Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. apríl 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. apríl 2015 · Nr. 39 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 M álið um samhandilin við Russland sýnir okkum, eins og so mangan fyrr, at einans vit vita hvussu okkara handilsligu áhugamál best verða røkt og at einans vit kunnu fremja hesi mál í verki. Uttanríkispolitikkur er í stóran mun handilspolitikkur og í handilssambondum eins væl og í øðrum uttanríkismálum, er tað avgerandi at vit samráðast sjálv. Føroyar hava drúgv og góð handilssambond við Russland Føroyar hava samstarvað og sam­ handlað við Russland fra 1950 árunum. Í fleiri áratíggjur var søla av sild til Russlands o.o eystur­ lond týðandi partur av okkara út­flutningi og nærum eins leingi hava føroyskar skipasmiðjur og virkir veitt russiskum skipum og reiðaríum alskyns tænastur. Í 1977 var Føroyar fyrsta land, ið undirskrivaði fiskiveiðusáttmála við Russland. Vit hava ognað okkum drúgvar royndir við at røkja okkara egnu handilssambond og við sjálv at samráðast um fiskiveiðiavtalur, og harvið prógvað, at vit til fulnar kunnu reka egnan handils- og uttanríkispolitikk. Russland boykottar ES – ikki øvugt Eftir ófriðin á Krim setti ES revsi­ tiltøk í verk móti Russlandi, sum m.a umfataðu fimm russiskar bank­ar og at hald varð lagt á ognir hjá útvaldum russiskum vinnu­ lívs­monnum. Tiltøkini hjá ES móti Ruslandi eru sostatt ikki eitt alment boykott, og merkjast valla - hvørki í Ruslandi ella í ES. Sum mótsvar boykottar Russland matvørur úr ES og øðrum vesturlondum. Bæði ES og danskir matvøruframleiðarar høvdu heldur enn fegnir hildið fram at útflutt til Russlands um teir sluppu. Russland velur tilvitað ikki at taka Grønland, Ísland og Føroyar við í boykottið og fá munnu ivast í, at orsøkin er stóru áhugamál Russlands í Arktis og tí at teimum tørvar mat, t.e. okkara fisk. Føroyar í Arktis - gjøgnum Danmark! Í Norðurhøvum og í Arktiska økin­ um verða stórar avgerðir tiknar og áhugamál hjá stórveldum - m.a. Russlandi - og stórfyritøkum verða røkt og staðfest. Men Føroyar hava ikki nakra rødd í hesum bólki og sleppa ikki at taka avgerðir. Landsstýrið roynir at bidda um at sleppa at sita undir liðini á donsk­um ráðharrum, tá londini við áhuga­málum í Arktis fundast, Hetta hóast vit liggja í miðjuni á hesum ovurstóra øki, sum í alt størri mun gerst ein av heimsins brenni­deplum tá ræður um til­ feingi, siglingarleiðir, trygd og verju. Seinastu árini hava prógvað fyri um­heiminum, at Føroyar eru í einari lyklastøðu tá umræður ferð­ andi fiskastovnar. Bæði tí vit liggja mitt í økinum, har hesar stóru broyt­ingar fara fram og tí vit hava víst, at við dugnaligum granskarum og samráðingarfólki megna vit at standa fast við - og vinna - rætt­ ind­ini til tað tilfeingi, sum vit meta okkum eiga. Hesa somu støðu kundu vit havt og fingið gagn av á øllum øðrum økjum í Norðurhøvum og Arktis um vit høvdu fult ræði á uttanríkispolitikkinum. Vit kunnu bert ímynda okkum menn­ingar­ møgu­leik­ar­nar um vit høvdu yvir­ tikið loft­rúmið. Bara í hes­um liggja 10-tals arbeiðspláss til væl­lærd fólk umframt stórir inntøku­møguleikar til samfelagið alt. Ikki etiskt dilemma at Føroyar flyta fisk til Russlands Tá summi vilja vera við, at tað er eitt etiskt dilemma, at Føroyar flyta fisk til Russlands og harvið røkja og víðka síni