Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. apríl 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. apríl 2015 · Nr. 39 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Ungi sjúkrarøktarfrøðingurin, Char­lotte Kristensen, var til arbeiðis í heimarøktini, tá hon knappliga fekk brúk fyri øllum, hon hevur lært í samband við verkætlanina ”Klár til hjartastart” í Frederikshavn kommunu. Vanliga er hon á einari fýra tímar langari og fastari rutu og vitjar eldri fólk heima við hús. Á rutuni vitjar hon eisini yngri sjúklingar, ið dragast við krabbamein og sálar­ sjúk. At vera til reiðar Ein dagin í januar í 2013 pakkar hon arbeiðsbilin, sum hon hevur gjørt nógvar ferðir áður. Hon heils­ ar upp á ein næming, ið lærir til sjúkrarøktarfrøðing, og sum skal við henni á vaktini. Tær smápráta og eru á góðari bylgjulongd. Tá tær fara í bilin, tekur Char­ lotte sum tað seinasta hjarta­start­ ara-telefonina, sum allir bilar í heimarøktini í Frederiksberg komm­ unu hava. Hjartastartara-tele­fonin er í beinleiðis sambandi við alarm­ sentralin. Um telefonina kunnu sjúkrarøktarfrøðingar og heilsu­ røktarar, sum arbeiða úti í komm­ ununi, eftir fáum sekundum verða tilkallað, um borgari í kommununi fellur um við hjartasteðgi, og við­ kom­andi sjúkrarøktarfrøðingur ella heilsurøktari er hin nærmasti. – Men, hetta verður neyvan aktuelt á tíni fyrstu vakt, sigur Char­lotte Kristensen við lærlingin. Hon leggur aftrat, at kortini skal telefonin vera við, og tær skulu vera til reiðar. Ein høgur ýlitóni Tær báðar standa mitt í eini sár­ við­gerð av eini yngri kvinnu, tá tele­fonin byrjar at ýla. Ljóðið er so hart, at tað hoyrist kring um grannalagið, har tær eru. Hetta er ikki eitt ”royndarkall”, men ramur álvari. Unga kvinnan, sum tær báðar vitja, er ikki í akuttari støðu, men klárar seg saktans. Adressan á neyð­ upp­kallinum stendur á display’num. Tað er nær við, har tær báðar eru, og Charlotte tekur sína avgerð: Tær mugu avstað. Charlotte trýstir ”klár” á tele­fon­ ini, og tríggjar minuttir seinni eru tær báðar hjá uppgivnu adressuni. Húsið tykist tómt, einki ljós, hurðin er løst, og eingin reagerar, tá tær banka hart á hurð og vindeygu. Charlotte staðfestir, at kavi nýliga er ruddaður burtur, og nú sendir hon næmingin runt um húsini at hyggja, um onkur onnur inngongd er. Sjálv ringir Charlotte til alarmsentralin sum váttar, at adressan er røtt. Tey siga, at hon skal bróta ein rút, men áðrenn hon hevur gjørt tað, rópar næmingurin, at hon hevur funnið eina aðra hurð. Trongligt í gongini Adrenalinið koyrir runt í kroppinum á sjúkrarøktarfrøðinginum, tá hon fer innar, men hon er eisini rólig. Tvær ferðir áður hevur hon verið við til hjarta/lungnabjarging, og er tað hetta, sum nú skal til, er hon til reiðar. Komin innar, stendur ein eldri kvinna við einari telefon í aðrari hondini, meðan hon við hinari royn­ir at halda manni sínum uppi. Kvinnan rópar: ”Hjálp, hjálp mær…!” Charlotte hyggur at manninum, og hennara fyrsti tanki er, at maðurin er deyður. Hann er hvít/ gulur í andlitinum, eyguni eru aftur­latin, hann andar ikki og kroppurin er slappur. Gongin er so smøl, at tað nóg illa er pláss fyri teimum øllum, og tí er eisini trupult at leggja mannin niður. Hon spyr eldri kvinnuna, um maðurin hevur handilstenn, tí hon stúrir fyri, at hann kann kvalast, tá hon fer at blæsa luft í munnin á honum. Charlotte skræðir skjúrtina av manninum og klippur undir­ troyggj­una upp. Alt fyrigongur líka sum í refleksum. Áðrenn hon fer í gongd við hjartamassagu, biðir hon konuna fara inn í rúmið við síðuna av, tí tað kann vera ógvusligt at síggja viðgerðina. Framvegis kritiskt ­– Eg var ikki bangin, tí maðurin var jú deyður. Eg kundi einki gera galið, náddi eg at hugsa. At vit vóru komin á staðið, kundi bara gera møguleikarnar hjá manninum at yvirliva betri. Eftir at hava givið manninum seinna stoytin, byrjaði hjartað aftur