týsdagur 7. apríl 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. apríl 2015 · Nr. 39
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Svend Jensen, sum hevur ver
ið búsitandi í Danmark útvið
eina hálva øld, var ættaður
úr Trongisvági. Hóast hann
hann hevur búð uttanlands
í so mong, var hann út í odd
og egg føroyingur. Heimbygd
hansara, Tvøroyri, átti hjarta
hansara, serstakliga Trongis
vágur, har hann vaks upp.
Sum ungur byrjaði Svend
at læra til prentara á Før
oyatíðindi, sum Jens Dam
stjórnaði. Her vóru vit báðir
á heimavølli. Ofta tosaðu
vit saman um prenting og
hvussu prentingin var, tá
ið vit báðir fóru í læru sum
prentarar. Hetta var í teirri
tíðini tá ið hvør bókstavur
varð settur upp við hond.
Men Svend gjørdist ongan
tíð útlærdur prentari. Hann
greiddi mær frá serstakari
hending á prentsmiðjuni hjá
Føroyatíðindi, sum elvdi til, at
hann gavst áðrenn lærutíðin
var
liðug.
Hendingin
hevði júst við hondsats at
gera, tí meginparturin av
einari hondsettari síðu á
Føroyatíðindum “fór í fisk”,
sum tað eitur á prentaramáli,
tá ið ein hondsett síða verður
mist á gólvið.
Fyrstu ferð eg minnist
Svend var umleið 1973, tá ið
hann búði í Esbjerg og koyrdi
buss. Mong ár seinni – fyrst í
nítiárunum – hittust vit aftur.
Tá var hann búsettur í Vejle,
har hann var oddamaður í at
skipa fyri føroyskum møtum
í býnum. Men tá var hann
ikki sami fermi maðurin.
Ein blóðtøppur hevði skalað
heilsu hansara so nógv, at
hann mátti sita í koyristóli,
tí onnur liðin gjørdist lamin.
Men hóast mikið tarnaður
av likamsveikleika, so bilti
heila hansara einki. Hann
var sum ein unglingi í sinni
og hugsan.
Føroysku møtini í Vejle
einaferð um mánaðin, vóru
honum ein hjartasøk. Sam
an við konu síni, Helgu, halg
aðu tey seg hesum verki til
tað allarseinasta. Ikki ein
ans vanlig møti, men eisini
at koma saman at minnast
Jesus við breyði og víni, so
leiðis sum Jesus sjálvur beyð
fylgdarfólki sínum. Hesar
løtur
vóru
seinnapartin
sunnudagar, áðrenn almenna
føroyska møtið. Hann gav
hesari lítlu samkomu navnið
Ebenezer, eftir Ebenezersam
komuni í Havn.
Miðskeiðis í nítiárunum
stóð mær í boði at gerast
prædikumaður í baptista
kirkjuni í Vejle, har Svend,
konan Helga og nakrir aðrir
føroyingar og danir komu
saman. Har starvaðist eg í
fimm vikur. Ein góð tíð, sum
eg ongatíð fari at gloyma.
Tann kærleiki og umsorgan,
sum Svend, Helga og henda
lítla danska samkoman vísti
mær,
var
hjartanemandi.
Somuleiðis tær mongu góðu
løturnar inni hjá Helgu og
Svend. Har hava Birgit og eg
sitið mangan við vælbúgvið
borð. Tey vóru góð við okk
um.
Svend var stuttligur og
dugdi sera væl at greiða fra tí,
sum hann hevði upplivað frá
barni av. Hann hevði eitt lætt
lyndi og var skjótur til látur.
Hetta lætta sinnið saman við
eini gudstrúgv, sum ikki var
eiti, bar hann upp gjøgnum
strævnar tíðir og dagar, sum
hann bar við einum brosi.
Vitnisburðir
hansara
um
Jesus vóru greiðir, tá ið hann
greiddi frá, at hann sum ein
ungur drongur kom til trúgv
í salinum hjá bókbindaranum
á Tvøroyri.
