týsdagur 7. apríl 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 8. apríl 2015 · Nr. 39
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Havnin, eitt vakurt andlit
Jóanes Nielsen
Tað er mín varhugi, at ongin
av teimum, sum í dag eru
forsprákarar fyri at byggja
ta nýggju bingjuhavnina
framman fyri Skansan, halda
ætlanina vera serliga prýði
liga. Bingjuhavnin skal leggj
ast á tí staðnum, tí ein onnur
havn liggur har framman
undan. Tíverri liggur eisini
eitt fornminni á sama stað,
og hvussu vit so snúgva og
benda og pynta um ætlanina,
millum annað við at leggja
ein bátahyl millum Skansan
og bryggjuna, so verður úr
slitið onki annað enn ein
snópislig neyðsemja.
Var tað soleiðis at vit áttu
skansar á øðrumhvørjum
tanga í landinum, so kundi
man kanska sagt: lat gá.
Men føroyingar eiga bara
tann eina skansan, og at fara
at gyrða hann inni við kon
teynarum, og serliga tá aðrir
møguleikar eru tøkir, vísir
ikki bara vanvirðing fyri
fornminnum, men avdúkar
eitt mentanarloysi, ið kann
samanberast við tað, ið ráddi
fyrst í trýssunum, tá býráðs
limir í ramasta álvara mæltu
til at rudda upp úti á Reyni,
so byggjast kundu nýggir
prýðiligar skálar.
Tað verður bara ta einu
ferðina,
at
tann
ætlaða
bingjuhavnin verður bygd.
Tá nakrir hundraðtúsund
kubikkmetrar av gróti eru
savnaðir eystur og norður úr
núverandi bryggju, verður
talan um eina nýggja oyggj
framman fyri høvðustaðin,
og har verður hon liggjandi,
ja, í prinsippinum í allar
ævir.
Tað sum býráðspolitikk
arar, við Heðini Mortensen
á odda, tykjast at halda, er at
ætlaða havnarútbyggingin
verður hin seinasta útbygg
ingin, at høvðustaðurin undir
teirra ræði so at siga hevur
fingið sítt endaliga skap.
Men
soleiðis
er
ikki.
Kanska um eini fimtan ella
tjúgu ár skal ein nýggj havn
byggjast, og hvar skal hon
leggjast? Longur út á fjørð
in slepst valla, og heldur ikki
fram við landinum norður
eftir móti Válgaravík. Tey,
sum í 2035 fara at ráða fyri
borgum í høvðustaðnum,
fara tá at byggja eina nýggja
havn annaðhvørt inni á
Sundi ella úti á Gulanum.
Ella kanska onkra heilt
aðrastaði.
Skálafjørðurin
er so nógv tann høgligasta
havnin í landinum, og Eystur
oyggin hevur eitt sera virkið
vinnulív, sum stórframleiðir
til útflutning. Í framtíðini
verður tað kanska sum í
USA; Skálafjørðurin fer at
fáa leiklutin sum tað nýggja
føroyska New York, meðan
Havnin meira ber brá av tí
umsitingarliga Washington.
Sjálvur arbeiddi eg á
Eystaru bryggju tey árini,
økið uddi við pakkhúsum,
heilsølum, handlum, frakt
skipum og strandfarabátum.
Minnist, at í stóru køssunum
sum Sverri hjá Skálapalla
smíðjaði stóðu neyt og belj
aðu, sum vóru komin til
Havnar at slátrast. Tá vóru
nakrir fáir trukkar komnir, og
við buntum av brettum høgt
uppi á gafflunum vóru teir
rættiliga ógvusligur, tá teir
koyrdu eftir teimum trongu
betongaðu strætunum. Um
framt ta gerandisligu ferðsl
una, var serliga fríggjadagur
seinnapartur
ein
langur
floytandi
trafikkproppur.
Privat- og taxabilar trokaðust
uttan fyri Skipafelagið og
Traderline at loysa út øl
og brennivín, og tá so tann
nýggi Smyril kom í 1975, var
kaosið fullkomið.
Politistar
royndu
at
halda skil á ferðsluni, og ein
teirra var navnframi skemt
arin Tønnis Wardum. Undir
kasjett og í hvítum hanskum
stóð hann millum Timbur
handilin og Dagblaðið og
royndi at halda skil á. Ein
av teimum døgunum kemur
Jóhan Carl Dam koyrandi
við lastbilinum hjá Timbur
handlinum, og tá hann sær
Tønnis standa har og stjórna
ferðsluni, skrúvar hann rútin
niður og setti spurningin,
sum Tønnis illa fekk svara
uppá:
– Sig mær, spurdi hann, er
tú, tín armi forbrydari, blivin
politistur?
