Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-31, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mars 2015síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 1. apríl 2015 · Nr. 38 ítróttur fótbóltur Tøkur aftur: Heðin á Lakjuni (burturstaddur seinast) Leikbannaður: Jonas Flindt Rasmussen (1 dyst) Ivasamir: Atli Danielsen (lærkriki), Ndende Adama Guéye (lærkriki) og Evrard Blé (fótliður) Ikki við: Jan Ellingsgaard (Burturstaddur) Ivasamur: Andy Olsen (Hevur ligið sjúkur) Ikki við: Teitur Jóannesarson (knæið, ivasamt), Hørður M. Mohr (burturstaddur, 1,5 mánað), Rói Danielsen (Burturstaddur 1, 5 mánað) Við aftur: Dmitrije Jankovic (skaði) Ikki við: Heine Mortensen (burturstaddur í lestrarørindum) Ikki við: Jón Krosslá Poulsen (leikbann, 1 dyst), Vallerian Iobashvili (leikbann, 1 dyst), Jón Áki Jacobsen (knæið, lang­ tíðar­skaddur), Salmundur Bech (brotið fótin, 4 vikur) Við aftur: Høgni Madsen (leikbann) og Dánjal Godtfred (tøkur eftir fráveru vegna arbeiði) eru bara Palli Augustinussen og Jón Krosslá Poulsen, sum hava royndir í bestu deildini. Út­lendsku spælararnir royn­ast væl. Vit eru umleið 25 til venjingar, og nú tá ið lík­ind­ini fara at batna, fer tað at vera hugaligari, sigur optimist­iski FC Suðuroy venj­arin. Víkingur hevur verið part­ur av fýra javnleikum. Sigfríður Clementsen, venj­ ari, ásannar, at tað higartil ikki hevur verið, sum teir høvdu vónað: – Vit kundu havt tólv stig, men marginalirnir hava ikki verið við. Átta mál eru farin ígjøgnum, og tað er ov nógv. Vit kunnu ikki peika á nógv per­són­lig mistøk, men vit ásanna, at tað hevur ikki verið sann­førandi, hvørki í fram­rættaða partinum ella í verjupartinum. Í flestu førum eru tað vit, sum skulu mynda spælið. So­leiðis verður tað eisini í morg­in, tá ið vit fáa vitjan av liði, sum hevur málmunin 3-15 og einki stig. Vit eru favo­ rittar, og eg havi tað álit á spæl­arunum, at tað fara teir at liva upp til, hóast fyri­treyt­ir­nar at venja ikki hava verið av teimum bestu síðani umfarið næstsíðsta viku­skifti, men hvør dystur livir sítt lív, og soleiðis verður tað eisini í morgin, sigur Sigfríður Clementsen. TB - NSÍ Páll Augustinussen Skírisdag klokkan 15.00 Á Tvøroyri er fótbóltslagið í toppi eftir málleysa javn­ leik­in í Gundadali ímóti HB. Spenningurin er sera stór­ur, nú bíðað verður eftir topp­ liðnum NSÍ. TB hevur ikki tapt – ein sigur og trígg­ir javn­leikir – og NSÍ er topplið við níggju stigum. Møgu­ leik­arnir hjá TB at vera við til at mynda kappingina eru fyrst og fremst treytaðir av, hvussu tað skerst á heima­ vøll­inum við Stórá. Páll Guðlaugsson fær sum skoðsmál á Tvøroyri, at hann er ein meistari í at seta liðið rætt, varðveita rætta tak­tikkin og at seta spæl­ arar­nar upp at arbeiða fyri søkini. Hann heldur, at stuð­ ulin frá áskoðarunum hevur al­stóran týdning: – Vit heita á við­halds­fólk­ ini at møta upp í morg­in. Hetta er ein sera týdningar­ mikil dystur ímóti topp­lið­ num, og tað skal kennast, at vit eru á heimavølli, sigur Páll