týsdagur 31. mars 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. apríl 2015 · Nr. 38
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og hjálp,
tá okkara elskaða mamma, vermamma, omma og
langomma
Anna ( Lizzy Mariane) Haraldsen
f. 29. januar 1929 – d. 15.februar 2015
andaðist og varð jarðað.
Takk til starvsfólkið á Sýnini, sum vóru so góð við
hana. Takk fyri góð og troystarrík orð, gott klaver-
og orgulspæl í kapellinum og í kirkjuni.
Takk til kirkjutænarar, sangarar og gravarar. Takk
til bygdarfólkið í Sandavági og tykkum øll, sum
bakaðu og á ymsan hátt hjálptu okkum so sera væl
við jarðarferðini og ervinum.
Takk fyri telefonuppringar og heilsanir. Takk fyri
blómur, kransar og peningagávur til Sýnina og
til tykkum mongu, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldastað.
Familjunnar vegna
Tummas, Nomi og Margeir
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýndu samkenslu
og hjálpsemi á allan hátt, tá okkara kæra mamma,
omma, dóttir og systir
Susanne Irene Garðalíð
f. 13.08.1965 – d. 16.02.2015
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til starvsfólkið á B6 á Landssjúkrahúsinum
fyri umsorgan og fyri at vera um hana hennara
síðstu tíð. Tøkk til Meinhard Bjartalíð prest fyri
góð og troystarrík orð. Tøkk til organist, sangarar,
kirkjutænarar og gravarar. Stóra tøkk til Elim fyri
tykkara ómetaligu stóru hjálp við ervinum, og
øllum tykkum, sum bakaðu og hjálptu til. Tøkk
fyri kransar, blómur og gávur. Hjartaliga takka vit
tykkum øllum, ið fylgdu henni til hennara seinasta
hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Hans Olaf, Kristian Martin, Amanda, Elsa
Maria, Dávid, Sonja og Dan
Tøkk fyri sýnda samkenslu, tá pápi, verpápi, abbi og
langabbi okkara
Magnus Joensen Saksun
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til starvsfólkini á Mørkini fyri umsorgan.
Tøkk fyri hjálpsemi við jarðarferðini, fyri blómur
og peningagávu til Røktarheimið á Mørkini og til
tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta
hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Jóhanna, Sigurlaug Sólgerð, Jógvan og Randi
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá
kæri maður, pápi, verpápi og abbi okkara
Regin Nónstein
Hvalba
f. 22.03.1943 – d. 02.01.2015
andaðist og varð jarðaður.
Vit takka fyri vónrík orð og lívgandi sang til
jarðarferðina.
Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til
Vitnið.
Takk fyri alla hjálp í sambandi við jarðarferðina og
ervið.
Tykkum mongu, ið fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað her á fold, siga vit takk.
Familjunnar vegna
Signhild
Jóhan, Gudmundur og Niels Pauli við familjum
Hjartans tøkk fyri alla hjálp og samkenslu tá okkara
elskaða mamma, vermamma, omma, langomma
og olduromma
Malfrid Lervig
f. 24. desember 1929 – d. 24. januar 2015
andaðist og varð jarðað.
Familjunnar vegna
Jastrid, Anny, Magna, Olea,
Egil, Fríðolvur og Terji
Tøkk
Hjartans tøkk til tykkum, ið sýndu samkenslu og
hjálptu, tá ið kæri sonur, maður, pápi og abbi okkara
Ólavur Dalsgarð
Uppi í Stovu á Velbastað
f. 24. mai 1938 – d. 30. desember 2014
andaðist og og varð jarðaður.
Tøkk til starvsfólkini á B8, sum vístu stóra
umsorgan og vóru til hjálpar.
Takk til Hera prest fyri góð og troystarrík orð.
Takk til Tórshavnar Manskór og Kórið Sólar-
magn, sangarar, gravarar og tykkum, sum bakaðu
og hjálptu til við ervinum.
Takk fyri kransar, blómur og gávur, og tøkk til
øll tykkum, ið fylgdu Ólavi til gravar.
Tykkum øllum verður ynskt einar gleðiligar
páskir.
Jóhanna, Maria, John, Eyðfinnur,
Tórfinnur og Arnbjørn við familju