Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. apríl 2015síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 8. apríl 2015 · Nr. 39 meldurin – Eg vann eina norður­ lendska barnabókakapping við Mánalýsi, sum er ein krimi­søga. Tað var ein dul­ nevnd kapping, og tað sama var galdandi fyri Sang­ur í mjørka, sum var ein sang­ leik­ur, ið eg skrivaði til eina kapping um at gera sangleik við barnarímum hjá Hans Andrias Djurhuus, ið eg eisini vann. Mær dámar øgiliga væl dulnevndar kappingar, sigur hon. Spurd, um tað er tí, at hon er eitt sindur smæðin, at henni dámar dulnevndar kappingar, sigur Elin á Rógvi, at tað er hon. – Upprunaliga var eg øgiliga smæðin, og eg ætlaði mær ikki, at nakar skuldi vita, at eg skrivaði. Tað ljóðar kanska eitt sindur løgið, at eg skal vera smæðin, tá man hugs­ar um, at eg arbeiði við út­varpi og sjónvarpi, men tað er eg, hóast eg ikki er líka smæðin longur, sigur hon. Hevur nógv liggjandi í skuffuni Eins og allir aðrir rit­høv­und­ ar tykjast hava, so hevur Elin á Rógvi eisini hópin av tilfari liggj­andi í skuffuni. – Eg havi nógv liggjandi. Nógv av hesum tilfari er ikki liðugt, men okkurt er so gott sum liðugt. Eg havi mill­um ann­að ein skemtileik liggj­ andi, men tíðin røkkur ikki til at fáa alt gjørt liðugt, sig­ ur hon. Sum kunnugt arbeiðir Elin á Rógvi til dagligt í Kring­varp­inum, og tað ger hon fulla tíð. – Tá hevur tú ikki so nógva tíð og orku annars til at skriva, so tað er avmarkað, hvat tú nært. Men í 2012 fekk eg starvsløn í eitt heilt ár frá Mentanargrunninum, og tað má eg siga, var mítt gullár. Tá skrivaði eg eina rúgvu, og tá sá eg veruliga, hvussu nógv kann koma burturúr, um tú hevur tíðina til tað. Hjá mær er tað nevnliga so, at um eg veruliga skal fáa glið á skriv­ingina hjá mær, so má eg sleppa burtur frá mínum dag­liga arbeiði, tí annars taki eg tað við mær. Tað nytt­ar ikki hjá mær at fáa ein mán­ að at skriva í burturav, tí hong­ur dagliga arbeiði yvir mær, og eg kobli ikki burtur frá tí. Eg má sleppa ordiliga burtur­frá, sigur hon. Nógv kann broytast í tilgongdini Tá ið Elin á Rógvi skrivar eina skaldsøgu ella eina stutt­søgu, so hevur hon sum oft­ast eina skabelón í høvd­ inum, hvussu søgan skal vera. – Sum oftast havi eg høvuðs­plottið liðugt, áðrenn eg fari í gongd at skriva. Men so loyvi eg eisini mær at blíva yvirraskað av høvuðs­per­ són­unum og umstøðunum, meðan eg eri í sjálvari skrivi­ til­gongdini, sigur hon. Í løtuni hevur Elin á Rógvi ikki gongd í nakrari skrivi­ verkætlan sum so. – Eg havi eina bók liggj­ andi hjá útgevaranum í løt­uni. Tað er »Eg sá ein eingil”«, sum var jóla­kalend­ arin hjá Barna­útvarpinum fyri nøkrum árum síðani, og so havi eg hugskot til eina hønu­bók afturat í høvdinum, sigur hon. Í løtuni hevur Elin á Rógvi heldur ikki nakran sjónleik, sum hon arbeiðir við, men ístaðin arbeiðir hon við hoyri­spølum í útvarpinum við­hvørt. – Tað ger, at viðhvørt er mítt arbeiði tað sama sum mítt ítriv, og tað er tað, sum ger tað so ótrúliga stuttligt at ar­beiða við tí, sum eg geri, sigur hon. Heiðurslønin handast í Íslandi Tað er leingi at bíða hjá Elin á Rógvi, til hon fær greiðu á, um hon og Marjun Regins­ dóttir vinna heiðursløn Norð­ur­landaráðsins. – Vit hava fingið at vita, heiðurslønin verður handað í Íslandi tann 27. Oktober. Men eg trúgvi ikki, at vit hava nakran serligan møguleika. Sum áðurnevnt er bókin reint undirhald, og eg ivist eis­ini í, hvussu lætt tað er at týða hana og fáa alt við, sigur hon. terji@sosialurin.fo Í 2012 fekk eg starvsløn í eitt heilt ár frá Mentanargrunninum, og tað má eg siga, var mítt gullár. Tá skrivaði eg eina rúgvu, og tá sá eg veruliga, hvussu nógv kann koma burturúr, um tú hevur tíðina til tað, sigur Elin á Rógvi Mynd: Heri á Rógvi Hendan bókin er veru­liga skrivað á før­ oyskum til føroysk børn. Tí ivist eg stórliga í, um tað ber til at týða hana