Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-31, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mars 2015síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. apríl 2015 · Nr. 38 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Við aftur: Lukasz Cieslewicz (eftir leikbann) Ikki við: Hanus Thorleifsson (3 dystir, leikbann) Jónas Tór Næs (skaddur) Ivasamur: AlexMellemgaard (lærkrikin) Ikki við: Pál Joensen (knæið, 4 vikur) Við aftur: Arnbjørn Hansen (fibur) Ikki við: Bárður J. Hansen (3-4 vikur, mjødnin) Hans Jørgen Djurhuus (3-4 vikur, kjálkabeinið) Ikki við: Einar Tróndargjógv (burturstaddur) Við aftur: Jens Joensen (leikbann) Ikki við: Rasmus Dan Sørensen (fótur), Jens Michael Jensen (lyska) Jóannes Hansen Tað kemur fyri, at spurnar­ tekin verða sett við soleiðis, sum kappingin er løgd til rættis, men fyri tað mesta liva feløgini, spælararnir, press­an og øll onnur við tí, sum FSF hevur lagt til rætt­ is, eftir at feløgini hava havt upp­skot um skrá til um­ mælis. Í morgin, skírisdag, er fimta umfar í lands­kapp­ ing­ini á skrá. Mánadagin, 2. páska­dag, verður fyrsta um­ far í steypakappingini, og so verður hildið fram í lands­ kapp­ingini hvørt vikuskifti fram til tað miðskeiðis í juni verður steðgur, tá ið Føroyar og Grikkaland leygardagin 13. juni skulu spæla EM undan­ kappingardyst í Føroyum. Hesaferð er tað merkis­ vert, at tríggir av teimum fimm dystunum verða spæld­ir í høvuðsstaðnum. HB og EB/Streymur leggja fyri í Gunda­dali klokkan 14.30, klokkan 17 spæla AB og ÍF á Argjum, og klokkan 17.15 verður fyrsta bríksl í Gunda­ dali, tá ið B36 tekur ímóti KÍ. Ein­astu dystirnir uttanfyri høvuðs­staðnum eru á hesum sinni í Gøtu, har Víkingur fær vitjan av FC Suðuroy, og í Trongis­vági, har TB fær vitjan av toppliðnum NSÍ. Tá ið trý av tíggju liðum í bestu deildini búgva í høvuðs­staðnum, eru tað oftast ein ella tveir dystir í Gunda­dali og á Argjum. Í ein­ um umfari spæla øll høvuðs­ staðar­feløgini á útivølli. Tað verður í 7. umfari, sum er ásett at vera 18. og 19. juni. Um ólavsøkumundið verða tríggir dystir í høvuðs­ stað­num, men tá verður spælt 27., 28. og 29. juli. Ólagaligt at venja Tað eru knappar tvær vik­ur síðani 4. umfar varð av­greitt. Síðani tá hevur fokus verið á landsliðnum, sum sunnu­ kvøldið tapti 1-0 í Rumenia, og á U-21 landsliðnum, sum frá hós­kvøldinum av og í viku­skiftinum var savnað at fyri­reika seg til nýggjar av­ bjóð­ingar seinni í summar. Tað órógvar venjingarnar í feløgunum, at teir bestu eru burtur frá í lands­liðs­ ørind­um. Tann tíðin er farin, tá ið feløgini geva misnøgd við hetta til kennar. Tey kenna treytirnar, og tað er ber inntøkur við sær at hava spæl­arar á landsliðnum. Eitt sindur misjavnt er tað, hvussu nógvar spæl­arar feløgini hava havt á lands­ lið­unum. B36 átti tríggj­ar í ferða­lagnum í Rumenia, og Odmar Færø og Róaldur Jakobsen spældu nógv. Fýra úr B36 lut­tóku í U-21 venj­ing­unum. Víkingur átti tríggjar í lands­liðs­ferða­ lag­num, og teir vóru allir á vøll­inum. Tveir víkingar vóru boðsendir at venja við U-21. Hesaferð vóru tríggir HB spæl­arar uttanlands við lands­lið­num, meðan Poul Ingason var