týsdagur 31. mars 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. apríl 2015 · Nr. 38
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Mamma og pápi giftust í
1950, tey vóru bæði ættað úr
Sandavági og búsettust tey
oman fyri Lon, har pápi var
uppvaksin.
Meðan vit vóru smá, var
mamma heimagangandi og
pápi sjómaður. Seinni fór
mamma út at arbeiða. Hetta
dámdi henni væl.
Mamma! tú gekst høgt
uppí at passa okkara barna
heim, og saman við pápa
gavst tú okkum trimum
systkjunum, Alis, Tummas og
mær góð barnaár, íð eg minn
ist aftur á við gleði.
Tit søgdu okkum, at vit
vóru ikki bara trý systkin, vit
áttu eisini eina systur sum
var farin heim til Jesus pápa,
bert 2 dagar gomul. Hon var
fødd 06. Nov 1952. Tit ynsktu
at minnast hana saman við
okkum. Á hvørjum ári á
hennara føðingardegi, fingu
vit pannukøkur til millum
mála. Hon er grivin í kirkju
garðinum í Sandavági saman
við ommu og abba í faðir
ætt.
Tað var gott at vaksa upp
oman fyri Lon í Sandavági. Í
Knarrigøtu, nú Lonarstrætið,
vóru nógv børn í mínum
barnaárum. Túnið og sand
urin vóru okkara spælipláss,
og har møttust vit sanda
børn at spæla bólt, blikka og
onnur útispøl. Minnini eru
góð og har var gott saman
hald í grannalagnum.
Tá vit sum børn komu
heim úr skúla, stóð tú mamma
klár við onkrum góðum til
matna, og pannukøkurnar,
sum tú bakaði, vóru av teim
um allarbestu. Pápi tú tókst
tær av skúlatingunum sam
an við okkum og dugdi tú
so væl at greiða frá, serliga
frá tí, sum søguligt var. Tú
elskaði at lesa søgur fyri
okkum, serliga minnist eg til
teknirøðir, sum tær dámdi so
væl at lesa og flenna at.
Mamma tú dugdi so væl
at seyma og binda. Tú seym
aði nærum øll klæðir til okk
um. Eg kann minnast, at tú
sat langt út á kvøldarnar
og sniðgav og seymaði. Ja,
tá tær víðu buksurnar vóru
móti, var eg ein av teimum
fyrstu, sum gekk í hesum
smartu buksunum.
Hosurnar og vøtturnar, íð
mamma bant til alla familj
una, og onnur við, verða
seint gloymdar. Vit vóru
nógv sum fingu gleði av teim
um. Somuleiðis er tað við
køkunum tú bakaði, serliga
eru tað sprutturnar og træ
stamman og ikki at gloyma
fríggjarakøkuna, sum vit nú
bert kunnu munga eftir.
Eftir at vit vóru vaksin
gleddust mamma og pápi, tá
vit komu at vitja. Har føldi
man seg vælkomnan og elsk
aðan, og tað bleiv borðreitt
við øllum góðum. Serliga var
tað um heystið, tá fjallið var
fyri - minnist enn luktin av
tí góðu vambasúpanini, tá eg
kom í vikuskifti.
Ommubørnin hava øll
fingið tilknýti til Sandavág.
Omma og abbi tóku við
gleði ímóti teimum, tá tey
komu at ferðast á sumri og
vetri. Serliga minnast tey
allar túrarnar á seiðabergið,
í haganum, tá flettingin var
fyri, allar løturnar við stokk
um og allar karmarnar, sum
tit tóku upp eftir teimum,
tá tey høvdu spælt í ánni.
Minnini eru góð um tykkum
bæði frá Sandavági og tá tit
komu til Havnar at vitja.
Tað var so stuttligt, tá tit
komu í hvíta Mazda bilinum
í føðingardag hjá børnunum
og altíð høvdu tit okkurt
gott við. Tit gleddust eisini
yvir langommubørnini, og
komu til teirra føðingardag,
tey minnast langommu'sa
kakubil, sum var fyltur við
bommum.
Tit gingu høgt uppí okk
um, og høvdu áhuga fyri,
hvat vit gjørdu, og hvar vit
vóru. Tit fylgdu við í skúl
anum, í arbeiðslívinum, til
ítrótt, ja, allastaðni har vit
vóru.
Góðu mamma og pápi, tað
hevur haft so stóran týdning
fyri okkum øll, at tit hava
verið so góð við okkum og at
tit hava haft áhuga í hvussu
vit høvdu tað og hvat vit
gjørdu, og at tit altíð løgdu
okkum í Harrans hendur.
Nú er tómligt oman fyri
Lon í Sandavági. Mamma
bleiv brádliga álvarsliga sjúk
á sumri 2009, hon var tá 80
ára gomul, hon búði heima
og kláraði seg so væl fram
til tann dagin, hon bleiv
sjúk. Hetta var ein stór sorg
fyri meg og okkum øll, lívið
broyttist og bleiv ongantíð
tað sama aftur.
Eftir at mamma bleiv sjúk,
legði pápi árarnar inn 04.