Bókbindarin var hin kendi
D.J. Magnussen, sum hevði
bókbindaravirki
í
heimi
sínum. Seinni gjørdi bók
bindarin sal, eisini í sínum
egnu húsum. Har var tað, at
Svend hoyrdi eitt klárt og
greitt evangelium um Jesus,
sum bar syndir hansara á
Golgata krossi.
Tá ið Svend greiddi frá lívi
sínum, so duldi hann ikki fyri
at ásanna, eins og P.W. Há
berg yrkti:
Tú tað veit, á Harri kæri,
at um enn eg steig,
stundum langt av leiðum
tínum,
tagnaði tó ei
røddin tín í barmi mínum:
Jesus elskar teg!
Mitt í heimsins villa brúsi
gleddi hetta meg.
Blóðtøppurin broytti lívið
hjá Svend, ikki einans likam
liga, men so sanniliga eisini
andaliga. Eftir hetta gjørdist
Svend eitt brennandi vitni
fyri frelsara sín og helmaði
ikki í til sín seinasta dag á
foldum. Birgit og eg kunnu
siga, at Svend var ein trúfast
ur vinur og stríðsfelagi fyri
Jesus. Hann og Helga vóru so
góð við okkum. Signað veri
minni um Helgu og Svend
Jensen.
Svenning av Lofti
– Hevði Árni verið eitt træ, so
hevði hann vaksið niðureftir,
segði Hermann Jacobsen við
Svend Brimheim í einum
hálvrundum føðingardegi hjá
Árna C fyri nú mongum árum
síðan. Hetta líkasum fyri at
staðfesta, at vinmennirnir
als ikki vóru samdir um eitt
hvørt, men at tað kortini var
givið frammanundan, at Árni
ikki bakkaði ein millimetur.
Árni C er ein serskøltur
uppá tann stuttliga mátan.
Heilt øgiliga tvørur. Men
tað kann ein venja seg við
og fyrimunurin er, at mann
altíð veit, hvar mann hevur
hann. Hann er hundrað pro
sent erligur og reiðiligur og
pakkar onki inn. Og tolir tú
ikki at hoyra sannleikan, ja,
so er trupulleikin tín og bara
tín.
Sjáldsama óræddur er
hann eisini. Minnist nakrar
upptøkur
av
honum
og
Zacharisi akandi á búkinum
eftir eini smalari hyll ovast
uppi í Eiðiskolli, haðani
Risin og Kellingin sóust sum
ørsmáir prikkar langt niðan
fyri. Eg spurdi, um hann ikki
var bangin. Og á sín heilt
serliga hátt svarar han: Bang
in? Nei, hvat ólukkan skal eg
brúka tað til??
Beistaktigur er hann
eisini. Einaferð koyra vit om
an til Scalloway í ørindum
fyri tá nýstovnaða Sjónvarp
Føroya, tá vit síggja bilin hjá
Hermanni Jacobsen uttan
fyri gamla slottið. Hetta var
ein gamal brúnur Audi 100,
sum riggaði so illa, at Her
mann ikki tordi at sløkkja
hann. Bilurin stóð og gekk
uttanfyri.
Árni gjørdi ikki beinari
enn at stjala bilin, koyrdi
hann oman á keiøkið og
krógvaði hann aftanfyri eitt
pakkhús við gomlu sjómans
pubbina. So lúrdu vit undan
vertshúshorninum. Eg havi
sjáldan flent so illa, sum tá
Hermann kom út av Scallo
way Castle og uppdagaði, at
bilurin var horvin, dansandi
sum ein sansaleysur grinda
lokkur í illsinni. Hermann,
sum leitaði leingi, áðrenn
hann fann bilin, var smáfor
nermaður í fleiri dagar!
