Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-07, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. apríl 2015síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 8. apríl 2015 · Nr. 39 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sjúkrahússtjórin er ovasti leiðari á Lands sjúkra hús in­ um og hevur mótvegis Heilsumálaráðnum endaligu ábyrgd ina av virkseminum á stovninum. Lands sjúkra­ hús ið fevnir um virksemið í sjúkrahúsbygningunum á Eir ar garði o g J. C. Svabosgøtu, Sjúklingahotellið Tórs havn í Keypmannahavn, umframt eina røð av eind um kring landið við økispsykiatri, ljósmøðraskipan og sjúkra flutningstænastu. Landssjúkrahúsið hevur eitt stórt tal av veitarum av vørum og tænastum og sam starvsfelagum í nógvum londum í Evropa. Sjúkrahússtjórnin er sett saman av stjóra og tveim um heilsufakligum varastjórum. Heilsumálaráðið søk ir ein stjóra, sum er dugnaligur at taka avgerðir og tol ir trýst, samstundis sum yvirlitið verður varðveitt. Tað hevur stóran týdning, at tann, ið settur verður, hev ur hug og evni at verða andlitið úteftir, umframt hegni at savna leiðarar og starvsfólk. Stjórin skal vera álít andi og kunna samstarva væl í einum leiðslutoymi, ganga á odda innan leiðslu og skipa góðar umstøður fyri fakligari menning og gransking. Dentur verður lagdur á eginleikan at evna hand far ing ina av sera fjøltáttaðum virkisøkjum, har mót setn ing ar tíðum eru millum vaksandi krøv og av mark að tilfeingi. Sjúkrahússtjórin skal vera førur fyri at taka neyðugar avgerðir, sum støðugt búgva stovnin til framtíðar tørv og krøv. Væntað verður, at sjúkrahússtjórin hevur royndir við at handfara truplar støður. Tað hevur týdning, at stjór in er stigtakari, stuðlar og átekur sær ein virknan leik lut í fíggjar­ og málstýring á Landssjúkrahúsinum, við trygd og dygd í hásæti. Sjúkrahússtjórin skal kunna virka bæði á stra teg isk um og praktiskum stigi, kunna raðfesta, ráð leggja og tryggja munagóðan rakstur og til feingisnýtslu innanfyri galdandi fíggjarkarm, soleiðis at borgarin fær ta best møguligu tænastuna. Misjónin hjá Landssjúkrahúsinum er at veita sjúkl ing in um eina góða heilsutænastu á høgum fak lig um støði, at menna og útbúgva starvsfólk og at granska. Visjónin hjá Landssjúkrahúsinum er, at sjúklingurin er í miðdeplinum, starvsfólkini eru errin av at arbeiða her og at samfelagið fær ágóðan av okkara virksemi. Tey strategisku málini vísa kósina og eru grundarlagið undir ymsu átøkunum. Trygd og dygd er ein sjálvsagdur lutur í dagliga arbeiðinum við atliti til røkt og viðgerð av sjúklingunum. Fokusøkini hjá Sjúkrahústjórnini eru: • Sjúkrahússtjórnin skal saman við leiðslu og starvsfólkum tryggja, at sjúkrahúsið røkkur ásettum málum. • Sjúkrahússtjórnin skal grundfesta menning og høga trygd og dygd í øllum veitingum hjá Landssjúkrahúsinum og samanhangandi sjúklingagongdir. • Sjúkrahússtjórin skal tryggja, at játtanin til stovnin verður nýtt á fullgóðan hátt, og at virksemi stovnsins verður hildið á einum høgum fakligum støði. • Sjúkrahússtjórnin skal saman við avvarðandi leiðslum áseta, hvørjar tænastur sjúkrahúsið kann bjóða innan fyri teir ásettu karmarnar. • Sjúkrahússtjórnin skal virka fyri munagóðari rekruttering av skikkaðum heilsustarvsfólki. • Sjúkrahússtjórnin skal virka fyri, at viðgerð uttanlands og heima kennist sum ein samanhangandi heild. • Sjúkrahússtjórnin hevur leiðandi leiklut í at gjøgnumføra umfatandi verkætlanina við útbygging av Landssjúkrahúsinum, herundir H­bygninginum. • Sjúkrahússtjórnin skal tryggja og víðarimenna samstarvið innan Sjúkrahúsverk Føroya, primeru heilsutænastuna, útbúgvingarstovnar og aðrar almennar stovnar. Dentur verður lagdur á: • Viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni. • Leiðsluútbúgving ­ diplomútbúgving, masterútbúgving ella líknandi. • Drúgvar leiðsluroyndir á strategiskum støði í størri organisatión. • Vitan og kunnleika til fíggjarstýring í størri organisatión. Lønar- og setanartreytir: Setanarøkið er Heilsumálaráðið og stovnar undir tí við tænastu á Landssjúkrahúsinum. Viðkomandi, ið settur verður, skal kunna tola broytingar í starvinum, bæði í starvsinnihaldi og vavi. Næst fyrisetti er aðalstjórin í Heilsumálaráðnum. Starvið er áramálssett í 5 ár við serligum sáttmála. Lønin er ájavnt við 39. lønarflokk hjá tænastumonnum landsins við 15% í eftirlønargjaldi og eini áramálsviðbót. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til: Turid Arge, aðalstjóra, umvegis turid.arge@hmr.fo ella tlf. 304050. Umsókn við CV skal sendast til: Heilsumálaráðið Eirargarður 2 100 Tórshavn ella hmr@hmr.fo Umsóknarfreist: tann 27. apríl 2015, kl. 12:00 Sjúkrahússtjóri Landssjúkrahúsið Starvið sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum verður við hesum lýst leyst til setan 1. juni 2015 ella eftir nærri avtalu Landssjúkrahúsið er meginsjúkrahús og undirvísingarsjúkrahús í Føroyum og hevur uml. 160 sengur innan somatiska og psykiatriska økið. Landssjúkrahúsið samstarvar við fleiri sjúkrahús uttanlands, og vitja konsulentar innan ymiskar sergreinar so sum onkologi, neurologi og bróstskurðviðgerð regluliga á Landssjúkrahúsinum. Ríkissjúkrahúsið er størsti samstarvsfelagi saman við Landspítalinum í Íslandi. Samlaða játtanin er umleið 640 mió.kr. Sjúkrahúsið hevur samanlagt umleið 715 ársverk deild á umleið 870 starvsfólk. Lesið nærri um Landssjúkrahúsið á www.ls.fo Heilsumálaráðið M I N I S T R Y O F H E A L T H Í mars var Magnus Heinason vártúrin á Føroya Banka. Illa viðraði, og hann var bert slakar tríggjar dagar á Bankanum. Hann fekk 44 toskar við einari meðalvekt oman fyri 11 kg. Hesi vóru nýttir á matstovuni BAR­ BARU. Matstovan hevði fult hús trý kvøld á rað, har kokkurin Jákup Sum­berg gjørdi eina framúr væl­ smakk­andi matskrá við seks rættum úr hesari forkunnugu ráðvøru, eisini vóru rogn og sjógvur av bankanum nýtt. Samstarvið millum Hav­ stovuna og Hotel Føroyar sam­takið riggar væl. Í sep­ tember fer Magnus aftur á Bankan og verður tá – vón­ andi – aftur toskur og høggu­ slokkur á skránni. Rá­vøran av Bankanum er grundar­lag undir gastronomi í heims­ klassa og er vaksandi áhuga uttanlands fyri hesum tiltøk­ um. Johan Mortensen er samskipari av tiltakinum Fingu 44 toskar á Føroya Banka