týsdagur 31. mars 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. apríl 2015 · Nr. 38
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Fær ikki
frið á
gøtuni
Jógvan Joensen:
Seinastu tríggjar mánaðirnar er fuglfirðingurin Jógvan Joensen blivin
heimskendur í danska kongaríkinum við sínari luttøku í X-Factor. Beint
nú er hann so kendur, at hann ikki fær verið í frið á gøtuni í Danmark
Terji Nielsen
Fyri trimum mánaðum síðani
vóru tað ikki so nógvir føroy
ingar og so als ikki danir, ið
kendu ella høvdu hoyrt um
fuglfirðingin Jógvan Joen
sen. Men ein luttøka í stóru
sjónvarpssendingini X-Factor
á DR hevur gjørt hann heims
kendan í danska kongaríkin
um. Farna fríggjakvøld endaði
sjónvarpssendingin við stórari
finalu í Boxen í Herning, og
Jógvan Joensen endaði næst
fremstur í kappingini.
Havi lært nógv
um meg sjálvan
– Hetta hevur verið ein heilt
óverulig,
nervapirrandni,
stressandi og fantastisk ferð,
sum nú er so at siga komin at
enda, sigur Jógvan Joensen í
telefonini úr Keypmanna
havn.
Vit fingu orðið á Jógvan
týsdagin, sum var fyrsti heili
frídagur hjá honum í ikki
minni enn tríggjar mánaðar.
– Hesar seinastu dagarnar
hava vit verið runt í ymisk
um sølumiðstøðum og havt
konsertir, og tað hevur fakt
isk verið eitt sindur óveru
ligt. Eg má viðganga, at eg
helt frammanundan, at tað
fór at vera nokk so rotið at
fara út at spæla í slíkum
handilsmiðstøðum, men tað
hevur tað als ikki verið. Tað
hevur verið smekkfult av
fólki, og tað eru fólk, sum
hava sitið hvørt fríggjakvøld
og hugt eftir sendingunum í
sjónvarpinum, og tá ið man
sær, hvussu glað tey eru
fyri, at vit koma út at spæla
fyri teimum, so kanst tú
ikki sjálvur lata vera við at
vera glaður. Tað hevur nógv
at siga fyri tey, og nógv eru
púra hysterisk, tá ið vit koma
á staðið. Tað er eitt sindur
óveruligt, og eg havi hug at
fara yvir til tey og biðja tey
taka tað róligt. Vit eru bara
vanlig fólk sum tit, sigur
Jógvan Joensen.
Blivin meiri tilvitaður
um tónleikin
Sjálvur sigur Jógvan Joensen,
at hann hevur lært nógv av
at luttikið í X-Factor.
– Fyrst og fremst havi eg
sjálvandi lært nógv um at
framføra, men tað er heldur
einki at ivast í, at eg við hes
ari luttøkuni eri blivin nógv
meiri tilvitaður um míni
tónleikaval. Nú eri eg als ikki
í iva um, at tey tónleikaval,
sum eg havi gjørt á míni
tónleikaleið, hava verið tey
røttu. Nú veit eg, hvat er rætti
tónleikurin fyri meg, og nú
eri eg enn meiri sannførdur
Tað var heilt fantastiskt at standa á pallinum í Boxen, sigur Jógvan Joensen
um upplivilsi at framføra í X-Factor finaluni fríggjakvøldið
Mynd: Polfoto
Nú veit eg, hvat er
rætti tónleikurin fyri
meg, og nú eri eg enn
meiri sannførdur um, at
tónleikurin er tað, sum
er rætt fyri meg