Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. apríl 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. apríl 2015 · Nr. 39 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Terji Nielsen Herfyri bleiv kunngjørt, at leik­stjórin, útvarps- og sjón­ varps­verturin og rit­høv­ undurin Elin á Rógvi saman við Marjun Reginardóttir, tekn­ara, er í uppskoti at vinna heiðursløn frá Norður­ landa­ráðnum fyri bókina, Og mamma. Sjálv er Elin á Rógvi ógvuliga fegin um at blíva inn­stillað. – Sjálvandi eri eg fegin um tað. Tað merkir væl, at vit eiga bestu barna- og ung­ dóms­bókina í fjør, sigur Elin á Rógvi. Eigur ikki at bera til Tá ið tú skrivar á føroyskum, sigur tað seg sjálvt, at tað er ein ógvuliga avmarkaður marknaður, ið tú selir til. – Tá ið tú skrivar til før­ oysk børn, so eigur tað snøgt sagt ikki at bera til, tí vit eru so fá. Tí hevur tað eis­ini enn størri týdning at fáa viðurkenning sum hesa, sigur Elin á Rógvi. Hon sigur, at sum rit­høv­ undur ert tú altíð rættiliga kritiskur mótvegis tínum egna tilfari, og tí verður man øgiliga glaður, tá ið onnur geva tínum útgávum góð skoðs­mál. – Tað ger eina slíka viður­ kenning heilt fantastiska, tí tað vísir, at tað, sum tú gert, er gott. Men eg haldi tó ikki, at bókin hevur selt serliga væl, sigur hon. Ber til at týða bókina Sum áðurnevnt hevur Elin á Rógvi ikki tær heilt stóru vón­irnar um at vinna heið­ urs­løn­ina, og hetta grund­ gev­ur hon millum annað við, at hon ivast stórliga í, hvussu tað fer at hepnast at týða bók­ina úr føroyskum. – Hendan bókin er veru­ liga skrivað á føroyskum til føroysk børn. Tí ivist eg stór­liga í, um tað ber til at týða hana. Eg stúri fyri, at tað er nógv, sum kann blíva »lost in translation«. Tað eru fleiri serføroysk hugtøk, sum eg vænti eru trupul at týða til eitt nú danskt, sigur Elin á Rógvi. Harafturat metir hon heldur ikki, at bókin hevur nakran serligan boðskap í mun til aðrar bøkur. – Hendan bókin er skrivað sum reint undirhald. Aðrar bøkur hava kanska ein boð­ skap um eitt nú børn í sam­ bandi við hjúnarskilnað, sorg og alt møguligt annað. Nú skal eg ikki tosa niðursetandi um mína egnu bók, men spurn­ing­urin er, um ein bók av hesum slag hevur stór­ vegis møguleika at vinna heiðurs­lønina, sigur hon. Tímir væl at siga søgur Spurd, hvagani hugurin at skriva bøkur, stavar, sigur Elin á Rógvi, at tað dugir hon ikki at siga. – Eg haldi ikki, at tað er nakað, ið sum so liggur í blóðnum. Eg hevði ein abba, sum skrivaði eitt sindur. Men eg tími ómetaliga væl at siga søgur, og tað eru nógvir ym­ iskar mátar at fortelja søgur. Um­framt at skriva bøkur, so dámar mær eisini ómetaliga væl at leikstjórna, lesa upp og gera hoyrispøl, og hugurin er tann sami, sum hann altíð hevur verið, sigur Elin á Rógvi. Fyrsta veruliga skald­ søgan, ið Elin á Rógvi skriv­ aði, var Mánalýsi, ið kom út í 2007. Tann bókin kom út á før­oyskum, donskum, grøn­ lendsk­um og sámiskum. Rithøvundurin Elin á Rógvi er saman við teknaranum Marjun Reginardóttir í uppskoti til at fáa barna- og ungdómsbókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins. Tað hevur stóran týdning at fáa slíka viðurkenning, sigur Elin á Rógvi, sum tó ikki hevur stórar vónir um at strúka avstað við heiðurslønini eg elski at siga søgur Elin á Rógvi og Marjun Reginsdóttir eru í uppskoti til Barna- og Ungdómsbókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins fyri bókina Og mamma. Mynd: Beinta Johannesen Tá ið tú skrivar til føroysk børn, so eigur tað snøgt sagt ikki at bera til, tí vit eru so fá. Tí hevur tað eisini enn størri týdning at fáa viður­- kenning sum hesa