at banka, og maðurin byrjaði at fáa lit aftur í andlitið. Eftir sjey minuttir er sjúkrabilur frammi. Tey taka nú yvir og gera mannin kláran til flutning. Charlotte fer inn í stovuna til konuna, sum er í sjokk. Hon situr á einum skamli og hyggur niður í gólvteppið. Boðini frá fólkunum í sjúkrabilinum eru stutt og bein­ leiðis: ”Hjartað slær, men maðurin andar ikki sjálvur. Støðan er fram­ vegis ógvuliga kritisk…” Dagin eftir fær Charlotte at vita, at maðurin er deyður á sjúkra­ húsinum. Konan sigur, at hann hevur havt tað gott til tað seinasta. Um morgunin høvdu tey sitið og hugn­að sær við kaffi og sjónvarpi, áðrenn hann var farin út at skumpa kava. Tá hann var komin inn aftur, fór hann knappliga at føla seg illa og small um í gongini. Charlotte er hørm um, at tað ikki eydnaðist at bjarga manninum, men hon er hóast alt fegin um, at tær gjørdu tað, tær kundu. Tær fingu høvi at geva manninum ein møguleika aftrat, tó at tað ikki var nóg mikið til at bjarga lívi hansara. Um verkætlanina Um tiltakið ”Klár til hjartastart” í Frederikshavn kommunu er at siga, at hetta er ein samstarvsverkætlan millum Hjartafelagið, Region Norð­ jútland, Frederikshavn kommunu og TrygFonden. Endamálið er ­– fleirstreingjað – at veksa um møguleikarnar fyri at yvirliva ein hjartasteðg í Frede­riks­ havn kommunu. Aftrat undirvísing í hjarta/ lungnabjarging og aktivering av lokala umhvørvinum, privatum fyritøkum, skúlum og feløgum er eisini ein týdningarmikil partur av verkætlanini, at heimarøktin í kommununi er umskipað til eitt samlað lið. Á liðnum, ið hevur mobilar hjartastartarar, eru 60 bilar í heimarøktini við hjartastartara og 450 sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktarar, ið hava fingið út­ búgving at brúka hesar. Um eina mobiltelefon eru øll hesi fólk í bein­ leiðis sambandi við alarm­sentralin og kunnu tískil koyra út við hjálp eftir stuttari freist. Fleiri enn 7000 fólk í Frede­ rikshavn kommunu høvdu longu eftir einum ári lært hjarta/ lungna­ bjarging í samband við nevndu verkætlan. 3.500 hjartasteðgir Umleið 3.500 danir fáa hvørt ár hjartasteðg, og í Frederikshavn kommunu liggur talið um ein hjartasteðg um vikuna. Verkætlanin leggur upp til at tryggja, at fleiri kunnu taka um endan, tá fólk fáa hjartasteðg, soleiðis at fleiri eisini kunnu yvirliva ein slíkan álvar­ saman tilburð. Møguleikin at yvirliva ein hjarta­ steðg uttan fyri sjúkrahús er umleið tríggjar ferðir so stórur, um hjarta/ lungnabjarging verður veitt, áðrenn sjúkrabilur kemur á staðið. Meira kann lesast um verk­ ætlanina í Frederikshavn kommunu á www.parattilhjertestart.dk Leggjast kann aftrat, at hjarta/ lungnabjarging syrgir fyri, at ilt­ að blóð verður ført til heilan og onn­ur lívstýdningarmikil gøgn, til viðgerð við heilivági kann byggja uppaftur eina vanliga hjartarútmu og andadrátt. Kelda: Patienthåndbogen Hvørt ár fella 3.500 danir um við hartasteðgi. Hetta svarar til, at umleið 10 danir fáa hjartasteðg hvønn dag. Tá eru ikki tey íroknað, sum fáa hjartasteðg, meðan tey liggja á sjúkrahúsi. Arbeitt verður við at útbúgva borgarar og heilsurøktarfólk í skjótari bjarging, soleiðis at fleiri kunnu yvirliva ein hjartasteðg Tú kanst bjarga mannalívi Tað er als ikki óvist, at tú ongantíð kemur at uppliva, at ein persónur í tínari nærveru fær hjartasteðg. Hagtøl vísa, at 10. hvør dani hevur verið vitni til ein hjartasteðg. Tí kann slíkt henda fyri okkum øll - at vit ein dag sita í bussinum, eru til gongu ella sita heima í sofuni við síðuna av einum, ið fellur um við hjartasteðgi. Vandin fyri at skaða ein, sum soleiðis fellur, er minimalur. Men, um tú einki gert, er vandin fyri, at viðkomandi doyr - ella fær varandi mein - stórur. Kelda: www.parattilhjertestart.dk Ein eyka møguleiki tá hjartað steðgar heilsa – Eg var ikki bangin, tí maðurin var jú deyður. Eg kundi einki gera galið, sigur sjúkrarøktarfrøðingurin, Charlotte Kristensen