týsdagur 7. apríl 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. apríl 2015 · Nr. 39
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
djórarøkt
17 seyðir doyðu
meðan teir krokaðu
Danjal av Rana
Tað var ein ótespilig sjón,
ið møtti fólki, tá tey kagaðu
inn í eini hús við Stóravatn
á Sandoynni um páskirnar.
Inni í húsunum lógu 17 deyð
ir seyðir.
Óvist er enn, júst hvat
er hent, men sannlíkt er, at
hurðin, sum annars plagar
at standa opin, av onkrari
orsøk er smekkað aftur, og
at seyðurin, innilæstur, ikki
er sloppin út, og síðani er
deyður av tosta. Eigarin av
seyðunum er uttanlands í
løtuni, og líkt er til, at eingin
hevur ansa seyðinum, með
an hann hevur verið burtur
staddur.
Talan er um eini hús, ið
liggja út móti Stóravatni,
einans eitt hanagleiv frá
vegnum
til
Skarvanesar.
Óvist er, hvat húsini upp
runaliga er nýtt til, er mest
meinlíkt einum summarhús
um, men húsini hava staðið
óbrúkt í mong ár. Naglað er
fyri øll vindeygu, og húsini
bera brá av at vera fráfarin
á allan hátt. Fólk á staðnum
siga, at seinastu tíðina hava
fólk, ið hava ross gangandi í
økinum, latið rossini kroka
í húsunum, men at tað er
óvanligt, at seyður krokar
har. Talan er tí ikki um eini
tilætlað
seyðahús,
men
hesaferð hevur seyðurin tó
leitað sær skjól har inni, við
vanlukkuligum enda.
Sum skilst hevur hurðin
í húsunum staðið opin, so at
kríatúr hava havt møguleika
at leita sær skjól innan. Tað
hevur verið illfýsið veður
seinastu tíðina, so lætt er at
skilja, at seyðurin er farin
innar at kroka, men enn er
ikki greitt, hvussu hurðin
er farin í lás. Tað er tó ikki
satt, sum áður er skrivað, at
hurðin gekk inn eftir, og at
seyðurin allarhelst hevur
skumpað hurðina aftur av
óvart. Hurðin gongur út
eftir, og steinur lá fyri hurð
ini, at tryggjað, at hon var
opin. Sannlíkt er tó, at vind
urin hevur verið so nógvur,
at hann hevur megnað at
blást hurðina aftur, hóast
steinurin lá fyri. Fólk, ið
hava verið á staðnum siga,
at allarhelst hevur ein hvirla
tikið hurðina og sligið hana
so hart aftur, at hon er farin
inn um, og tí hevur ikki verið
gjørtligt hjá seyðinum at
opna hana aftur.
danjal@sosialurin.fo
Ringa veðrið undan páskum fekk eitt seyðafylgi at søkja sær skjól í einum húsum við Stóravatn.
Meðan seyðurin krokaði, ripaði ein hvirla hurðina aftur og í lás og seyðurin var tí innilæstur
Dýr skulu viðfarast forsvar
liga og skulu ikki av vanrøkt,
overving ella á annan hátt
vera fyri óneyðugari líðing.
Hvør, sum heldur dýr, skal
syrgja fyri, at dýrið fær nóg
mikið og hóskandi fóður
og drekka, og at tað í aðrar
mátar verður hildið og røkt
forsvarliga, herundir at til
haldsrúm hjá dýrinum er
forsvarliga innrættað. §1
og 2 í lógini um viðferð av
dýrum.
Forkastiligt
at seyður gongur
uttan eftirlit
Vit vita øll, at tað er ov galið,
at seyður skal kunna standa
so leingi uttan at nakar sær
til hansara, sigur Ragna
Maja Kruse, forkvinna í
Djóraverndarfelagnum.
Ragna Maja Kruse sigur,
at hon ivast ikki eina løtu í,
at her eru greið brot á løg
tingslógina um vernd av
dýrum farin fram, og at tað
eigur at fáa avleiðingar fyri
eigaran.
Av
Djóraverndarfelag
num siga tey, at tíverri er
hetta ikki einasti seyðurin,
sum ikki verður eftiransað
ur nóg væl.
– Nógv, allarhelst tey
flestu, duga væl at hava
seyð, men so eru nøkur í
millum teirra, sum als ikki
duga, sigur Ragna Maja
Kruse. Hon sigur, at tað er
als ikki í ordan, at ein letur
bara standa til, tá ein hevur
djór, at ein í hesum førinum
bara letur seyðin klára seg
sjálvan.
– Viðkomandi burdi bið
ið onkran annan halda eyga
við seyðinum, tá hann ikki
kann sjálvur. So er gott
møguligt, at hetta hevði
verið uppdaga áðrenn. Tað
letur tó til, at alsamt fleiri
nýta ikki seyðamann ella
røktingarmann at halda
eyga við seyði sínum, sigur
hon.
