týsdagur 7. apríl 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 8. apríl 2015 · Nr. 39
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Samstarv heldur enn klandur –
útbyggingin av Tórshavnar Havn
Annfinn Brekkstein
Býráðslimur í
Tórshavnar Kommunu
fyri Sambandsflokkin
Tá okkara landspolitikarar
ikki megna at leiða og stýra
landinum, við eitt nú at seta í
verk nýskipanir av ymiskum
slag og fáa avlop á fíggjar
lógini í bestu tíðum, ja so
royna teir seg nú sum veru
ligar lokalpolitikarar – tann
seinasti í røðini er Jákup
Mikkelsen.
Vit minnast øll eina veg
leiðandi fólkaatkvøðu frá
3. mai 2012 um kommunu
samanlegging, har ætlanin
var at savna Føroyar í 7 bú
skaparliga, fyrisitingarliga og
sosialt burðardyggar eindir.
Men hendan fólkaatkvøða
man vera ein tann løgnasta
í nýggjari tíð. Landsstýrið
reisti land og ríki runt við
ongum boðskapi – onkur
ímóti, onkur annar fyri.
Henda verkætlan um komm
unusamanlegging
er
eitt
dømið uppá, at samgongan
og
landsstýrið
flýggjaðu
undan ábyrgd og uppgávuni
at skipa samfelagið bygnað
arliga optimalt. Slíkar sam
anleggingar eru í okkara
grannalondum
ikki
av
greiddar við fólkaatkvøðu,
men av tí, til eina og hvørja
tíð, sitandi tingi, samgongu
og stjórn.
Tórshavnar
Kommuna
er ein stór kommunal eind,
sum
hevur
búskaparliga
styrki at menna seg, meðan
smáu kommunurnar bara
gerast veikari og detta burt
urímillum. Hetta er sam
gonguni og landsstýrinum
fyri at takka. Tað at hava
stórar kommunueindir hong
ur neyvt saman við møgu
leikunum fyri útbyggingum
runt um í landinum, men
tá eindirnar eru so smáar,
so er hetta jú ein forðing
fyri menning, men ikki hjá
Tórshavnar Kommunu við
tí stødd henda kommuna
hevur.
Jákup Mikkelsen sær ikki
út til at virða tað kommunula
sjálvræðið og avgerðarættin,
sum er hjá kommununum.
Hann er farin at føra lokal
politikk.
Tá nú tey, sum eru vald
at leiða og stýra landinum
ikki megna tað, hvar fara tey
so, jú at reka lokalpolitikk
og kommunalpolitikk – tí er
ov lítið skil í landspolitikk
inum.
Vit í Tórshavnar Býráð
hava valt at fara undir at
útbyggja Tórshavnar Havn,
fyri at skapa møguleikar
fyri framburði og menning,
soleiðis, at vit framhaldandi
kunnu hava arbeiðspláss í
Havn til m.a. verkafólkið.
Vit vísa, at vit duga og hava
dirvið at útbyggja í takt við
tær nýggju avbjóðingarnar,
sum framtíðin krevur av
okkum.
Vit skapa rúmd fyri at
skipa Tórshavnar Havn sum
eitt nútímans og spennandi
vinnuøkið, soleiðis at vit fáa
fult útnyttilsi av økinum,
við at útbyggja til góðshavn
og ferðavinnu - og hareftir
skipa vit havnaøkið.
Tað hevði verið upp á sítt
pláss, at landspolitikkarar í
sama mun høvdu politiskar
visiónir uppá landsplan um
okkara framtíð, og ikki ganga
ímóti framburði og menning
av høvuðsstaðnum.
Vónandi verður tað ikki
Sambandsflokkurin, sum í
Tinginum fer at leggja forð
ingar fyri at menna okkara
høvuðsstað. Hendir tað, so
verður tað onki minni enn
eitt skrædl fyri flokkin í
Suðurstreymi til eitt kom
andi Løgtingsval, og serliga
fyri tey, sum standa aftan
fyri.
Tiðargrein
T
íðin er búgvin at bjóða
mastodontunum av. Allir
føroyingar eiga at kunna
fáa sína løn og kunna avgreiða síni
grundleggjandi pengaviðurskifti
uttan um bankarnar. Tí skal tað
almenna bjóða øllum løntakarum
eina borgarakonto og ein tryggan
netbanka.
Bankarnir hava í fleiri ár útveitt
tænastur til borgaran sjálvan at
avgreiða, og deildir og kassar kring
landið eru niðurløgd. Afturfyri
noyðast vit at brúka ein dýran og
óstabilan danskan netbanka, sum
sambært bankastjóranum, er opin
fyri teldusnýkum. Tí skulu vit hava
eitt alment og trygt alternativ, við
lítlum ella ongum umsitingar
gjaldi.
Tað hevur verið ov nógv ónøgd
við bankarnar síðstu árini. Hesir
somu bankar, sum vórðu bjargaðir
av vanliga løntakaranum, tá ið
kreppan rakti. Herfyri skuldu vit
rinda fyri at sleppa at hava eina
vanliga lønarkonto, men hetta
bleiv tíbetur broytt eftir fólksligt
og politiskt trýst. Ónøgdin hevur
verið stór um illa lýddu “bidrøgini”
av realkreditlánum, sum bankarnir
sjálvir regulera. Telduskipanin varð
flutt av landinum, og hóast føgur
lovorð, gjørdist hetta ævintýrið
eftir øllum at døma munandi dýrari
fyri brúkaran enn lovað. Og nú var
aftur galið, tá ið vit fingu tvey í at
velja: Tekna teg til danskt Nem-id
ella blív útihýst frá netbankanum
og tínum egnu pengum – enn ein
avgerð, sum varð broytt eftir fólks
ligt og politiskt trýst.