Árni var rockari áðrenn
rockarar vóru til. Eg kom at
kenna hann meðan hann
enn gekk í leðurjakka og
svørtum dansiskóm, hetta
var meðan hann enn var av
teimum fermastu í judo og
damurnar enn prátaðu um
henda famúrskarandi twist
aran, sum dansaði tær flatar
á klubbagólvinum. Nakað
soleiðis helt hann sær longri
enn teir flestu. Eisini í hesum
var Árni uppá tvørs, tí rock &
roll og tað sum hartil hoyrir
var ikki gamalt heima hjá
Conradi.
Árni var ein slóðari innan
Sjónvarpsfelagið. Tá Sjónvarp
Føroya lá um føðingina var
eg ofta við Árna at gera upp
tøkur til Svf og til útlendskt
sjónvarp, umframt at Árni
seinni framleiddi ein stóran
part av lýsingunum í sjón
varpinum. Her vóru hann
og Kemm Poulsen bæði
samstarvsfelagar og kapp
ingarneytar, og tí kom eisini
okkurt stuttligt burturúr,
tí kemiin hjá tí tvøra Árna
og tí knappsinta Kemm var
ikki altíð soleiðis at fáa at
ganga uppí eina hægri eind.
Men ótrúliga stuttligt var tað
mangan.
Árni kann ikki torga vár
gróður. Einaferð vit vóru
uttanlands í sjónvarpsørind
um rendi hann seg í eitt nýtt
pollenmet í Jammurbuktini.
Eftir stuttum bili mátti hann
á intensivu deild, so ovurvið
kvæmur var hann fyri hes
um nærmast ósjónliga fígg
indanum. Tað hevur seinni
eisini plágað hann illa.
Og tosa um at vera uppá
tvørs. Tá heilsan veruliga
fór at bila keypti Árni sær
motorsúkklu. Tað má vera
tekin um rímiliga optimis
mu at fáa sær eina stóra
Triumph í garasjuna, tá
læknarnir annars mæla til
at kula niður, leggja seg upp
afturá, eta medisin og bíða
eftir hvat lagnan finnir uppá.
Seinastu tíðina hevur heilsan
fleiri ferðir veruliga bilað.
Tó so, meira enn so hyggur
hann enn inn á gólvið til ein
drekkamunn og eitt hugna
ligt prát. Og hóast ússaligur
til tíðir, so hevur hann fleiri
jørn í eldinum og fleiri stórar
ætlanir.
Framum alt hevur Árni
altið verið ein góður vinur,
hundrað prosent álítandi
og altíð fúsur at rætta eina
hjálpandi hond. Og gert
tú honum eina tænastu,
gloymir hann tær tað ikki.
Onkrar tænastur hevði hann
tó viljað verið fyriuttan –
serliga tá onkur vælmeintur
hevur ruddað í studionum
og Árni onki finnur aftur. Tí
hóast hann er eitt róthøvd,
so er system í óruddinum.
Tað er óluksáliga keðiligt,
at fólk sum eru so frísk og
hava so góð evni og so nógv
at geva av skulu gerast so illa
sjúk, at tað forðar teimum at
útinna sín dagliga gerning.
So Árni, eg fari at runda av
við at ynskja tær góðan bata,
alt tað besta og hjartaliga
tillukku við degnum. Eg vóni
tú verður so frægur aftur, at
tú fært framt tínar ætlanir.
Kenni meg sannførdan
um, at Várharra hevur eitt
serligt óruddiligt kjallara
studio til ein slíkan sum
teg. Tað fer at standa klárt 7.
apríl í 2090, tá tú fyllir hálvt
annaðhundrað ár, og tá tú av
skaparatrongd og berari tvør
heit hevur filmað, skrúvað,
klipt og óruddað í 75 ár aftrat
– og í prosessini ríkað alt
Føroya fólk við einum ótali
av frágera mentanarperlum
aftrat!
Hjartaliga tillukku!
Ó. J. Rólantsson
Svend Jensen úr Trongisvági til minnis
Árni Conradsson
sjeytifimm