søguligu handilssambond, er tað als ikki so. Sum nevnt, hevur ES ikki sett verulig handilstiltøk í verk móti Russlandi og Danmark hevur ikki mist eina krónu (heldur hinvegin skilst) hesa tíðina londini hava sett tiltøk í verk hvørt móti øðrum. Harumframt er týðandi at hyggja eftir lutfallinum í hesum máli. Tey virðir fiskaútflutningurin til Russlands skapar í Føroyum hava alstóran týdning fyri okkara sam­ felag, meðan samhandilin millum Russland og Danmark lutfalsliga ikki hevur nær námind so stóran týdning fyri londini bæði. Føroyar ikki eftirspurdar um danskan uttanríkispolitikk So hví skulu Føroyar finna seg í lyftum fremstafingrum og útsøgn­ um sum “ansa eftir at tit ikk­i gera tykkum dælt av kreppuni millum Russland og ES” - frá Helle Thorning Smith og Martin Lidegaard? Hava Føroyar sitið við borðið saman við Danmark, tá tey hava tingast um hvørji tiltøk skulu setast í verk mótvegis Russlandi? Hóast Famjin-skjalið sigur, at Før­ oyar skulu hava “ægte med­ind­ dragelse” í stór­politikki - so eru vit als ikki spurd um hetta mál, eins lítið og onnur mál. Heldur ikki eru vit spurd, um vit vilja verða um­ fatað av rakettverjuskjøldrinum hjá NATO. Hví skulu vit so kenna okkum bundin av tí Danmark og ES gera av? Løgið, at fólkatingslimur javnaðarfloksins ger so nógv burtur­úr, at Føroyar mugu standa øksl við øksl við ES, tá ið Danmark í fyrsta lagi ikki boykottar Russland og í øðrum lagi als ikki hevur tikið okkum við uppá ráð í hesum máli. Hevði tað ikki verið meir hóskandi, at fólkatingslimir brúka arbeiðsorkuna uppá at fremja føroysk áhugamál og vísa á hendan eyðsýnda skeivleika og órættvísi? - Og skulu vit treytaleyst - uttan at vit verða hoyrd ella spurd - standa øksl við øksl við ES, eftir at tey hava revsað okkum við einum út- av-proporsjónum ógvusligum boy­ kotti? Danmark megnaði ikki at forða ES í ólógliga boykottinum móti Føroyum Tað finnast neyvan søgulig fordømi um so harðrend (og ólóglig) tiltøk, sum ES setti í verk móti Føroyum. 500mió fólk melda kríggj móti 50.000 sálum. ES stongdi allir havn­ ir og marknaðir fyri makrel og sild úr Føroyum og fyri skipum, sum høvdu luttikið í hesum fiskiskapi. Hetta var revsingin fyri tað “brots­ verk” vit framdu, tá vit ásettu okk­ um egna makrelkvotu. Hinvegin verð­ur Rusland - sum ger innrás í eitt annað land - bert revsað við smá­vegis sanktiónum. Hvar eru pro­por­sjónirnar? Eftir stendur, at Danmark megn­ aði ikki at forða ES í ólógliga boy­ kottinum móti okkum! Hóast tað skal eitast at Danmark er okkara verndareingil - sum skal taka sær av uttanríkispolitikki fyri okkum. ES boykottið móti Før­oy­ um førdi til øktan sam­ handil við Russlandi Summarið 2014 vóru Føroyar júst slopnar úr einum lemjandi boykotti frá ES – sum vit í prinsippinum enn kundu verið í enn, var tað ikki m.a okk­ara frægu samráðingarfólki fyri at takka. Hendan støða gjørdi tað av­ger­andi neyðugt at finna aðrar mark­naðir og her kom okk­ara framman­undan góða sam­starv við Russ­land okk­um til góð­ar. Ímynda vit okkum, at vit fram­haldandi vórðu boykottaði av ES og eisini blivu fevnd av russiska boy­kott­ in­um móti Danmark - so beið ikki bøtur hjá okkum. Føroyar eiga at orða ein greiðan Russlands politikk og taka almenna frástøðu frá russiska politikk­inum á Krim At selja fisk ­– um tað er til Russ­ lands ella onnur lond – er aldri provo­kerandi og fer