Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-07, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. apríl 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. apríl 2015 · Nr. 39 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vit eiga at virða kommunala sjálvræðið Eivin H. Jacobsen Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin Seinastu tíðina hevur kjak tikið seg upp um út­bygg­ ingina av Tórshavnar Havn, ein útbygging, sum fólk eru ymisk á máli um. Eigur ein slík útbygging at fara fram í sjálvum hjartanum í høvuðs­ staðnum, framman fyri frið­aðum fornminnum ella skuldi hon verið gjørd onkra aðra staðnis. Alt hetta, kann eg hava eina meining um, men bara við útgangsstøði í, at tað er kommunali rætturin hjá við­ komandi kommunu og borg­ ar­um, ið eg skal fyrihalda meg til. Um vit hyggja aftur í tíðuna, hvussu kommunur ella samfelagið er útbygt, so tók landið lut við at gjalda ein prosentpart innan øll øki. Skuldi byggjast ein skúli, ítróttarhøll, havnaútbygging, bátahylur, barnagarður, eitt ellisheim, ja so var landið við sínum prosentparti við í byggingini. Tí kundi ein tilgongd innan nevndu øki taka fleiri ár, áðrenn nøkur umsókn var gingin á møti, tí avmarkað var, hvussu nógv varð avsett á fíggjarlógini hjá landinum. Alt hetta er ein farin tíð. Í dag hava kommunurnar ábyrgdina av øllum tí, sum her er nevnt, bæði viðvíkjandi rakstri og íløgum. Tað, sum politiska skip­ anin seinastu árini hev­ur ynskt og arbeitt við, eldra­ økið var tað seinasta, er kommu­nalt sjálvræðið, t.v.s. komm­un­urnar hava ábyrgd av tí, sum er innan kommunu­mark og greiður skilnaður er ímillum upp­ gávur hjá landinum og komm­unun­um. Hetta hevur havt við sær, at kommunur hava lagt saman ella hava valt at ar­ beiða saman, innan stóru íløgurnar fyri ikki at gera sama feil aftur, har somu íløgur vóru gjørdar í t.d havnaútbyggingar. Tí skal politiska skipanin fyrihalda seg til kommunala sjálvræðið hjá kommunum, á øllum økjum, eisini tá talan er um havnaútbyggingar. Alt annað er í stríð við tað, sum í mong ár hevur verið arbeitt við, nevnliga kommunalt sjálvræði. Men tá tað er sagt, er ikki óhugsandi, at inn­ tøku­møguleikarnir kunnu broyt­ast. Flest allar havna­ út­byggingar, og tær eru ikki so fáar, eru gjørdar við inn­ tøkum fyri eyga, men for­ treytirnar broyttist, og hevur hetta verið viðvirkandi til truplu fíggjarstøðuna hjá fleiri kommunum. Av fleiri orsøkum er ein ójavni at síggja í dag ímillum kommunurnar og hann er bara vaksin seinastu árini, tá talan er um inntøkur. Her er ikki bara talan um inntøkur frá kaikantinum. Innan fiskivinnu, alivinnu og ikki minst viðvíkjandi fiski­loyvum, eru skaptir ójavnar, sum vit eiga at fyri­ halda okkum til, og hava eina meining um, hvussu teir skulu loysast (var hetta t.d. andin í lógini um vinnuligan fiskiskap?). Tí er spurningurin um tíðin ikki er komin at tosa um eina kommunala útjavning. Hetta við tí fyri eyga at tryggja meira líkheit fyri allar borgarar, uttan mun til hvar ein býr í landinum, við at býta møguleikar og virði í samfelagnum rættvísari. Her er talan um lív ella deyð fyri nøkur øki í land­ inum. Vit skulu øll verða her, við okkara fjølbroytni og kunna trívast. Fyri, at nøkur mein­ing skal verða við at gera eina kommunala útjavn­ingar­ skip­an, so verður neyðugt við størri kommunalum eind­um og harvið einum kommunu­ reformi. kjak krea Boks 139, Heiðavegur 26, 600 Saltangará Tel 41 70 00, runavik@runavik.fo www.runavik.fo • fakligar avbjóðingar • eitt arbeiðsøki í menning • skeið og supervisión Førleikakrøv • námsfrøðingur við viðkomandi royndum og/ella eftirútbúgving • førleika at motivera og inspirera samstarvsfelagar • áhuga í menningararbeiði á dagstovnum • førleika at hugsa í resoursum og møguleikum • evni at samstarva við aðrar myndigleikar á økinum • teldukunnleiki á brúkarastøði Starvs- og setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevara- felagið og Føroya Pedagogfelag. Meira fæst at vita við at venda sær til Jákup H. Foldbo, sosialdeildarleiðara á telefon 417000, ella teldupost jakupf@runavik.fo Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving og royndir og møguligum viðmælum skulu vera Runavíkar kommunu í hendi í seinasta lagi 22. apríl 2015, kl. 9.00. Námsfrøðiligur ráðgevi og samskipari Runavíkar kommuna søkir eftir einum námsfrøðiligum ráðgeva og samskipara til dagstovnaøkið at byrja 1. mai 2015 ella eftir nærri avtalu. Starvið Tann setti kemur at starvast á Sosialu deild og skal í samstarvi við dagstovnar- nar í kommununi arbeiða við námsfrøði- ligari menning og ráðgeving. Ein týðandi partur av starvsøkinum verður ráðgeving og uppfylging í meningartilboðum til børn við serligum avbjóðingum. Samskipandi leikluturin liggur í at veita sosialdeildarleiðaranum og leið- arunum á dagstovnaøkinum ráð um, hvussu námsfrøðiligu tilboðini kunnu mennast og samskipast. Talan er um eitt nýtt starv, har tann setti fær høvi at verða við frá byrjan at menna starvsinnihaldið og tann leist, ið arbeitt verður eftir. Ætlanin er at veita námsfrøðiliga ráðgeving, konsultatión, supervisión, skeiðvirksemi og onnur fakliga mennandi tiltøk á dagstovnaøkinum. Vit kunnu bjóða • eitt spennandi og gott arbeiðs- umhvørvi • eldhugaðar samstarvsfelagar á dag- stovnaøkinum Námsfrøðiligur ráðgevi og samskipari Runavíkar kommuna søkir eftir einum námsfrøðiligum ráðgeva og samskipara til dagstovnaøkið at byrja 1. mai 2015, ella eftir nærri avtalu. Vit søkja eftir fólki til eitt sera spenn­ andi lærupláss í okkara deild í Tórs­ havn. Krav er at viðkomandi hevur handilskúla miðnámsútbúgving, FHS ella hægri handilskúla. Eisini søkja vit eftir einum leiðara til teldudeildina. Vit vænta at tú ert vinalig/­ur, arbeiðir sjálvstøðugt og er kundavinarlig/­ur. Harafturat mást tú hava FHS ella Hægri Handilsskúla prógv. Fleiri upplýsingar fáast við at seta seg í samband við Mads Andreas Winther á fartelefon 529000, ella at senda ein teldu post til maw@elding.fo Umsókn saman við avritum av prógvi og møguligum viðmælum verður at senda í telduposti til: maw@elding.fo Umsóknarfreistin er 15. apríl 2015. Elding Elrisin søkir eftir lærlingi og leiðara til teldudeildina at byrja skjótast gjørligt www.grafikmaster.fo Elding • Hoyvíksvegur 65 • Tel 359000 maw@elding.fo • www.elding.fo Elding Elrisin søkir lærling og leiðara