týsdagur 31. mars 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. apríl 2015 · Nr. 38
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Hyklaríið hjá Fólkaflokkinum kennir onki mark
Áki Andreasen
Ein av døgunum í vikuni
frættist, haldi, tað var eftir
aðalfundin hjá Bank Nordik,
at kravið um at smoyggja
NemId skipanina niður yvir
føroyska bankakundan var
broytt, soleiðis at tað ikki
er eitt krav, men at veljast
kundi ímillum at gerast
NemId brúkari ella ikki.
Janus Petersen, formaðurin
í Felagnum Peningastovanr
vardi tó NemId skipanina av
øllum alvi og royndi at bera
í bøtuflaka fyri, at peninga
stovnarnir í sambandi við
heimabankaskipanina vóru
komnir við einari hóttandi
kunning, um at freistin at
tekna seg til NemId var
10. mai 2015, ímeðan var tó
gjørligt at velja ”nei” – og eg
endurgevi: ” Tá tú hevur ritað
inn, verður tú biðin um at
geva samtykki.
Velur tú nei, og samtykkir
ikki beint nú, kanst tú venda
aftur til tað undir 'avtalur' í
Netbankanum.
Minst tó til, at endaligt
samtykki skal gevast innan
10. mai 2015”
Hvussu var tað
nú alt byrjaði ?
Tað er valár, men fyri tað
ber illa til at renna undan
veruleikanum og gera eina
roynd fyri og aðra eftir at
káva útyvir og skjóta seg inn
undir alt møguligt, sum skal
geva veljaranum varhugan
av nøkrum øðrum.
Tað var ABC samgongan,
sum setti gongd á hetta,
tað var Fólkaflokkurin og
landsstýrismaðurin
hjá
teimum, sum í 2004 saman
við Sambandsflokkinum og
Javnaðarflokkinun broytti
lógina, sum gav bankunum
loyvi at senda allar okkara
pengakontur, netbanka og
allar skipanir av landinum.
Tað er veruleikin.
Fólkaflokkurn felt
uppskot ferð eftir ferð
Fólkaflokkurin hevur síðan
fimm ferðir atkvøtt ímóti
uppskotunum frá Tjóðveldi
at seta bankunum nøkur
krøv og at fáa hesar skipanir
at virka í Føroyum. Lands
stýrismaðurin Jørgen Nicla
sen hevur als onki gjørt við
málið, uttan at arbeiða hart
ímóti tí langa stríðnum hjá
Høgna Hoydal og øðrum
fyri at fáa føroyskar loysnir.
Og so seint sum fyri fáum
mánaðum síðani atkvøddi
Janus Rein ímóti einum
uppskoti um at gera nakað
við hetta.
Men nú roynir Janus Rein
at geva Fólkaflokkinum og
sær sjálvum ein leiklut í, at
fólk í Føroyum eru vaknað
og hava tikið seg saman at
seta trýst á bankarnar. Tað er
einki, sum er meira burtur úr
vón og viti, enn júst tað.
Tað er markleyst hyklarí,
tað er søgufalsan av verstu
skuffu; her er ongin skomm
skapt í teimum.
Eina bankaskipan
í Føroyum
Tjóðveldi legði uppskot fram
í tinginum 19. mars, og tá var
so 1. viðgerð, fleiri tinglimir
høvdu nógv upp á hjartað, og
nú skal eftir øllum at døma
ein nevnd setast at kanna,
hvør kostnaðurin er at flyta
alt virksemi heimaftur.
Eg haldi ikki, tað er neyð
ugt at gera málið fløktari enn
tað er. Uppskotið, sum Høgni
Hoydal legði fram, eigur at
vera samtykt í tinginum,
og so skal rindast fyri at
førleikamenna
skipanina
í Føroyum, tað er ein íløga,
sum kemur okkum øllum til
góðar.
Landskassin er vorðin ein ynskibrunnur
Maud Wang Hansen
Forkvinna í Føroya
Pedagogfelag
Fái ikki latið vera við at við
merkja ein part av retorikk
inum hjá fíggjarmálaráðharr
anum, nú játtanarkarmarnir
eru lagdir fram ein leygar
morgun í bestu feriutíð.
M.a. verður sagt, at
•
tað almenna vil altíð hava
meira,
•
landsstýrisfólk hava altíð
nógv ynski,
•
tørvur kann ikki nøktast,
tí hann vil altíð koma
aftur.
Almannaverkið og Heilsu
verkið kunnu ikki fáa tað,
tey ynskja sær. Tað ljóðar,
sum um tað eru jól, og
landsstýrisfólk hava sent
ynskilistar til fíggjarmála
ráðharran.
Landsstýrisfólkini, sum
eru fólkini hjá sitandi sam
gongu, verða niðurgjørd á ein
hátt, sum eg ikki hevði funnið
meg í. At lýsa tørvin fyri eitt
málsøki, er tann týdningar
miklasta uppgávan hjá einum
landsstýrisfólki, sum er sett
at tæna borgarunum. Um ikki
landsstýrisfólk skilja tørvin
hjá føroyska borgaranum, so
kann landsstýrisfólkið ikki
røkja sína uppgávu.
Janus Rein viðmerkir, at
hann fegnast um, at rokn
ingin hesa ferð ikki verður
send familjunum og vanliga
borgaranum. Kann Janus
Rein siga okkum, hvør tað er,
sum hevur tørv á Heilsuverk
inum og á Almannaverkinum,
um tað ikki eru familjurnar
og vanligi borgarin?
