týsdagur 31. mars 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 1. apríl 2015 · Nr. 38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Tað var máttloysi og døpur
hugi, ið merkti henda leygar
dagin 14. februar, tá tað frætt
ist, at Kári ikki longur var
millum okkum. At hann so
brádliga og harðrent skuldi
rykkjast burtur frá sínum
kæru og øllum tí nógva, sum
hann hevði at liva fyri, er
ringt at koma til sættis við.
Persónliga hava tit nærm
astu mist ein elskaðan pápa,
mann, son og beiggja. Men
alt Føroya land hevur eisini
verið fyri lemjandi missi.
Í Føroyum hava løgfrøði
ligir akademikarar, og í aðra
máta
úrmælingar
innan
hetta fak, ikki verið mangir.
Og frá hesum, farnum sum
núlivandi, fekk Kári als ikki
kapping.
Kári hevði óvanliga stóra
vitan um sítt fak. Tey posi
tivu fakini dugdi hann í
dýpd og í breidd. Hartil
dugdi eisini so serliga væl at
nýta sína vitan í praksis. Við
løgfrøðiligum hugsunarhátti
er sum við nógvum øðrum
talentum, at nøkur hava
tað viðføtt, meðan onnur
einans læra tað við venjing
og drúgvum royndum, um
yvirhøvur. Kári hevði tað
viðføtt. Honum dámdi best
løgfrøðina, har hon var mest
avbjóðandi, har keldurnar
vóru nógvar og ymiskar, og
har fleiri ymisk úrslit vóru
møgulig.
Eisini út um løgfrøðina
var Kári av lyndi frøðingur og
tonkjari. Ongin avbjóðandi
ella grundleggjandi spurn
ingur í nøkrum av lívsins
viðurskiftum fór fram við
Kára, uttan at hann við
síni originalu og mangan
skemtiligu tulking skar inn á
bein. Verði tað seg um søgu,
samfelagsviðurskifti,
poli
tikk, vanligt fólkalív ella
seyðahald, sum hevði hans
ara serliga áhuga.
At vera gløggur og vitugur
er kortini ikki nóg mikið. Tað,
sum gjørdi Kára til nakað
heilt serligt, var hansara
moralur. Hetta lýsti prestur
eisini so væl í vøkru præ
dikuni fyri Kára. Kári vildi
ikki sum tey flestu sláa seg
til tols við bara at gera sína
vanligu skyldu sum borgari
og menniskja. Fyri Kára mátti
eitt menniskja metast eftir tí,
sum tað avrikaði. “At liva er at
virka”, lat hann meg onkuntíð
vita. Hesin moralur hansara
var nær skyldur við tann
frá fornu samfeløgunum,
sum mangan verða lýst í
kvæðunum, ið hann var so
kunnugur og góður við. Í
teimum samfeløgum mátti
maður gera sín gerning og
vísa sítt virði, meðan tíð var,
tí tíðin var ikki óavmarkað.
Hesin moralurin og hetta
lyndið merkti eisini hans
ara løgfrøðiligu hugsan og
gjørdi hann til tann mikla
løgfrøðing
og
hugsjónar
mann, ið hann var. Hann sá
ikki bara lógina sum eitt am
boð at styðja seg til, tá ið ein
snávar, ella at halda trupul
leikum frá hurðini við. Hann
sá lógina sum aktivt amboð
at skipa samfelagið og lívið
hjá einstaklingum við.
Kári var tí eisini ókon
ventionellur. Hann hevði
ikki altíð tol við fólki, ið vóru
nøgd við bara at gera sína
skyldu og síðan passa hvør
seg.
Summi halda, at hugsjónir
eru fyri droymarar, og at
einstaklingar
kunnu
ikki
broyta nógv. Hesi kunnu
hyggja eftir øllum tí, sum
Kári framdi at kalla einsa
mallur maður.
Longu ár 2000 setti Kári
sær fyri at stovna einasta og
fyrsta føroyska løgfrøðiliga
faktíðarritið, Føroyskt Lóg
arrit (vanliga kallað FLR).
FLR var ætlað at vera liður í
og gróðrarbotnur fyri verk
ætlanini løgfrøðiútbúgving
á Fróðskaparsetrinum.
Stutt eftir fór Kári undir
at undirvísa í Grundskeiði í
lóg og øðrum løgfrøðiligum
stakskeiðum. Fyri fyrstu ferð
blivu føroyingar undirvístir
innan løgfrøði um føroysk
viðurskifti av føroyingum.
Við grundskeiðinum og
øðrum stakskeiðum varð
grundin
spakuliga
løgd
undir hesa verkætlan, sum
gjørdist veruleiki við Master
í lóg, sum varð sett á stovn á
Fróðskaparsetrinum á heysti
2013.