Enn einaferð eftirlýsa
hon og Djóraverndarfelagið,
at lógirnar um røkt av djór
um verða endurskoðaðar.
Tey siga, at lógirnar um
djórahald í Føroyum eru
ov veikar, tað hava vit víst
á fleiri ferðir fyrr. Orðingar
nar eru so kámar, at tað er
sera torført at staðfesta, at
lógin er brotin. Tískil veita
lógirnar
ikki
djórunum
nakra vernd.
– Í Føroyum er eingin
konkret lóg, sum sigur
nakað um, hvussu seyður
skal røkjast, so sum hvussu
ofta, ein ánari hevur skyldu
at hyggja til seyð sín, sigur
Ragna Maja Kruse og vísir
á, at júst við tað, at lógirnar
eru so leiðbeinandi og nýta
orðingar
sum
hóskandi,
nóg mikið og nøktandi, eru
torført at draga eina greiða
linju fyri, hvar eitt evsta
mark gongur.
– Vit vita øll, at hatta
er ov galið, sum hendi við
Stóravatn. Tað er ræðuliga
syrgiligt, eisini um talan
er um eitt hendiligt óhapp,
men ein hurð skal ikki bara
kunna fara aftur á handan
hátt, um húsið skal nýtast
sum seyðahús, sigur hon.
– Hetta er tó sama søg
an um aftur. Lógin er ov
lítið konkret og tí verður
væntandi eingin revsaður
fyri tað, ið hendi. Men tílíkt
má ikki henda, hvørt tað er
seyður, hønir, gæs ella onn
ur kríatúr, sigur Ragna Maja
Kruse, forkvinna í Djóra
verndarfelagnum.
danjal@sosialurin.fo
Hvat sigur
lógin?
Danjal av Rana
Løgreglan fekk fráboðan um
málið páskadag og varð á
staðnum og gjørdi kanningar
2. páskadag. Tá varð deyði
seyðurin eisini tikin úr hús
unum.
Andrass
Poulsen,
løg
reglumaður, sigur at teir hava
gjørt neyðugu kanningarnar
og samrøðurnar í samband
við málið og at tað nú verður
latið løgfrøðingunum hjá
løgregluni til metingar.
– Tað er ógvuliga sannlíkt,
at tað er vindurin, ið hevur
tikið hurðina og smekkað
hana aftur, sigur Andrass
Poulsen, sum fullkomiliga
avsannar, at hetta er ein til
vitað gerð av nøkrum, men
staðfestir, at tað er óhepni,
sum er orsøkin til, at seyð
urin er deyður.
Andrass Poulsen sigur seg
ikki kunna siga fyri vissu,
hvussu leingi seyðurin hevur
ligið í húsinum, ei heldur,
hvussu leingi hann hevur
staðið uttan føði.
– Ábendingar eru um, at
seyðurin ikki hevur ligið so
øgiliga leingi, men kortini
nakrar dagar. Rot er ikki
komið í kjøtið, men hinvegin
eru eyguni pikkaði úr ónum,
so nakrar dagar munnu
seyðirnir kortini hava ligið
deyðir, sigur hann.
– Síðani er tað ein tulk
ingarspurningur av djóra
verndarlógini, hvørt ánarin
skal revsast ella ikki. Spurn
ingurin er, hvussu langt tínar
skyldur sum ánari røkka í
tílíkum førum, sigur Andrass
Poulsen, løgreglumaður.
Í samband við røkt av
djórum stendur, at ánarin
hevur ábyrgd av at syrgja
fyri, at djórini hava nøktandi
føði, vatn og skjóli og at tey
ikki líða nakra neyð. Út yvir
hetta er lógin ikki serliga
konkret. Til dømis stendur
einki í lógini um, hvussu ofta
ein seyðaánari hevur skyldu
til at hyggja eftir seyðinum
hjá sær, ella um hann hevur
ábyrgd av at biðja onkran
annan gera tað, um honum
sjálvum berst undan av eini
hvørjari orsøk. Hetta er so
millum annað tað, sum løg
frøðingarnir hjá ákæruvald
inum nú skulu meta um og
taka støðu til í hesum mál
inum. Síðani verður greitt,
hvørt ákæra verður reist
móti ánaranum ella ikki.
danjal@sosialurin.fo
Hvussu skal lógin tulkast
Løgreglan avsannar, at talan er um eina tilvitaða
gerð, ið hevur kostað teimum 17 seyðunum lívið,
men sigur, at tað er ein tulkingarspurningur, hvørja
ábyrgd lógin áleggur einum ánara viðvíkjandi
regluligum eftirliti av hagagangandi seyði
Hurðin á seyðarhúsinum
Myndir: Vilmund Jacobsen