Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-07, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. apríl 2015síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. apríl 2015 · Nr. 39 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur hondbóltur Neistakvinnurnar tykjast púrasta at hava mist flogið, nú FM-finalurnar standa fyri framman H71 hevur havt ein øgiligan endaspurt. Nú hevur liðið spælt seg í FM-finalurnar, og eingin ivi er um, at Hoyvíkshøllin verður á tremum mikukvøldið Hoyvíkshøllin stendur at bresta Kyndil við yvirlutan Hvonn-deildin d v - j - t + mál -mál málmunur stig 1 Kyndil 24 18 - 2 - 4 602 413 189 38 2 Neistin 24 18 - 1 - 5 683 472 211 37 3 VÍF 24 16 - 0 - 8 711 521 190 32 4 VB 24 13 - 1 - 10 628 546 82 27 5 StÍF 24 12 - 0 - 12 560 512 48 24 6 Stjørnan 24 5 - 0 - 19 465 635 -170 10 7 Søljan 24 0 - 0 - 24 234 784 -550 0 Atlantic Airways-deildin d v - j - t + mál -mál málmunur stig 1 VÍF 24 18 - 1 - 5 689 558 131 37 2 H71 24 17 - 1 - 6 616 524 92 35 3 Kyndil 24 16 - 2 - 6 558 491 67 34 4 KÍF 23 11 - 1 - 11 621 619 2 23 5 Neistin 24 10 - 2 - 12 604 651 -47 22 6 StÍF 24 5 - 1 - 18 593 639 -46 11 7 Team Klaksvík 24 3 - 0 - 21 518 717 -199 6 Hvonn-deildin 01.04 StÍF - Neistin 26-23 01.04 Søljan - VÍF 13-42 02.04 VB - Stjørnan 33-27 04.04 Stjørnan - StÍF 16-24 04.04 Kyndil - Søljan 38-5 04.04 VÍF - VB 40-32 Atlantic Airways-deildin 01.04 StÍF - Neistin 27-30 01.04 Team Klaksvík - H71 20-32 01.04 KÍF - VÍF 24-20 04.04 VÍF - Team Klaksvík 44-21 04.04 Kyndil - KÍF 21-16 04.04 H71 - StÍF 25-21 Finalurnar Hvonn-deildin Dagur Kl. Dystur 08.04 18.30 Neistin - Kyndil 11.04 16.00 Kyndil - Neistin 12.04 16.00 Kyndil - Neistin (bert um neyðugt er við 3 dystum) Atlantic Airways-deildin 08.04 20.15 H71 - VÍF 11.04 18.30 VÍF - H71 12.04 18.30 VÍF - H71 (bert um neyðugt er við 3 dystum) Jákup Mørk Størsta partin av hond­bólts­ árinum hava Neista-kvinn­ urnar sitið við stýris­vølin í bestu kvinnu­deildini. Í steypa­finaluni vunnu tær uppi­bornan sigur á Kyndli, og tá tær stutt eftir vunnu trygt í grannauppgerðini, eins og úti­dystirnir í Vági og í Vest­manna endaðu við trygg­um sigri, ivaðust tey fæstu í, at her var talan um kom­andi føroyameistara. Samstundis var Kyndil í einum aldudali, soleiðis at teirra finaluluttøka var í stór­um vanda, men við sigr­ um á Neistanum og ímóti VÍF í Vestmanna fingu tær vent hesi gongdini. Og nú bendir nógv á, at tað er Kyndil, ið skal roknast sum favorittur undan FM-final­unum. Gaman í hevur Neistin spart Milicu Rankovic seinastu dystirnar, so hon kann koma seg heilt eftir argandi skaða, men treyð­ugt so hevur spælið hjá teim­um bláu verið alt annað enn sannførandi sein­astu um­førini. Móti VB eydn­aðist við bit og slit at toga ein tepran sigur heim, og skíris­hósdag mistu tær oddasessin í deildini, tá tað ikki eydnaðist at fáa stig við sær av Skála. Allan heiður til StÍF, sum við hesum enn