Meðan sitandi samgonga
hevur havt leiðsluna, er tað
almanna
starvsøkið
pínt
niður á botn og er skorið inn
á bein, har er einki eftir at
taka; tvørturímóti má játtast
tað sum skal til fyri at reka
økini forsvarliga.
Almannaverkið er skert so
nógv, at virðini í námsfrøði
liga arbeiðinum eru í vanda.
Starvsfólk skulu alsamt fyri
halda seg til støður, sum eru
kompleksar og íkomnar av,
at samfelagið ikki rúmar all
ar borgarar. Arbeiðið gong
ur í stóran mun út uppá at
sløkkja eldar heldur enn at
leggja námsfrøðilig mál fyri
arbeiðið saman við borgar
unum. Leiðarar og starvs
fólk hokna undir strongd og
truplum arbeiðsviðurskift
um, og borgarar fáa ikki ta
hjálp, teimum tørvar.
Viðgerðir í Heilsuverkin
um eru tengdar at longum
bíðilistum, og tað sýnist,
sum bæði læknar og heilsu
starvsfólk eru koyrd út á
eina egg og fáa ikki toygt
seg longur. Alt verður gjørt
fyri at sjúklingurin ikki skal
merkja, hvussu ring støðan
veruliga er, og starvsfólk
brenna út og gerast strongd
av at ganga ímóti sínum et
isku og moralsku virðum
og sannføringum og av at
renna skjótari, enn tey í veru
leikanum megna og eiga.
Eg haldi ikki, at tað sømir
seg hjá landsstýrisfólkum ella
politikarum at undirmeta
tørvin hjá borgarum og at
niðurgera
tey
starvsfólk
og ta fakligheit, sum tænir
borgaranum í hesum landi.
Vit hava øll tørv á einum
fakliga
sterkum
og
væl
riknum Almannaverki og
Heilsuverki, og til tað krevst
peningur og faklig vitan.
Landsstýrismaðurin, fyrisitingarligur stjóri
Annfinn Brekkstein
Býráðslimur í Tórs
havnar Kommunu fyri
Sambandsflokkin
Karsten Hansen, fyrisiting
arligur stjóri í sjúkrahús
verkinum
Leiðslan og stýringin av
føroyska sjúkrahúsverkinum
er farin av sporinum. Polit
iska
skipanin
yvirtulkar
sín leiklut og roynir at
fremja yvirstýring – krydd
að við lokalum seráhuga
málum. Taparin í hesum
politiska spælinum eru alt
sjúkrahúsverkið og sjúkling
arnir.
Kjakið er fari so langt
av sporinum, at tað nú ikki
skal verða loyvt nøkrum –
heldur ikki formanninum
Sambandsflokkinum – at
úttala seg alment, hvørja
meining hann hevur um at
fáa sjúkrahúsverkið at virka
optimalt.
Sjúkrahúsverkið er nú
sum ongantíð fyrr vorðið eitt
politikskt tabuevnið.
Landspolitikarar skulu
skapa karmar fyri eitt væl
virkandi sjúkrahúsverk og
ikki fremja smálutastýring -
tað hava teir ongan førleika
til.
Karsten
Hansen,
úr
Norðoyggjum virkar í dag
í veruleikanum sum fyri
sitingarligur stjóri í før
oyska sjúkrahúsverkinum,
t.v.s. hann skal verða bein
leiðis
partur
av
interna
organisatoriska virksemin
um á øllum trimum sjúkra
húsunum, herundir fremja
uppgávurbýtið og samskipan.
Hann skal blanda seg í, hvørji
viðgerðarøki skulu verða
hvar og hann skal seta seg
við borðendan saman við
teimum trimum stjórunum
at tosa læknafakligt um ar
beiðsbýtið, umframt tryggja
lokal áhugamál.
Í og við, at Karsten kemur
úr Norðoyggjum, so virkar
hann eisini sum fyrisitingar
ligur stjóri á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi og verjir hetta
sjúkrahús burturav.
Ein leiðsla fyri alt
sjúkrahúsverkið
Sjálvandi skulu vit hava
eina felags sjúkrahúsleiðslu,
og politikarar skulu skapa
karma og ikki smálutastýra
sjúkrahúsverkinum, grundað
á lokalpolitisk seráhugamál.
Vit rekuttera ikki læknar
til tey smáu sjúkrahúsini,
tí fólkagrundalagið er ikki
til staðar fyri serlæknar at
menna seg, og har er eisini
sera avmarkað læknafaktligt
umhvørvi.
Vit skulu hava eina felags
sjúkrahúsleiðslu, t.v.s. ein
sjúkrahússtjóra, og peng
arnir, sum eru játtaðir til
sjúkrahúsverkið skal koma
sjúklingunum til góðar og
ikki til fleiri lokalar stjórar
og lokal áhugamál.
Tað er gott, at okkara for
maður í Sambandsflokkinum
hevur fráboðað alment sína
meining á økinum, um at
vit eiga at seta eina felags
leiðslu, herundir ein stjóra
fyri alt sjúkrahúsverkið.
Tað skal ikki verða soleið
is, at okkara formaður skal
hava munnkurv, bara tí hann
sigur Bjørn Kalsø ella øðrum
í Norðoyggjum ímóti.