Fyri Kára var løgfrøðiliga
verkætlanin eitt mentunar
ligt prosjekt, har tað ráddi
um at hækka um tilvitskuna
og geva landsins borgarum
og myndugleikum innlit og
sjálvsálit til at hugsa og virka
sjálvstøðugt í løgfrøðiligum
spurningum.
Ikki einans akademiskt,
men eisini í verki var Kári
úrmælingur innan løgfrøði
liga fakið. Hann var høvuðs
drívmegin aftan fyri stovn
anina av Fasta Gerðarrætti
í 2006. Tað má sigast at
vera bragd hava eydnu við
at taka so stórt stig at fáa
skipað viðurskifti á føroyska
arbeiðsmarknaðinum.
Heldur ikki mugu vit
gloyma
grundlógarnevnd
ina (seinni stjórnarskipan
arnevndina), har Kári var
skrivari. Hóast blaðungur og
nýklaktur løgfrøðingur var
Kári høvuðsdrívmegin at
umtulka
arbeiðssetningin,
so verkætlanin fór frá at vera
eitt flugubein, sum skuldi
hakkast av fyri at fremja
statin, til at vera djypri og
breiðari verkætlan fyri allar
føroyingar, har roynt varð
at rætta hondina yvir um
miðjuna í søguliga truplasta
politiska spurninginum. Og
Kári var skjótur við útkasti
til grundlóg, sum við mergj
aðum og fyndugum, sagn
orðakendum setningum bant
aftur í føroyska rættarsøgu.
Kári hevði ikki bara talent
sum løgfrøðingur. Hann var
eisini fram úr skemtari og
samfelagsanalytikari. Hesum
søgdu hansara kendu upp
gávur í løgfrøði á Setrinum
frá. Tey lesandi vóru javnan
hálvkvald í látri, tá Kári
um eina leið foldaði seg út
sum uppgávuhøvundur og
samfelagssatirikari.
Tað er svárt at hugsa um
alt tað, sum Kári kundi havt
avrikað aftrat. Ørgrynna av
bókum, greinum og verk
ætlanum lógu og bíðaðu,
tí lutfalsliga var hansara
arbeiðslív júst byrjað. Hetta
má tó ikki fáa okkum at
gloyma tað, sum longu ofta
er sagt um hann, at hann av
rikaði so nógv meira enn tey
flestu, ið hava langt lív lagað.
Hópur av bókum, greinum
og verkætlanum vóru longu
fingnar frá hondini.
Mest av øllum kendist
Kári sum ein lívgandi andi.
Við Kára var man altíð á ferð
móti onkrum áhugaverdum
máli. Saman við honum var
tilveran aftur spennandi, sum
á barna- og ungdómsárum,
har tað møguliga var stórt,
og tað ómøguliga var lítið, og
altíð okkurt lívsjáttandi fyri
framman.
Ikki einans vóru vit fak
liga saman við Kára. Vinir og
starvsfelagar vórðu mang
an bodnir í heimið til føð
ingardagar ella annan vert
skap. Og ikki vóru túrarnir
fáir heldur til Vestmanna at
hjálpa til við seyði o.ø. Altíð
var gott at vera saman við
Kára.
Kára broytti verðina hjá
okkum, sum kendu hann og
vóru hansara vinir. Og okk
ara verð er aftur broytt so
ómetaliga nógv, nú hann er
farin frá okkum.
Ringast er kortini hjá
tykkum
Jóhanna,
Bragi,
Brestir, Bryndis og foreldur
og systkin. Orð kunnu ikki
lýsa sorgina og saknin og
tómleikan. Sum frá líður fer
tað vónandi at verða tykkum
ein uggi, at tit áttu ein so
óvanliga raskan og góðan
mann, pápa, son og beiggja,
ið tit kunnu vera so errin av,
og sum hevur givið ikki bara
tykkum, men okkum øllum
so ómetaliga nógv, ið vóru so
heppin, at okkara lívsvegir
umskaraðust hansara.
Farvæl so leingi, góði
vinur.
Bárður
Til minnis um Kára á Rógvi
Gullbrúdleyp
Leygardagin 21. mars 2015 høvdu hjúnini Katrin og
Gudmund Jakobsen gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin
1. apríl.
Diamantbrúdleyp
Fríggjadagin 24. apríl kunnu vit halda diamantbrúdleyp.
Dagurin verður hildin í Bygdarhúsinum í Leirvík kl.19. Tey,
ið vilja halda dagin saman við okkum, vinarliga sigið frá á
tlf. 443011 ella 443398 áðrenn 13. apríl.
Herborg og Páll
Gullbrúdleyp
14. apríl hava Jonhild og Zacharias Bech í Porkeri verið gift
í 50 ár. Dagurin verður hildin í Porkeris skúla leygardagin
18. apríl ímillum kl. 12–18. Øll eru hjartaliga vælkomin.