Monopol uppá føroyingin
Ov leingi hava vit lempað føroyingin
upp í lógvarnar á bankunum, uttan
at krevja eina ávísa dygt, trygd og
tænastu afturfyri. Tá ið samtíðar
skattaskipanin varð sett í verk,
vórðu allir føroyingar lóggivnir
inn í bankarnar, tí ásett varð, at
tú skuldi hava eina lønarkonta í
einum góðkendum skattaavrokn
ingarstaði, og higartil hava bara
bankarnir verið góðkendir. Men
sigast má, at bankarnir taka seg væl
betaltar fyri at goyma og umsita tær
mongu milliardirnar, sum føroyski
løntakarin fær inn á kontoina árliga
– og samfelagssinnið er so sum so.
Alternativ til bankarnar
Í øðrum londum er vanligt við co
operativum peningastovnum, har
endamálið ikki er avlop, men at
veita limunum tryggar, dyggar og
ódýrar fíggjartænastur. Í Bretlandi
er hetta heilt vanligt. Og nú eru
Coop-handlarnir í skandinavisku
londunum farnir undir slíkt virk
semi, har matvøruhandlarnir eisini
virka sum “bankadeildir”, sum veita
kundunum vanligastu bankatæn
asturnar, herundir lán.
Forkvinnan í Pedagogfelagnum
endurtók gamla hugskotið um
ein fakfelagsbanka herfyri. Frá
líkt um aðrir formenn- og kvinn
ur loftaðu hesum, og vístu veru
ligan samstarvsvilja í hesum máli.
Feløgini kundu verið sterk á slíkum
økjum, eins og við alternativari
bústaðarbygging. Tey hava áður
staðið saman um stór samfelags
gagnlig mál, so tað er bara at taka
kappingina upp, eins og vit kenna
frá til dømis Arbejdernes Lands
bank í Danmark.
Vit høvdu giro-stovuna hjá
Postverki Føroya, sum hevði ver
ið uppløgd at víðkað, tá ið kjarnu
tænasturnar
hjá
postverkinum
minkaðu. Tíverri valdi man heldur
at niðurlaga hesa frálíku skipan,
sum hóskandi kundi verið tinað
uppaftur nú fólk sjálvi kunnu um
sita síni vanligastu pengaviður
skifti á netinum.
Ein cooperativur banki er ein
møguleiki. Eitt fakfelagsalternativ
ein annar. Endurskapan av Giro-
stovuni ein triðji. Eisini eiga vit at
kanna møguleikan fyri at loyva
útlendskum peningastovnum at
kappast við føroysku bankarnar.
Men politiskt eiga vit tryggja, at
allir føroyingar kunnu fáa sína løn
og kunnu avgreiða síni grundleggj
andi pengaviðurskifti, hóast teir ikki
eru kundar í einum av bankunum.
Tí skulu vit hava eina skipan, har
allir føroyingar hava eina trygga og
dygga borgarakonto, har allar lønir
verða fluttar á, og har netbanki er
ein partur av skipanini.
Hava førleikan
Ongin ivi er um, at vit hava før
leikan til at framleiða slíka skipan
her í Føroyum, eitt nú í regi av
Elektron ella Gjaldstovuni. Og
hóast bankamál er felagsmál í
ríkinum, so skal tað ikki forða
okkum í at menna okkara egnu
lønar- og gjaldsskipan. Vit hava
í fleiri førum ment einfaldar og
ódýrar skipanir til allar landsins
borgarar, í mongum førum saman
við fakfeløgunum; Samhaldsfasta,
Barsilsgrunnin, Als, talgilda heilsu
skipanin og kelduskattaskipanina.
Skipanir, sum í øðrum londum
eru munandi fløktari og dýrari at
umsita enn okkara. Hetta er fyri
munurin hjá einum lítlum landi, har
kompleksiteturin er avmarkaður.
Mugu kanna møguleikarnar
Tí eiga vit at kanna, hvat krevst;
fíggjarliga, løgfrøðiliga og tøkniliga,
fyri at stovna borgarakonto, har
endamálið ikki er eitt avlop í
hundraðmillióna klassanum, men
vanligar pengatænastur til vanliga
løntakararan, hvørs skattur verður
drigin frá lønini, longu áðrenn
hann fær hana í hondina – tí har er
onki at avskriva ella at spekulera
í allíkavæl. Hartarbeiðandi fólk,
sum fara frá húsum á morgni fyri
at fáa breyð á borðið, og ikki fyri at
rinda ómaksgjøld í ovurmát til tey,
sum hava átikið sær leiklutin sum
løngjaldsstovur. Fólk, sum bara
royna at fáa tað heila at ganga upp,
ofta við lágum ella óstøðugum inn
tøkum, við húsaláni, rentustuðli,
skáum og hópin av føstum útreiðsl
um.
Við einari borgarakonto kunnu
fólk sjálvi umsita síni penga
viðurskifti á netinum, og so rinda
bankanum og øðrum kreditorum
mánaðargjøldini og aðrar rokningar
tann vegin. Og í sama viðfangi
kunnu vit so kanna møguleikan
fyri einum Føroyakorti, okkara
egna gjaldskort, sum vit kunnu
heva og rinda við í øllum føroyskum
handlum. Tað er bara um at koma
ígongd.
Borgarakonto til øll
Allir løntakarar áttu at fingið eina borgarakonto til lønina sum alternativ til bankarnar
Rigmor Dam
kjak