eina­ferð prógvaði, at tær kunnu spæla teimum bestu eitt puss, men alt annað líka er hetta ein dystur, sum eitt odda­lið eigur at vinna. Kyndil hevði hinvegin ein heldur lættan endaspurt, tá tær á heimavølli tóku ímóti Søljuni. Heimaliðið hevði ikki nakrar sum helst trupul­ leikar við at lyfta seg upp á odda­sessin, og soleiðis eiga tær á pappír­inum heimavølli í næstu og í eini møguligari triðu finalu. Júst spurningurin um heima- og útivøll vigar tó ikki tað stóra, tá tað kort­ini verður spælt á Hálsi, men gongdin seinastu vikur­nar er við til at styrkja sjálvs­ álitið hjá teimum grønu, sum í finalunum hava møgu­ leikan at seta eitt fan­tast­iskt punktum fyri einum kapp­ ingar­ári, sum hevur havt bæði og upp- og niðurtúrar. jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Hoyvíkingar hava havt ein endaspurt, sum sigur spaðar tvey til tað mesta av tí, sum hini liðini hava víst. Eingin ivi er um, at skriv­ ara­borðsstigini, sum Kyndil misti í fyrsta umfarinum, gjørd­ust sera dýr, og tað er óhugalig staðfesting, at vit í 2015 skulu hava mál av hesum slag­num í fremstu mans­deild­ini. Men tá tað er sagt, so skal einki takast frá hoy­víking­um. Í meira enn tí eina dyst­ inum fram móti kapp­ingar­ enda hevur staðið heilt nógv á. Men hvørja ferð hava hoy­ víkingarnir toga seinastu kreftirnar fram, soleiðis at neyð­ugu stigini eru komin til høldar. At teir soleiðis ferð eftir ferð hava klóra seg móti finalu­sessinum ger sjálvandi sítt til, at sjálvsálitið hjá H71 er í toppi, nú heilt avgerandi dystir­nir standa fyri framm­ an. Eitt er, at sjálvsáliti er neyð­ugt, um tú skalt hava møguleika móti VÍF, sum í alt ár hevur líkst einum kom­ andi føroyameistara. Annað er, at vit hava meira enn tí einu ferðina sæð, at liðið, sum leingi hevur verið trygt á FM-kósini, ikki er líka væl trimmað og brýnt, sum tað liðið, sum fram til tað allar sein­asta mátti stríðast fyri sínum sessi. Eingin ivi er um, at vest­ menningar hava á pappír­ inum sterkara liðið. Mann fyri mann kemur einki av hin­um liðnum til kníggja á teim­um gulu, og raka teir ein góðan dag ella tveir, so er eingin ivi um, at gullið endar í Vest­manna. Stóru spurningarnir eru tí, um VÍF er eins væl trimm­að, sum H71 er tað í løtuni. Matematiska vissan fyri finalu­pláss­inum er kanska ikki so øgiliga gomul í Vest­manna, men sein­astu mánaðirnar hevur spurn­ing­ urin verið, hvat mót­støðu­ liðið í finaluni bleiv. Og tað kann hava eitt sindur óneyv­ ari fokus við sær. Hin er sjálvandi, at steypa­sigurin fyrr í ár var tað, sum skuldi til hjá VÍF, so­leiðis at teir kunnu sleppa av við finaluræðsluna, sum hevur merkt liðið í skjótt nógv ár. Frá steypasigrinum í 1999 skuldu ganga 15 ár, áðr­ enn menninir aftur vunnu ein finaludyst. Tað hevur verið eyðsæð í fleiri finalu­ dystum seinnu árini, og so er spurningurin, um VÍF nú torir og dugir at spæla uttan teir nervar, sum kunnu oyði­ leggja eitt finaluavrik.