týsdagur 7. apríl 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 8. apríl 2015 · Nr. 39
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
24.03. klokkan 14.05 er ein
løta, sum eg ongantíð fari
at gloyma. Ein løta, sum eg
í langa tíð hevði stúrt fyri,
men tíbetur ikki kendi, fyrr
enn hon var her. Løtan, tá
telefonboðini um, at mín
góða vinkona, Anna, hevur
fingið frið, kom.
Góða Anna, vit báðar
hava so mangan tosað um,
at tínir dagar vóru farnir at
fækkast, men kortini løgdu
vit ætlanir. 90 ára føðingar
dagur skuldi verða næsta
ár, tú hálvthundrað og eg
fjøruti, og mangan hava vit
sitið og ímyndað okkum, at
tú skuldi pensjónerast við
manér. Í einum ruggustóli
við stórari sigar í munn
inum, meðan tú bant okkurt
plaggið og brúkti teg um
eitthvørt, sum hevði gott av
at verða viðgjørt á rættan
hátt. Stokkarnir máttu vera
við, ongin ivi um tað. Men so
kom hatta lortið og forpurr
aði ætlanina, ella rættari
sagt framskundaði hana, tí
ráðaleys vart tú ongantíð.
– Jamen, so verður tað
bara
ruggustólur,
sigar,
kjaftaslit og stokkar nakað
fyrr enn ætlað, segði tú eitt
kvøldið, beint sum tú hevði
tosað um, hvussu tú hevði
tað við, at deyðin stóð utt
an fyri dyrnar og bankaði
uppá.
Men vit komu ongantíð
til ruggustólin, tíverri – men
tað ger onki, tí eg haldi, at
tú riggar best í tínum hvíta
stóli í Niðaru Gøtu ella á sof
uni undir Klakki.
»Jamen, so fái eg ongantíð
aftur hatta lekra salatið, sum
Anna gav mær hinaferð, tá
vit ótu lasagne.«
Orðini hjá yngra soninum
fullu sum tað fyrsta, eftir at
eg hevði borið sorgarboðini
heima um, at Anna ikki
longur er millum okkum.
Eitt lítið ting, Anna, góða,
men eitt so stórt ting í hans
ara verð, tí tað er ongin ann
ar, sum dugir so væl at gera
salat, sum tú. Og júst hans
ara orð, »ongantíð aftur«
fingu meg at steðga á.....ong
antíð aftur .... tað er so ræðu
liga longi, so nei, tað megni
eg ikki at hugsa um. Eg blívi
so kedd, so kedd.
So eg hugsi heldur um,
at tað eru júst smáu ting
ini, sum gera, at saknurin
og tómrúmið eru so ovur
hondsstór, men samstundis
skapa ríku minnini. Tú hevur
sett tíni djúpu fótaspor í
almenna rúminum í Før
oyum, allastaðni, har tú
hevur verið, tað er ongin ivi
um tað. Gløgg, vitug, skørp,
beinrakin, ósmæðin, bein
leiðis í orðum og gerðum, og
ja, eg kundi hildið fram. Og
júst allir hasir eginleikarnir
eru eginleikar, sum tú eisini
hevur oyst úr tær í okkara
vinalagi, ja, systralagi, tí
tú vart ein stórasystir fyri
meg. Vit hava flent og grátið
saman sum systrar og ikki
minst skeldast sum systrar
eisini. Eg eigi eina systur,
men við tær fekk eg eina
afturat, tá vit byrjaðu at
arbeiða saman á Sosialinum
í 2003. Og tað er mína systur,
eg fari at sakna, Anna. Tann
stuttliga, álvarasama, bleyta,
harða, sterka og djúpa per
sónin, sum tú framvegis ert,
hóast tú ert farin. Ein trúgv
og góð vinkona, sum eg fari
at goyma djúpt innan í mær.
Vinalagið hjá okkum er bara
12 ára gamalt, men tað kenn
ist, sum eg altíð havi kent
teg. Altíð góð í ráðum, tú
stóð mær nær og stuðlaði
mær gjøgnum truplastu
tíðina í mínum lívi, og eisini
tá vart tú beinrakin. Hóast
tungar løtur, visti tú júst,
nær tú skuldi geva mær ein
uppsang. Og tað vóru fleiri
av teimum – tiltrongdir, skal
sigast.
Journalistikkur
fylti
eisini nógv í okkara práti
– sjálvandi. Vinkonur og
starvsfelagar.
