Her verður lagt upp til nógvan larm og nógv virk­ semi, staðfestir hann. Hann ásannar, at byggi­ samtyktin forðar fyri, at bygt verður upp í loft. – Men einaferð fer trýst at verða lagt á býráðið um at broyta byggisamtyktina aftur, og so verða pakkhúsini kanska ikki 12 metrar høg, sum tey verða nú, men 25 metr­ar, sigur hann. Sjúrður Olsen, formaður í vinnunevndini hjá býráð­ num, sigur, at tey hava um­ hugsað møguleikan at byggja suðureftir, sum Albert Isfeld skjýtur upp. Men so verður trupul­leik­ in at fáa ferðsluna inn á land. – Tað er ein tekniskur spurn­ingur, sum kann loys­ ast, kvittaði Albert Isfeld. Kanska er ein tunnil loysnin, legði hann afturat. aki@sosialurin.fo Høvuðsgrundgevingin fyri, at Tórshavnar kommuna, og Kollafjarðar kommuna, løgdu saman, var, at so bar til at gera nýggjar havnir. Tað segði Leiðvur Hansen, fyrrverandi býráðslimur og borgarstjóri í Havn, á borg­ara­fundi um ætlanina at byggja Skansabryggjuna út. Hann sigur, at so seint sum í árunum frá 2005 til 2008, varð ein nágreinilig ætlan løgd í býráðnum um fram­tíðar havnabygging í Tórs­havnar kommunu. Og eftir hesi ætlanini, skuldi byggjast út til farma­ flutng í Kollafirði og havnin í høvuðsstaðnum skuldi vera til ferðafólk. Tí varð havnin á Oyrar­ reingjum bygd út, men hetta var bara ætlanin at vera fyrsta byggistig. Og tá fekst samstundis eisini loyvi at halda fram við útbyggingini, so skal havnin byggjast út, er skjótt at fara til verka á har á staðnum, sigur Leivur Hansen Hann vísir eisini á, at trupulleikin við flutning­ inum verður loystur við tí nýggja, ytra ringvegnum. Leivur Hansen legði aftur­at, at tá ið Havnin og Kolla­fjørð­ur løgdu saman, varð fólka­at­kvøða í Kolla­ firði, har fólk vórðu kunn­að um at ætlan­ina hjá Tórs­ havnar Bý­ráð um at byggja havnina í Kolla­firði út. Hann sigur, at ímillum 80 prosent og 90 prosent av av kollfirðingum tóku undir við samanleggingini, og tað gjørdu tey sostatt við teirri for­treyt, at havnin í bygdini skuldi byggjast út. – Tí undrar tað meg, at býráðið fer frá hesi ætlan, sigur Leivur Hansen. Sjúrður Olsen, formaður í vinnunevndini hjá Tórs­ havn­ar býráði, sigur, at tað hevði oyðilagt Kollafjørð at lagt eina so stóra havn har. Har er inn ímillum fjøll og tað hevði elvt til nógvan larm. – Tað hevði ikki verðið búgv­andi har, sigur hann. Hann saknar virðingina fyri fólki. – Tað ber ikki til at gera eina havn uttanfyri Skansan, men tað er eftir øllum at døma í fínasta lagi at gera hana mitt í Kollafirði, legði hann afturat. Leggið nýggja havn í Kollafirði Ikki ynskiligt at fáa í Havn Ein ætlan er løgd um at byggja út í Kollafirði og tað hava kollfirðingar góð­ kent. So har er skjótt at fara til verka, sigur Leivur Hansen, fyrrverandi býráðs­ limur og borgarstjóri Hetta er ikki ynskiligt at fáa í Havn Tað sigur Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag, FNU. Og tað, felagið sipar til, er ætlanin at byggja nýggja havn frammanfyri Skansan. – Vit halda ikki, at ætlanin skal fremjast, segði umboðið fyri felagið á borgarafundi um ætlanina. Tey vísa á, at ferðslan og dálkingin eru ikki ynskiligt at fáa í Havnini. – Tvørtur ímóti eigur Tórs­havnar kommuna at tryggja sínum borgarum um­støður til at ferðast trygt í havn­ini, bæði til gongu og á súkklu, siga tey í FNU. – Tað verður ongin livandi møgu­leiki hjá børnum at spæla Yviri við Strond, tá ið øll ferðslan verður har, leggja tey afturat Heldur enn at byggja havn­ina út, síggja tey fyri sær, at bøtt verður um um­ støð­ur­nar, so at tað kanska ber til at fara á seiðaberg aft­ ur í Havn. FNU heldur, at vit eiga okkum at hugsa um, hvussu nógv, vit leggja fyri, fyri at skapa búskaparligan vøkst­ ur. – Skal alt leggjast undir asfalt og betong, ella leggju vit leggja størri dent á eitt reint umhvørvi, spyrja tey í FNU. Heðin Mortensen er ætlan­in at gera eitt serligt um­hvørvið inni við land, har tað eis­ini fer at bera til at fara á seiðaberg.