Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-31, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mars 2015síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 1. apríl 2015 · Nr. 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lokalpolitikkur drepur landspolitikk Bogi Andreasen býráðslimur Fólkaflokkurin Nú undrast kanska nógv á, at ein býráðspolitikari borð­ reiðir við slíkari niðurstøðu í yvirskriftini, men tíverri er hetta veruleikin í føroyskum politikki. Tey ringastu at reka lokalpolitikk eru ikki tey, ið vald eru til tað, men tey, sum vald eru at reka landspolitikk. Nevniliga tey, ið sita á Løgtingi og í Lands­ stýri. Sjálvur stuðlaði eg av­ gerð­ini um at gera Føroyar til eitt valdømi, men her fóru bæði eg og nógv onnur við mær so dyggiliga skeiv. Støðan við nalvaskoðandi lokal­áhugamálum á Løgtingi hevur ongantíð verið verri enn hetta seinasta valskeiðið, har tað fyrst og fremst hevur snúð seg um at kradda til sín heldur enn at hugsa, hvat tænir landi okkara best. Vón­andi eru vit í eini læru­ tilgongd, sum so líðandi javn­ ar seg, men ein loyvir sær at ivast, tí tað hevur verið so grelt í mongum førum. Dømini um, at lokalpoli­ tikk­ur skuggar fyri øll­um øðrum hjá ávísum lands­ politikarum, eru nógv. Tað er, sum um endamálið í sjálv­um sær er, at bara hetta ella hatta ikki verður lagt í Havn, so er spælið vunnið. Stovnar, skipanir og eindir av ymiskum slagi verða heldur pettað sundur, so tað hvørki verður fuglur ella fiskur, í staðin fyri at hugsað verður um, hvussu vit styrkja tær ymsu eindirnar og gera tær so máttmiklar, sum gjørligt. Júst so tað verður øllum borg­arum at frama og ikki bert tænir sum arbeiðspláss í einum lokaløki. Hetta sein­ asta tykist vera tað, sum alt ov ofta liggur politikarum fremst í huga, ístaðin fyri at hugt verður at innihaldi og endamáli fyri, hvørja upp­ gávu stovnurin ella eindin hevur. Eg havi ikki hug at nevna ítøkilig dømir, tí so veit eg, at orðaskiftið fer av kós og kann gerast eitt skotgravaskríggj um hendan ella handan stovn­in. Tey flestu, sum fylgja nøku­lunda við, vita, at hetta er tað, sum fyriferst á polit­iska pallinum. Vit síggja tað bæði innan almannaøkið, heilsu­verkið, skúlaøkið og onnur økir. Eg fari tí at koma við einari inniligari áheitan á tykkum, sum eru vald at tæna øllum landinum, um at hava alt Føroya land í huganum, tá tit taka avgerðir. Tað er eitt minstakrav og skylda tykkara sum landspolitikarar at hugsa um, hvat tænir landinum best og ikki bert skoða egnan nalva. Eg vóni tí, at tað verða visjónir vegna alt Føroya land, sum fara at eyðkenna val­stríðið undan komandi løg­tings­vali, sum helst ikki er so langt burtur. Livst so spyrst! Er Heðin Mortensen javnaðarmaður?? Jákup Mikkelsen Borgarstjórin í Havn er firtin um at eg sum politikari havi eina meining um eina fram­ tíðar góðshavn í Før­oyum. Hann biður meg halda fingr­ arnar burtur. Lat meg siga beinan veg­ in, at tað vildi verið púra ábyrgdarleyst, um lands­ politikarar ikki høvdu eina meining um byggjan av góðs­havn í Føroyum fyri eina milliard. Ein góðshavn, har meginparturin av inn- og útflutn­inginum úr landinum skal fara. Miðsavnan av góðsflutn­ ingi er ein alsamt vaksandi penga­maskina til ta komm­ unu sum skal hýsa flutn­ ing­in­um og tað økir um tann ójavna sum “javnaðar­ maðurin” Heðin Mortinsen slóðar fyri. Sambært heimasíðu javn­aðarfloksins er Heðin Mortensen næstformaður í Føroya Javnaðarflokki. Á somu heimasíðu er stevnu­ skrá floksins endurgivin. Har stendur m.a.: Gjøgnum sam­ haldsfesti skapa vit møgu­ leikan fyri frælsi og javn­ aði fyri øll. Men Føroyar er einasta landi í okkara parti av heiminum ið ikki hev­ur eina kommunala útjavn­ ingar­skipan. Hesar skipanir eru kendar úr grannalondum okkara. Tær byggja á sam­ halds­fastu hugsjónina og áttu tí at verið søtur tónleikur fyri øll, ið taka undir við javn­ aðarhugsjónini. Men henda politik gong­ ur næstformaður javn­að­ ar­floksins ikki inn