ikki at broyta uppá støðuna á Krim. Tá tað er sagt, eiga Føroyar at ásanna, at vit ríða á eini knívsegg í hesum eyma málið. Og tá eiga øll diplomatisk kort at brúkast rætt. Og tað hevur løgmaður ikki gjørt. Hvørki við ferð síni til Moskva ella við framsøgnum sínum aftaná. Løgmaður hevur ikki tryggjað, at vit hava ein almennan poli­tikk mótvegis Ruslandi, sum er við­ gjørdur og samtyktur í lands­stýri og á løgtingi. Hann átti at orðað ein politikk, har vit fyrst og fremst taka greiða, almenna frástøðu frá russiska politikkinum á Krim og har vit verja vestlig virðir sum fólkaræði og mannarættindi. Og har vit grundgeva fyri okkara áhuga­ málum og handli við Russland og hví vit velja at seta sendistovu á stovn í Moskva. Sera týðandi er tað, at hesin politikkur er kjølfestur í politisku skipanini so vit fara út við einari rødd. Moskvaferð løgmans loysti eingi mál – útsøgnirnar aftaná gjørdu ilt verri Einki er at ivast í, at Russland longu hevði gjørt av, at taka ávís­ ar før­oyskar fiskavørur av reyða list­anum og at Føroyar ikki skuldu umfatast av boykottinum, áðrenn løg­maður legði avstað til Moskva. Og frí­handilssáttmálin við Russ­ land er eins fjarur frá at gerast veru­leiki nú, sum áðrenn løgmaður pakk­aði kuffertið. Tað var skeivt av løgmanni ikki at gera tað neyðuga heimaarbeiði fyri at fáa politiska semju um hvør okkara politikkur viðv. Russlandi skal vera og at hann ikki so frægt sum ráðførdi seg við uttan­ lands­nevndina. Og tær lítið diplo­ mat­isku útsøgnirnar frá landsins leið­ara aftaná ferðina bøttu ikki um støðuna. Tí kemur rumbul í politisku skipanina - hóast øll eru á einum máli um at tað er rætt, at vit framhaldandi handla við Russ­ land. Føroyar mugu vera greið um síni áhugamál og føra skil­ vísan, avvigaðan politikk Føroyar skulu ikki vevjast uppí kalda-krígs retorikkin, ið gerst alt meir týðiligur millum stórveldini. Russland-Ukreina málið er sera fløkt og tað er heldur ikki svart/ hvítt, tí bæði eystur og vestur hava hert orðalagið og átøkini. Vit skulu vera greið um okkara áhugamál, skulu velja okkara bardagar við størsta umhugsni og hava ein av­ vigaðan neutralitet. Vit mugu reka egnan uttanríkispolitikk ES boykottið vísir, at Danmark megn­ar ikki at verja okkum tá á stendur. So hvørt Danmark gerst meira tengt at uttanríkispolitikki ES minkar teirra rásarúm fyri at føra egnan politikk og harvið verða atlitini til Føroya púra burt­ ur. Tí fer Danmark aldri at arbeiða fyri okkara áhugamálum á fremm­ andum marknaðum. Ikki av illvilja, men í fyrstu atløgu tí Danmark má samankoyra sín uttanríkispolitikk við tann hjá ES. Í øðrum lagi tí okkara áhugamál eru ikki teirra fyrsta raðfesting og sum tað triðja eru áhugamál okkara sjáldan eins. Einans vit kenna til fulnar hvat tænir okkum best og einans vit duga at samráða okkum til tær bestu avtalurnar. Okkara drúgva og góða samstarv við Russland er dømi um, at vit í stóran mun longu reka egnan uttanríkispolitikk og tí er er tað eitt náttúrligt næsta stig, at taka fult ræði á uttanríkispolitikkinum. Tað er neyðugt og tað mennir okkum sum fólk, at verða noydd at taka støðu til og ábyrgd av umheiminum. Harumframt fara nýggir vinnu- og inntøkumøguleikar at lata seg upp, sum vit valla kunnu ímynda okkum í dag. 31. mars 2015 Har vit ikki eru sjálv, eru vit bara hálv – eisini á uttanríkisøkinum Gunvør Balle Tjóðveldi Tiðargrein