August 2009, 93 ára gamal.
Hann var tá á ellisheiminum
á Sýnini, har mamma vitjaði
hann so trúliga ígjøgnum tað
1 ½ árið hann var har. Hon
gekk høgt uppí, at hann hevði
tað gott, og at hann fekk ta
umsorgan og røkt, sum hann
hevði brúk fyri, bæði heima
og á ellisheiminum.
Pápi var troyttur av døg
um, men hóast tað, so var
tað ein sorg at missa hann,
hann var so lættur at tosa við
og hann var so diplomatiskur
og skilagóður, ja eg minnist
hann sum ein pápa, sum
altíð stuðlaði mær, tá tørvur
var á tí.
Fimm dagar eftir, at pápi
doyði, vóru boð eftir míni
elskaðu systur Alis, sum so
brádliga doyði sunnumorg
unin 09. August 2009, bert
59 ára gomul. Hetta var so
óskiljandi og syrgiligt fyri
okkum øll, at deyðin so skjótt
kom aftur á okkara gátt.
Ja hetta var ein syrgiligur
sunnumorgun, og tung spor
frá LSH niðan til mammu,
sum tá lá í barakkini á LSH.
við deyðsboðum av einum
av hennara kæru.
Eftir Alis sita tey sum hon
elskaði yvir alt, maður, 3 synir
við makum og 5 ommubørn
við stórum sakni og stórari
sorg. Nú er eitt ommubarn
komið afturat og tað veit
eg, at hetta fitta lítla ommu
barnið eisini hevði glett hana
nógv. Alis var so góð við børn,
hon var dagrøktarmamma og
hava nógv børn notið gott av
hennara umsorgan, eisini
børnini hjá okkum, sum hon
var so góð við.
Alis fekk álvarsliga sjúku
at dragast við í 2007, hon var
tolin og bar sjúkuna friðar
liga. Hóast hon hevði fingið
góð boð, so hevur sjúkan
nokk gjørt so nógv um seg,
at hon hevði fingið mein, og
tí legði árarnar inn.
Alis var elst av okkum
systkjum, hon var okkara
stórasystir, sum vit elskaðu
og sóu upp til. Alis var
so ófør til hendurnar, hon
broderaði, bant og seymaði,
hon fekst við mangt annað
handaligt arbeiði. Tað sum
kom úr hennara hondum,
var so vælgjørt, hon dugdi so
væl at putla og gav sær tíð at
gera alt ordiligt. Hesum nýtti
eg ofta gott av. Hon var blíð
at koma inn til, og minnist
eg manga góða og hugnaliga
løtu úti í Eiriksgøtu hjá Alis
og Margeir.
Mamma kom ikki fyri
seg aftur og kom tí ongatíð
heim aftur til Sandavágs at
búgva eftir henda syrgiliga
dagin í juni 2009. Hon lá á
sjúkrahúsinum í umleið ½
ár, til hon fekk pláss á Sýnini
í december 2009. Har búði
hon, til nú hon troytt av
døgum, 86 ára gomul, segði
okkum farvæl sunnudagin
15. februar í ár. Starvsfólkið
á
Sýnini
høvdu
pyntað
mammu í sunnudagsblúsu
henda dagin, hon var so fín
tá vit komu at vitja hana. Ikki
væntaðu vit, at hon fór at
doyggja akkurát tá, hóast vit
vistu, at tað var tann vegin
tað bar. Takk og lov fyri, at
vit fingu tann møguleika at
sita hjá mammu, hennara
síðstu løtu her á fold.
Hvíl í friði góðu pápi,
mamma og Alis, takk fyri alt
tit vóru fyri okkum.
Vit elska og sakna tykk
um.
Deyðin er ikki tað seinasta,
eg eri bara farin um sýnina.
Eg eri eg, tú ert tú. Tað,
sum vit áður vóru fyri hvør
øðrum, tað eru vit enn.
Nevn meg við navni, nýt
mítt yndisnavn, práta við
meg um leyst og fast, sum
vit altíð gjørdu.
Lat røddina vera hina somu,
hóast sorg og sakn.
Flenn, soleiðis sum vit
vóru von at flenna saman
at onkrum skemtiligum.
Hugna tær, brosa, hugsa um
meg, bið fyri mær.
Lat navn mítt framvegis
hoyra uppí okkara húski.
Tala um meg natúrliga, ikki
við gráturødd.
Lívið er framvegis dýrabart,
tað er eins og tað altíð var;
tað heldur fram øld eftir øld.
Deyði og lív hoyra saman.
Hví skuldi eg fari úr huga,
um eg fór úr eygsjón?
Eg bíði bara eftir tær, um
eina stund, onkustaðni her í
nánd, aftan fyri sýnina.
Alt er sum tað eigur at
verða.
Nomi
Minningarorð um míni kæru
sum farin eru um sýn:
Anna Haraldsen f. 29.01.29 d. 15.02.2015
Theodor Haraldsen f. 03.01.1916 d. 04.08.2009
Alis Ørvarodd f. 13.07.1950 d. 09.08.2009