tann einasti úr HB, sum luttók í U-21 venj­ ing­unum. Tveir NSÍ spælarar vóru í Rumenia, men hvørki Pól Jóhannus Justinussen ella Klæmint A. Olsen vóru á vøll­inum. Tríggir NSÍ spæl­ar­ ar vandu við U-21. Einki av hinum feløg­ unum var umboðað á lands­ liðs­ferðini í Rumenia, men fleiri áttu spælarar, ið lut­ tóku í U-21 venjingunum: EB/ Streym­ur, ÍF, KÍ og TB (4), FC Suðuroy (2) og AB (1). B36 - KÍ Petur Reinert Skírisdag klokkan 17.15 Seint seinnapartin í morgin fara klaksvíkingar fyri fyrstu ferð í ár í Gundadal. Ábyrgdar­maður hjá mót­ støðu­liðnum er Eyðun Klakstein, sum í mong ár hev­ur verið ein hin størsta ímyndin av KÍ. Burtursæð frá 1992, tá ið hann var í ÍF, hev­ur Eyðun verið í KÍ. Fyrst sum spælari, síðani sum ung­ dóms­venjari, tá ið hann var við til at menna nógvar av spælarunum, sum eru á og kring besta liðið, og síðani sum venjari. – Tað er bara so, at hetta er fyrsta ferðin, at eg skal spæla ímóti KÍ í týdningar­ mikl­um dysti. Eg eri venjari hjá B36, og ta uppgávuna royni eg at røkja á besta hátt, sigur Eyðun Klakstein, sum ikki leggur í at vera við í stórum sjovi um, at hann nú skal spæla ímóti barn­dóms­ felagnum. – Eg kenni nógvar av spæl­ar­unum væl, men sam­ stundis veit eg, at KÍ nú er í heilt aðrari útgávu, enn tá ið eg arbeiddi saman við teim­ um. Atli Danielsen er ein av fleiri KÍ spælarum, sum sam­ an við venjaranum Mikkjali Thomassen hava verið í B36. Trupulleikin í Klaksvík er, at fleiri av teimum, ið møguliga kunnu flytast í plássið í mið­ verjuni hjá leikbannaða lið­ formanninum Jonas Flindt Rasmussen, eru skaða­plág­ aðir og síðstu vikurnar ikki hava vant saman við hin­um. – Vit hava gott mót, men vit vita, at talan verður um stóra avbjóðing. Lukasz Cieslewicz er lyklaspælari hjá B36 og tøkur aftur. Men B36 hevur staðið seg væl í fram­rættaða spælinum utt­ an hann, og verjuparturin er sera støðugur, sigur Atli Danielsen. Víkingur - FCS Alex Troleis Skírisdag klokkan 15.00 Tvey av liðunum, sum ikki hava vunnið higartil, hitt­ ast í Sarpugerði. Hjá FC Suðuroy er venjarin, Jón Pauli Olsen, ikki við í ferða­ lagnum hesaferð. Hann fór í gjár av landinum við kvinnu­landsliðnum, sum næstu vikuna skal spæla í undan­kapping á Malta. Jón Pauli sær tað ikki, sum at lið­ ið viknar av tí, at hann ikki verð­ur við í Gøtu: – Vit hava vant miðvíst til stóru avbjóðingina, og Bogi Mortensen er álitismaður á beinkinum. Er mótið framvegis gott? – Kappingin er ung, og vit rokna fult og fast við, at tað skal eydnast at røkka mál­ inum, sum er at varð­veita plássið í deildini. Higar­til hev­ur tað verið nógv mót­ brekka. Fyrst bíðaðu vit eftir loyvum, og síðani hava vit verið meint raktir av leik­ bann­um. Veruleikin er, at vit eiga evnaríkar ungar spæl­ arar, og at okkum manglar spælarar millum 20 og 30. Tað LIÐ TÍÐINDI B36 HB Víkingur NSÍ EB/Streymur Tað mesta gongur fyri seg í høvuðs­ staðnum Tað kemur fyri, at eingin dystur er í høvuðsstaðnum, men í morgin verða fyri fyrstu og einastu ferð í ár tríggir av teimum fimm landskappingar­ dystunum ein og sama dag spældir í høvuðsstaðnum, har HB og síðani B36 eiga heima­vøll í Gundadali, og AB eigur heimadyst á Argjum