týsdagur 7. apríl 2015síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 8. apríl 2015 · Nr. 39
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tú skalt søkja inn gjøgnum kvotu
2, um miðaltalið í gymnasiala mið
námspróvnum ikki er nóg gott, ella
tú hevur annað javngott prógv á
sama stigi ella hægri. Aðrir før
leikar enn gymnasialt miðnáms
skúlaprógv verða eisini tiknir við í
metingina. Útlendskir umsøkjarar
og tey, sum skulu hava undantaks
loyvi, skulu eisini søkja gjøgnum
kvotu 2.
Umsøkjarar, ið ikki hava før
oyskt á miðnámsskúlastigi, skulu
eisini søkja inn eftir kvotu 2. Hesir
umsøkjarar skulu upp til eina mál
roynd og eftirfylgjandi samrøðu.
Tað er útbúgvingarstaðið, sum
setir treytirnar fyri kvotu 2 á ymsu
útbúgvingunum.
Útbúgvingar
staðið tekur upp við støði í indi
viduellari meting av hvørjari kvotu
2-umsókn.
Hvør kann søkja?
Lestrarplássini á kvotu 2 eru av
markað frá 20%, og tey kunnu søkj
ast av fylgjandi:
• Umsøkjarar, sum hava annað
upptøkugrundarlag enn gymna
sialt miðnámsskúlaprógv, men
sum kann javnsetast við tað.
• Umsøkjarar við einum útlendsk
um prógvi ella International
Baccalaureate.
• Umsøkjarar, sum ynskja/søkja
undantak frá kravinum um at
gongugevandi prógv.
• Umsøkjarar, sum hava atgongu
gevandi prógv og lúka upptøku
treytirnar, men sum hava tørv
á at verða mettir eftir øðrum
skjalprógvaðum førleikum, aft
urat miðaltalinum – t.d.:
• Partur av hægri útbúgving
• Viðkomandi ískoytisfak og
karakterirnir frá atgongugev
andi próvnum
• Arbeiðsroyndir (viðkomandi)
• Háskúlauppihald ella uppihald
í útlandinum
• Frítíðarleiðari, venjari og líkn
andi
Tann motiveraða umsóknin
Í sambandi við flestu kvotu 2-um
sóknir, skal mann eisini skriva eina
motiveraða umsókn/ævisøgu, sum
kann vera avgerandi. Motiveraða
umsóknin skal siga nakað um tína
motivatión, tínar orsøkir og mál
við at søkja inn á útbúgvingina, og
tínar førleikar, evni og eginleikar.
Tað skal vera ein persónlig lýsing
av tí, ið tú vilt leggja áherðslu á
í sambandi við umsóknina. Hon
skal geva eina fatan av tær, hvussu
búgvin tú ert, tínum førleikum og
tínum hugsanum í sambandi við
lesturin. Vís, at tú hevur kunnleika
til útbúgvingina.
Minst til at hugleiða yvir tínar
royndir frá skúla, vinnulívsarbeiði,
ískoytisútbúgvingum, sjálvbodn
um arbeiði, uppihaldi uttanlands
o.s.fr.
Spyr teg sjálva/n: Hvørjar før
leikar hava ymsu royndirnar givið
mær? Hvat havi eg lært? Og hví
haldi eg, at hetta hevur týdning
fyri lesturin?
Set teg til dømis saman við øðr
um, sum kenna teg væl. Tosa við
tey um, hvørjar førleikar ella gávur,
tey síggja í tínum royndum. Hvat
vísa tínar royndir, at tú dugir væl?
Kom í gongd við umsóknina í
góðari tíð, soleiðis, at tú nært at
rættlesa hana væl.
Á nøkrum útbúgvingum er um
sóknartrýstið stórt, og tí eru ávísir
førleikar ofta eitt krav, fyri at
verða tikin upp. Umvent kanst tú
ikki vera vís/ur í upptøku, hóast tú
heldur, at tú lýkur nevndu krøvini.
Ein heildarmeting verður gjørd av
hvørjum umsøkjara.
Mann skal ikki søkja inn á somu
útbúgving eftir bæði kvotu 1 og
kvotu 2. Søkir tú eftir kvotu 2, verður
tú mett/ur eftir báðum kvotum.
Søk eftir kvotu 2, um tú ikki ert
vís/ur í, at títt miðaltal er nóg høgt,
og tú metir, at tú hevur førleikar,
sum samsvara við kvotu 2-krøvini.
