týsdagur 31. mars 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 1. apríl 2015 · Nr. 38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
um, at tónleikurin er tað, sum
er rætt fyri meg. Men tað skal
vera mín egni tónleikur, sigur
hann.
Enn hevur Jógvan Joensen
nakrar konsertuppgávur um
vegis X-Factor, men tær eru
ikki so nógvar í tali næstu
tíðina.
Ótrúlig uppliving
í Boxen
Sum áðurnevnt var stóra
finalan í X-Factor í kendu
konserthøllini Boxen í Hern
ing, og Jógvan Joensen dylur
ikki fyri, at hetta var ein heilt
serstøk uppliving.
– Tað var heilt fantastiskt
at standa á pallinum í Boxen.
Tá ið vit høvdu ljóðroynd
fríggjadagin, hugsaði eg, at
tað var einki fyri at standa
á pallinum har, men tá ið eg
so skuldi framføra fyrstu
ferð fríggjakvøldið, má eg
viðganga, at eg var ikki sørt
fjálturstungin.
Men
tað
hvarv alt, tá ið eg fyrst kom
á pallin. Eg trúgvi eisini, at tá
ið tú gert nakað, sum tú gert
við gleði, so hvílir tú eisini í
tær sjálvum, sigur Jógvan
Joensen.
Hann greiðir frá, at með
an hann stóð á pallinum í
Boxen, so legði hann eisini til
merkis, at tað vóru heilt nógv
føroysk fløgg at síggja.
– Eg veit sjálvandi, at
familjan hjá mær var har,
men har vóru heilt sikkurt
eisini nógvir aðrir føroyingar,
so tað var hugaligt at síggja,
sigur hann.
Bíðar eftir útmelding
frá Sony Records
Í sambandi við luttøkuna í
X-Factor hevur stóra plátu
felagið Sony Records fyrsta
rætt til at gera plátusáttmála
við Jógvan Joensen, og hann
bíðar í løtuni eftir svari frá
teimum.
– Teir skulu boða frá í
seinasta lagi tvær vikur
eftir finaluna, um teir vilja
gera sáttmála ella ikki. Tað
er ein fínur sáttmáli, sum
er rættiliga frælsur, so at eg
sleppi at gera mín egna tón
leik, um vit koma har til.
Hoyri eg einki frá teimum,
so steðgar tað ikki har. Nú
hugsi eg fyrst og fremst um
eina útgávu við mínum egna
tónleiki, sigur hann.
Jógvan Joensen dylur ikki
fyri, at hann ætlar at gera
sær dælt av, at hann er so
nógv frammi í løtuni.
– Beint nú eri eg eitt kent
navn, og tað ætli eg sjálvandi
eisini at gera mær dælt av,
sigur hann.
Verður allatíðina
steðgaður á gøtuni
Nógva umrøðan í sjónvarpin
um og í øllum øðrum donsk
um miðlum hevur havt við
sær, at Jógvan Joensen í dag
er eitt kent andlit í Danmark,
og fuglfirðingurin viðgongur,
at tað er eitt sindur løgið at
ganga á gøtuni í Danmark í
hesum døgum.
– Tað er fullkomiliga sur
realistiskt. Eg eri púra víst
eitt kent andlit á gøtuni beint
nú, og eg verði allatíðina
steðgaður
av
fólki,
sum
vilja taka eina mynd ella
fáa autograf. Tað er øgiliga
stuttligt, men tað er eisini
strævið til tíðir. Eg skal ofta
skunda mær, og tá havi eg
ikki so góða tíð til at steðga
á og práta við fólk, og tá
ið eg veruliga skal skunda
mær, so noyðist eg at taka
ein hýruvogn, sigur Jógvan
Joensen flennandi.
Mánakvøldið var Jógvan
Joensen ein túr úti í býnum
og fekk sær ein bita á einari
av kendu matstovunum hjá
Jensen’s Bøfhus.
– Tað var faktisk rættiliga
strævið, tí eg bleiv allatíðina
órógvaður, og tað kann vera
eitt sindur keðiligt, tá ið man
fer út at eta saman við sínum
nærmastu, sigur hann.
Gleðir seg til
gerandisdag í Føroyum
Nú páskirnar standa fyri
framman sleppur Jógvan
Joensen eisini loksins heim
aftur til Føroya, og tað er
nakað, sum hann gleðir seg
ómetaliga nógv til.
– Eg fari til Føroya skíris
dag, og eg gleði meg sjúkliga
nógv. Eg havi bara verið í Før
oyum einaferð hesar tríggjar
mánaðirnar, ið alt hetta
X-Faxtor rokið hevur staðið
á. So eg gleði meg ómetaliga
nógv at koma heim til mín
sjálvs í Syðrugøtu, blaka bein
ini upp á borðið og klemma
sonin hjá mær, sigur Jógvan
Joensen.
Hann leggur afturat, at
hann eisini gleðir seg ómeta
liga nógv til at vera saman
við vinunum hjá sær heima í
Føroyum og bara jamma eitt
sindur, sum hann málber
seg.
– Sum eg segði tær, so
er hetta fyrsti frídagur hjá
mær í tríggjar mánaðar, og
tað er ikki fyrr enn nú, at eg
av álvara merki, hvussu hart
hetta hevur verið, serliga
mentalt. So tað er ótrúliga
deiligt at sleppa at kobla úr
aftur, sigur hann at enda.
Beint nú er Jógvan Joensen eitt so mikið kent andlit á gøtuni í Danmark, at hann ikki kann ganga í frið. Skal hann skunda sær onkustaðnis, er hann noyddur at taka hýruvogn
Mynd: Polfoto