Guðlaugsson. Í NSÍ er stór kapping um pláss­ini á liðnum, og tað er posi­tivur trupulleiki hjá venj­aranum Trygva Mortensen: – Tað er moralurin og saman­haldið, sum ber okk­ um, og hýrurin er góður und­ ir venjing. Vit hava vant væl síðani 3-1 heimasigurin á ÍF, og vit gleða okkum til stóru avbjóðingina í Trongisvági, sigur Trygvi Mortensen. AB - ÍF Lars Müller Skírisdag klokkan 17.00 Felags fyri AB og ÍF er, at hvørki liðið hevur vunnið í fýra teimum fyrstu umfør­ unum. AB hevur verið part­ ur av fýra javnleikum. Eftir tríggjar javnleikir tapti ÍF 3-1 í Runavík í 4. umfari. Hóast ÍF í Adeshina Lawal og Clayton Soares eigur tveir teirra, sum seinastu árini hava skorað flest mál, so ber støðu­talvan boð um, at ÍF higar­til bara hevur skorað seks mál í fýra dystum. – Trý stig eftir fýra dyst­ ir er ikki ynskibyrjan. Á Argjum verður fjórði úti­ dyst­urin, og nú vóna vit at vinna fulla úrtøku. Tað er bara spurningur um tíð, áðr­ enn vit fara at fáa ágóðan av, at vit bæði hava Lawal og Clayton, og tað vóna vit fer at síggjast ímóti AB, sigur Andy Olsen hjá ÍF. Í AB eru tey væl nøgd við, at liðið hevur vunnið úr­tøku burturúr øllum fýra um­før­ unum, men tað er ikki nóg mikið: – Tað flytur okkum ikki so nógv, tá ið vit ikki vinna. Nú er tað ógvuliga týdningar­ mikið at vinna fulla úrtøku á heimavølli ímóti ÍF, og tí møgu­leikanum rokna vit avgjørt við, verður sagt av Argjum. HB - EB/Str. Rúni Gaardbo Skírisdag klokkan 14.30 Í HB leguni var tað stórt vón­ brot, at tað ikki eydnaðist at vinna á heimavølli ímóti TB, sum fór úr Gundadali við mál­leysum javnleiki: – TB hevði nógva orku og áræði. Hjá okkum var stóri trupulleikin, at vit spældu ov lítið, og at vit sparkaðu ov nógv. Vit høvdu vónað, at tað skuldi eydnast at fáa mál tíðliga. Tað eydnaðist ikki, og so var talan um ov strongt av­rik, sigur HB lið­for­mað­ urin Fróði Benjaminsen. HB er altíð favorittur í Gundadali. Soleiðis verður tað sjálvandi eisini, tá ið EB/ Streyma liðið við nógvum ungum og óroyndum spæl­ arum fer at vitja í morgin. Tað kann væl hugast, at dystar­gongdin fer at minna nógv um hana, tá ið TB var í Gundadali. Í EB/Streymi harmast teir um, at tað ikki eydnaðist at vinna á heimavølli ímóti AB, sum fór suður aftur við málleysum javnleiki. – Verjuparturin er vorð­in nógv betri seinastu ferðir­ nar. Stóri trupulleikin er, at vit ikki skora mál. Vit høvdu vónað, at tað skuldi eydn­ast at vinna, áðrenn FM kandi­ dat­arnir eru á skránni. Nú bíða HB, Víkingur og KÍ, og so mugu vit vóna, at tað fer at eydn­ast at vinna fulla úr­ tøku ímóti einum ella fleiri av hes­um liðunum, sigur EB/ Streyma liðformaðurin Niels Pauli Danielsen. joannes@sosialurin.fo KÍ ÍF AB TB FC Suðuroy Effodeildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 NSÍ 4 3 0 1 14 6 +8 9 2 B36 4 2 2 0 10 5 +5 8 3 TB 4 1 3 0 5 3 +2 6 4 HB 4 1 3 0 5 3 +2 6 5 KÍ 4 1 2 1 7 6 +1 5 6 Víkingur 4 0 4 0 8 8 0 4 7 AB 4 0 4 0 3 3 0 4 8 ÍF 4 0 3 1 6 8 -2 3 9 EB/Streymur 4 0 3 1 4 8 -4 3 10 FC Suðuroy 4 0 0 4 3 15 -12 0