fyri. Men vit vita, at Heðin eft­ ir eina val­nátt fór úr sam­ bands­flokkinum uppí javn­ aðarflokkin, tí hon­um stóð í boði at gerast borgar­stjóri í Havn. Tað var soleiðis ikki djúpar hugsjónarligar orsøkir ið fingu Heðin at skifta flokk. Tá Havnin skal byggja eina góðshavn fyri eina milli­ ard og ein munandi betri havn kundi verðið bygd á Skála­fjørðinum fyri 25% av kostnaðinum, so sigur tað seg sjálvt, at her ruggar ikki alt rætt. Spurningurin er tí um henda íløga hevur tað almannagagnliga enda­ mál, sum ásett er í komm­ unu­stýrislógini. Um trý ár tekur tað 15 minuttir at koyra millum Skansan og Skála­fjørðin og hevði Skála­ fjørðurin í dag verið partur av Tórshavnar Kommunu, hevði Heðin neyvan tosað um at leggja nakra góðshavn uttanfyri Havnar Skansa. Peningurin fyri vørugjøldini hevði tá kortini endað í kass­ anum hjá Tórshavnar Havn. Bakkafrost byggir eitt kryvjivirki á Skálafjørðinum. Tað virki fer kanska einaferð at framleiða 50.000 tons árliga til útflutnings. Men hví skal laksur, sum er ald­ur í Árnafirði, kruvdur á Skála­ fjørðinum og etin í Paris fyri einhvønn prís avskipast yvir tann brimbarda Skansan. Er tað ikki bert fyri at fáa kassa­apparatið hjá Heðin at ringja? Støðan er vorðin tann í dag, at kommunur skapa nú ikki bert karmarnar, men eru týðandi vinnuligir ak­tørar. Hetta er beinleiðis í stríð við bókstav og anda í komm­ unulógini. Landið eigur í dag eina góðs­havn. Vága Floghavn. Og hví kann landið ikki reka eina góðshavn fyri sjóvegis flutn­ing, á sama hátt sum landið rekur eina floghavn? Fingrarnar vekk, Jákup Mikkelsen! Heðin Mortensen borgarstjóri í Havn Tað var veruliga hugstoytt at hoyra løgtingsmannin, Jákup Mikkelsen, í farnu viku, tá hann í bestu senditíð í Útvarpinum breiddi seg út um, hvussu Skálafjørðurin skuldi byggjast út við stórari farmahavn, heldur enn at nøkur havnarútbygging skuldi gerast í Havn. Klaks­ vík tordi hann av góðum grund­um ikki at taka upp á tungu. Hansara politiski boð­ skapur var tann vanligi: fram­burður skal bara ikki verða í Havn! Tað, sum eg serliga eri skelkaður av, er ætlanin hjá fólkaflokstingmanninum at taka burtur fíggjarliga grundarlagið hjá Tórshavnar havn fyri víðari útbygging. Hann av øllum veit, at ein útjavningarskipan hevur ta avleiðing, at eingin longur hevur styrki til at fremja tær íløgur, sum føroyska sam­ felagnum veruliga tørvar. Og føroyska samfelagnum tørvar eina altjóða skipahavn, og hana kann Havnin fremja. Heilt margháttligt verða útsagnir hansara, tá hann samstundis leggur eina við, at Tórshavnar kommuna skal bera kostnaðin sjálv, og ikki kommunurnar úti um landið. Álvaratos, Jákup Mikkel­ sen, eingin annar enn Tórs­ havn­ar kommuna hevur rind­að tær útbyggingar, sum hava verið í Havn, og vit rinda sanniliga eisini ta komandi! Tað er óforskammað frekt at hoyra ein so royndan politikara siga so nógv tvætl upp á so lítla løtu. Løgtingið hevur upp til fleiri ferð stuðla havnarút­ bygg­ing úti um landið, men í Havn er tað eitt fremm­anda­ orð, tí fakta er, at Havnin hevur einsamøll stríðst og arbeitt fyri framburðinum. Hetta er tí at tosa beinleiðis ímóti betri vitandi. Vilja hann og klaks­vík­ ingar hava meira burturúr, so mugu teir sjálvir arbeiða fyri tí og ikki bara sita uppafturá og krevja, at krónurnar skulu koma rullandi úr høv­ uðsstaðnum sum ein sosial­ veiting. Nú so nógv verður tosað um, at vit eiga at lata fríu mark­naðarkreftirnar ráða, so er hetta málið so sera ein­falt, at farmareiðaríini vilja sigla til eitt stað, sum í Føroyum er Havnin, og tað skyldast eina og aleina, at vit í høvuðsstaðnum hava dugað at útbygt Tórshavnar havn og gjørt umstøðurnar og tænasturnar so góðar. At Jákup Mikkelsen í ein­um valári roynir at gera Havnina til eitt stórt ódjór, er hansara egni trupulleiki. Eg kann ikki læra hann og aðrar lokalpolitikkarar at elska Havnina, men hann eigur sum tað minsta at virða tann framburð, sum Havnin sjálv skapar til gagns fyri samfelagið alt. kjak