Tá mann søkir eftir kvotu 1, verður
bert hugt at miðaltalinum frá mið
námsskúlapróvnum.
Umsóknarfreistin fyri kvotu
2-umsøkjarar er tann 15. apríl og
umsóknarfreistin fyri kvotu 1-um
søkjarar er tann 1. juli 2015 - www.
setur.fo
Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving,
men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her
í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða
Skrivstovuni við Fróðskaparsetur Føroya, og Bjørg Róin, lærari
á Føroya Studentaskúla í Hoydølum, vegleiða teg um tínar
møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini.
Holger og Bjørg arbeiða dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla
sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er
styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig.
Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin.
fo, og so svara Holger og Bjørg tær her í Sosialinum.
Spurnarsíðan
Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni.
spurningar og svar
Spurningur
Góðu tit,
Hvar finni eg kunning um há
skúlauppihald í Norðurlondum?
“Nordiska”
Svar til Nordiska:
Háskúlar í Norðurlondum
Norðurlendski
fólkaháskúlin
finst í øllum Norðurlondum,
tó ikki í Íslandi. Umhvørvið er
vanligt kostskúlaumhvørvi, har
fólk búgva, eta og hava tímar
saman. Á háskúlum eru vanligt
stutt skeið á eina viku ella meira
– ofta summarhálvuna – og
umframt hesi eru skeið á hálvt
ella heilt ár. Tú kanst kunna teg
um háskúlarnar her:
Føroyar – www.haskulin.fo
Danmark – www.hojskolerne.dk
Svøríki – www.folkhogskola.nu
Finnland – www.folkhogskolor.fi
Noreg – www.folkehogskole.no
Háskúli kostar úr 1200 kr. um
vikuna.
Eingin
útbúgvingar
stuðul er, men møguleiki er
fyri
studningi
summastaðni.
Danskir
ríkisborgarar
kunnu
søkja um stuðul á 700 kr. um vik
una gjøgnum norðurlendskan há
skúlastuðul til fólkaháskúlar.
Kunning um háskúlastudning
er at finna her: http://www.hoj
skolerne.dk/hoejskoler/nordiske-
folkehoejskoler/nordisk-hoej
skolestipendium
Vinarliga
Holger og Bjørg
Spurningur
Góðu tit,
Í summar ætli eg mær til Dan
markar at lesa. Fyri at sleppa inn
at lesa tað, sum eg ynski sum mítt
fyrsta val, má eg supplera stødd
frøði frá c til b.
Er tað rætt, at tað ber til at
supplera eitt fak á GSK (Gymnasi
alt suppleringskursus) í Danmark
í summar í juli/august og so sleppa
at lesa víðari umleið 1. september,
um eg klári próvtøkuna?
Svar
Ja, tað ber til at supplera eitt fak
í summar, og tað tekur umleið
4 vikur. Skeiðini byrja vanliga
um miðjan juli. Um mann ætlar
sær undir víðari útbúgving nú í
summar, og mann manglar eitt
fak ella eitt ávíst stig í einum
faki, fyri at kunna vera upptikin,
ber tað til at søkja 5. juli/kvota 1
og viðmerkja, at mann ætlar at
supplera í juli/august. Í slíkum
føri má mann senda prógv fyri,
at mann er upptikin á einum
GSK-skeiði, saman við. Áðrenn
endaliga upptøku, skal mann
kunna prógva, at mann hevur
staðið próvtøkuna. Inntil tá er
man bert upptikin treytað av, at
GSK-skeiðið er staðið (= betinget
optag).
Á hesum summarskeiðunum
ber tað bert til at taka eitt fak og
bert eitt stig. Mann kann fáa SU,
um mann hevur minst 16 tímar av
undirvísing um vikuna.
Meiri fæst at vita á www.gs
danmark.dk og her fæst eisini um
sóknarblað. Freist er 5. juli.
Vinarliga
Holger og Bjørg
Kvotu 2-krøv til hægri
útbúgvingar á Setrinum
Komandi IELTS-royndin verður
leygardagin 16. mai.
IELTS er ein ensk málroynd, ið
summi ensktmælt universitet
krevja, fyri at tú kanst verða
upptikin.
Tú kanst tekna teg á https://
ielts.britishcouncil.org/edu