Seinast í sjeytárunum góvu
havnarmyndugleikarnir
handlunum og heilsølunum
boð um at flyta av kaiøkin
um, og tá broyttist nógv. Eg
vildi skotið uppá, at um tað
mundi vóru vit einir hálvt
triðjahundrað
arbeiðarar,
sum dagliga høvdu okkara
gerning á kaiini. Har var
Kaffivongurin, har vøkru
døturnar hjá Karl og Giggu
Mouritsen arbeiddu, og í Kai
kioskini stóð unga skaldið
Tóroddur Poulsen og bunkr
aði søgur.
Ein fagran summardag í
'75 stóðu vit uttan fyri tann
reyðmálaða bygningin hjá
Balslev. Tá sigur Karl hjá
Talis við Oluf Hansen, ella
Oluf hjá Poul Jóhannusi
sum hann var róptur, at
hann átti at vera nakað
góður svimjari. Oluf hugdi
at sínum hondum, ið vóru
stórar sum spakabløð, og
svaraði, at hann sum ungur
maður kundi taka nøkur
góð svimjitøk. Nettup, sigur
Karl, og so ert tú bygdur sum
kappróðrarbátur, breiðast á
miðjuni.
Oluf treiv eftir dálkinum,
men tá var Karl longu horv
in.
Summar fyritøkur endaðu
á Nabb og aðrar uppi í Hoy
víkshaga. Skipafeløgini fingu
sær føst arbeiðssjakk, og
umframt nýggj modernað
skip, sum trukkarnir tømdu
upp á tveir dagar, so fingu
leiðslurnar við teimum føstu
arbeiðssjakkunum
lúkað
burtur teir mangan radikalu
dagleigararnar.
Fakfelags
ligur friður legðist á havna
økið, og í dag er so støðan
tann, at havnarborgarar ikki
sleppa at ganga sær ein túr
út á tann gamla Molan.
Sum tað kendist fátæks
ligt at fara til verka niðan í
Hoyvíkshaga, tá man árini
frammanundan hevði havt
ta áhugaverdu kaiina sum
sítt arbeiðsøki. Men øðrvísi
kundi tað ikki vera. Eystara
bryggja var blivin ein ómani
reriligur trongi, og tað var
lívsneyðugt
við
nøkrum
ógvusligum inntrivum. Og í
dag er støðan júst hin sama;
tað er neyðugt við líknandi
ógvusligum inntrivum, og
júst tað er kjarnin í ætlaðu
útbyggingini hjá Tórshavnar
Býráð.
Í hesum døgum verður ein
prýðilig brúgv reist tvørtur
um Sandánna úti við Nýggja
Kirkjugarð, og tá Ringvega
sambandið einaferð er komið
í rættlag, síggi eg fyri mær,
at leiðin til ta nýggju bingju
havnina hjá høvðustaðnum
verður løgd eftir brúnni og
víðari út á Gulan. Har eru
góð veðurlíkindi, tað for
taldi Niels Jacob Niclasen
fyri mær. Hann var ein av
royndu maskinkoyrarunum
hjá Phil & Søn, og var við at
spreingja úti á Glyvursnesi
tey árini núverandi bryggjan
uttan fyri gamla Molan varð
bygd. Tað vóru kanska tveir
ella tríggir dagar árliga, at
grótbáturin hevði trupulleik
ar at lasta, annars var tann
improviseraða bryggjan við
Gulan lýtaleys. Niels Jacob
er deyður og friður verið við
honum, og hetta segði hann
mær fyri eini tíggju árum síð
ani, altso langt áðrenn Heðin
Mortensen
og
kompaní
barslaðu hetta misfostrið av
eini havnaútbygging.
So fyri at draga saman
um: Í fyrstu atløgu mugu
myndugleikarnir taka atlit
til eitt fornminni, tí mugu
tekningarnar
av
bingju
havnini stingast út undir
vaðingina
onkustaðni
í
okkara vakra Býráðshúsi. Í
øðrum lagi, og sæð í einum
størri søguligum ljósi, so
fara nýggjar útbyggingar
av havnarviðurskiftnum at
koma á skránni um ikki so
øgiliga nógv ár, og tá verður
man kortini noyddur at fara
aðrastaðni við eini nýggjari
útbygging. Og í triðja lagi.
Heðin Mortensen og hans
ara fólk eiga at hugsa eitt
sindur um sítt eftirmæli. Í
dag hevur innsiglingin til
Havnina eitt toliliga vakurt
andlit. Byngjuhavnin fer at
geva andlitinum eitt fúlt arr,
ikki eitt sum er genetiskt
treytað og sum dugnaligir
skurðlæknar kunnu bøta
um, men eitt arr skapt av
fyrilitarloysi, og sum ikki ber
til at umvæla.