Fakfelags
tos var eisini, og tá kundu
vit vera rúkandi ósamdar,
serliga meðan eg var ein av
»teimum óndu« í leiðsluni
í Kringvarpi Føroya. Á, teir
uppsangir, ið eg tá kundi
fáa, og tað bar illa til at siga
tær ímóti, tí tú vart so skørp
og vælvitandi. Men sigast
skal, at tá tú fekst mótspæl,
lurtaði tú altíð. Tú tókst
til tín, lurtaði, metti um,
hugsaði teg væl um, og so
kom eitt aftursvar. Menn
andi og lærurík kjak, sum eg
altíð hevði tað gott við, hóast
eg mangan mundi hava hug
til at venda eygunum eftir
tær.
Stuttligu løturnar hava
eisini verið nógvar. Tú vart
tann mest piparsliga, for
lovaði kvinnan, eg nakrantíð
havi kent. Eg meini so
við, hvør ferðast aftur og
fram millum Klaksvík og
Havnina við urtapottum á
baksetrunum? Ella mundi
tað vera kryddaraurtirnar?
Líka veit eg, tí hatta var títt
øki. Og hvør bindur sínar
borðlappar? Og hvør etur
uppi yvir telduni, meðan
hon arbeiðir og er so upp
tikin av sínum arbeiði, at
hon ikki varnast, hvussu
molar og annað dryssa niður
í telduna? Mangan flenti tú
hart, tá eg segði tað við teg –
og tó – tú viðurkendi tað. Tú
visti væl, hvussu tú vart, og
tú stóð við tað – allan vegin.
Heilt til tað seinasta. Og tað
stuttliga er, at tú og Wille
fingu tað at virka. Tit trivust
saman, og hvør sær. Hann
til sjós, og tú í Havn. Og so
møttust tit í Klaksvík.
Seinastu árini saman við
tær hava lært meg, hvussu
skroypiligt lívið er. Hvussu
týdningarleysir
smálutir
eru, tá alt kemur til alt. Tí tað
snýr seg bert um eittans. At
hava tað gott og liva, meðan
man kann. Og tað gjørdi tú
sanniliga, Anna, góða. Altíð
klár, tá man heitti á teg,
altíð góð við ráðum, einum
drekkamunni við ella uttan
mjólk, sjokolátu afturvið og
so sjálvandi ein ella tvær
Coca Cola eisini.
Nú hesar reglur verða
skrivaðar, komi eg at hugsa
um tær mongu reglurnar,
sum tú hevur skrivað til mín
gjøgnum árini. Reglur, sum
kundu vekja allar kenslur.
Látur, grátur og álvarsemi.
Tú hevði orðið í tínum veldi
– bæði munnliga og skrivliga
– og virðing millum fólk, tí
orðini vóru altíð gløgg. Og
eg fari hervið at takka tær,
mín góða, kera, besta vin
kona. Takk fyri stuðulin,
takk fyri góðu ráðini, takk
fyri uppsangirnar og takk
fyri eitt gott og ríkt vinalag.
Eg fari ongantíð at gloyma
teg og altíð at sakna teg.
Hvíl í friði, góða Anna.
Solby
Av hjarta takk fyri alla samkenslu,
tá elskaði babba og beiggi
Eystein Kollsker
andaðist og varð jarðaður.
Stóra tøkk til Hera Joensen prest og til tykkara,
sum fylgdu Eysteini til hansara seinasta hvíldarstað.
Eisini ein hjartans tøkk til tykkum, sum veittu eina
hjálpandi hond til jarðarferðina og ervið. Takk fyri
blómur, kransar og gávur til Blákrossheimið.
Bjørg, Terji og Hans Jacob
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu
samkenslu, tá ið okkara elskaði maður, pápi, verpápi,
abbi og langabbi
Páll F. Poulsen
Sumba
f. 01.01.1937 – d. 07.02.2015
andaðist og varð jarðaður.
Stóra tøkk til tykkum øll, sum vóru um okkum,
ringdu, vitjaðu og hjálptu til á ymiskan hátt.
Tøkk til kirkjutænarar og sangarar. Tøkk til
Sumbiarkórið fyri tykkara vakra sang. Tøkk fyri
tykkara hjálp Emma og Dánjal Johan. Stóra tøkk
til Patrick prest og til tín góða Guðrun, fyri vøkur
minningarorð um abban.
Stóra tøkk til tykkum, sum bakaðu og hjálptu til í
ervinum. Tøkk fyri blómur, kransar og pengargávur
til Sumbiar kirkju.
At enda vilja vit takka tykkum mongu, sum fylgdu
Páll til hansara seinasta hvildarstað.
Harrin signi tykkum øll.
Anna
Eimy, Hans, Annfinn og Tórður v/familju
Rannvá, Frits, Guðrun og Bryndis
Til mína vinkonu,
Onnu V. Ellingsgaard