Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-31, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mars 2015síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 Mikudagur 1. apríl 2015 · Nr. 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Gullbrúdleyp 11. apríl kunnu vit halda 50 ára hjúna­bands­dag. Dagurin verdur hildin heima saman við børnunum. Ein drekka­munur er at fáa seinni um dagin fyri tey, ið ynskja at koma og heilsa upp á okkum. Anna Elisabeth og Róland Hammer merkisdagar Tøkk Fyri gávur, blómur og aðrar heilsanir á mínum 90-ára degi 19. mars takki eg hjartaliga. Øll, sum heilsaðu upp á meg og míni børn í HB-húsinum 21. mars, gjørdu dagin ógloymandi. Tað takki eg fyri. Vinaliga Heri Mohr Brúdleyp Leygardagin 4. apríl giftast Rebekka Rafael, Kollafjørður, og Jón Clementsen, Tórshavn. Vígslan verður í Skálavíkar kirkju kl. 13. Veitsla verður fyri innbodnum í Deplinum í Skálavík. 6. apríl frá kl 17 er brúðarhús á Vættrastígi 8, Tórshavn, har øll eru hjartaliga vælkomin! Rebekka og Jón Brúdleyp Tann 4. apríl kl. 15:00 giftast Catherina Svendsen, Ribe og Tonny Simonsen Saltá, Toftir í Vor Frelsers Kirke í Christianshavn KBH. Veitsla verður fyri inn­bodnum eftir vígsluna. Brúdleyp Leygardagin tann 4. apríl giftast Annika Rúnadóttir Gjógvará, Tórs­ havn og Virgar Enghamar, Tórs­havn. Vígslan verður í Vesturkirkjuni kl 13. Veitslan verður hildin fyri inn­ bodnum í Dansifrøði kl 17. Brúðar­ hús verður 5. apríl í felagshúsinum í Stóragerði frá kl 16, har øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 4. apríl giftast í Viðar­ eiðis kirkju Anja Sjóstein, Viðareiði og Sigmund Gunnarsstein, Klaks­ vík. Vígslan verður kl.13 og opið hús verður í Skálanum í Klaksvík frá kl.19 har øll eru hjartaliga væl­ komin. Brúdleyp Leygardagin tann 4. apríl giftast Heidi Vatnsdal Skorá, Tórshavn og Benjamin Jacobsen Deveci, Tórs­ havn. Vígslan verður í Ebenezer kl 12.00. Eftir vígsluna er móttøka niðri­undir í Ebenezer. Veitsla verður hildin fyri innbodnum kl 18.30 í Dugna á Hjalla. Brúdleyp Leygardagin tann 4. apríl giftast Inga Beder, Fuglafjørður og Per Martin Gregersen, Norðragøta. Vígslan verður í Fuglafjarðar kirkju kl. 13. Móttøka verður í Gøtu Arbeiðarafelag, Gøtuvegur 12, Gøtugjógv frá kl. 18, har øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 18. apríl kl. 13 giftast í Rituvíkar kirkju Beinir Túgvustein av Nesi og Marý Anna Solmunde Berg úr Søldarfirði. Døgurði verður fyri innbodnum kl. 16. Kl. 19 verður vælkomst í Bygdarhúsinum í Lorvík. Vit gleða okkum til at síggja familju, vinir, kenningar, starvsfelagar og øll onnur, sum vilja vera við til at gera hendan dagin ógloymandi fyri okkum. Beinir og Marý Anna Silvurbrúdleyp 2. hvítusunnudag 25. mai, eru 25 ár liðin síðani vit gingu saman í hjúna­lag. Dagurin verður hátíðarhildin við veitslu í bygdarhúsinum í Leir­vík kl. 15.00. Tey, ið vilja halda dagin saman við okkum verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf 441212, 261212 (Andras), FaceBook ella senda teldupost til andrassb@olivant.fo í seinasta lagi 4. mai. Marjun og Andras Brúdleyp Fríggjadagin 24. apríl giftast Sigrun Joensen, Kollafjørður, og Mortan Bisp, Argir. Vígslan verður í Kollafjarðar kirkju kl 13:00. Opið hús verður í Bygdarhúsinum í Kollafirði frá kl 19:00, har øll eru hjartaliga vælkomin.