Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-07, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. apríl 2015síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 8. apríl 2015 · Nr. 39 ítróttur fótbóltur Jóannes Hansen Tað er ikki so sjáldan, at átjan mál verða skorað í einum um­fari í landskappingini. So­leið­is var tað skírisdag, tá ið 5. umfar var á skránni. HB, B36, Víkingur og NSÍ vunnu, og nú eru hesi fýra liðini ovast á støðutalvuni. Undan kapp­ingar­byrjan vóru tey fleiri, sum roknaðu við, at hesi liðini fóru at vera við í kapp­ingini um europeisku plássini. Tað hevur ikki gingið so væl hjá teimum øllum. Víkingur vann fyri fyrstu ferð í fimta umfari, og hjá HB hevur tað ikki verið meiri enn passaligt. Støðutalvan lýgur tó ikki, og hon sigur, at hesi fýra eru ovast, og tað er neyvan langt við síðuna av at rokna við, at hesi fýra vera millum tey fremstu, tá ið tað verður uppgjørt eftir 27 um­før. Hvussu røðin tá fer at síggja út er ein onnur søga, sum tað í løtuni er ilt at siga nakað um. Málrevarnir gjørdu stór hál Tað var merkisvert í 5. um­ fari, hvussu væl bestu mál­ skjútt­ar­nir vóru upplagdir. Í ikki færri enn trmum dyst­um megnaði ein og sami spælarin at skora fleiri enn eitt mál. Bragdligastur av øllum var Finnur Justinussen, sum eftir ikki sørt av málturki í langa tíð, ordu­liga fekk høvdið fyri seg. Hann skoraði øll fýra Víkinga málini í heima­ sigrinum ímóti FC Suðuroy, sum helt seg til konseptið og varðveitti at liggja undir við bara einum máli, inntil 2. hálvleikur var fýra minuttir gamalur. So skrædnaði, og tað endaði við 4-0 heimasigri. Finnur skoraði øll málini, og nú er hann næstovastur á list­anum við fimm málum. Eingin tekur Klæmint A. Olsen. Tá ið hann skoraði fyri aðru ferð og harvið legði NSÍ framum 3-0 á útivølli ímóti TB, tóktist spurningurin bara at vera, hvussu stórur NSÍ sig­urin fór at verða. Men TB og Albert Adu svaraðu tvær ferðir aftur, og so varð tað sera spennandi, áðrenn tað var avgjørt, at NSÍ fór norður um aftur við 3-2 sigri og pláss­inum ovast á stiga­ talv­uni. Klæmint A. Olsen hev­ur nú skorað níggju mál í fimm teimum fyrstu lands­kapp­ ingar­dystunum – umframt at hann í gjár var tví­faldur mál­skjútti í 2-1 steypa­sigr­ inum á FC Suðuroy. Tað er ongantíð komið fyri, síðani kappingin í 1988 fór at fevna um tíggju lið, at ein spælari í fimm teim­um fyrstu umførunum hevur skorað níggju mál. Tætt­ast við hetta avrikið var Helgi L. Petersen, sum í 2001 var toppskjútti við 19 málum (í átjan umførum). Helgi um­boð­aði GÍ hetta árið, og í fimm teimum fyrstu umfør­unum skoraði hann átta ferðir. Ein annar, sum tað lá væl fyri í fyrstu umførunum, var Kurt Mørkøre úr KÍ. Í 1996, tá ið klaksvíkingum bara rest­aði nøkur mál í at vinna FM heitið frá GÍ, var Kurt topp­skjútti við 20 málum. Tá skor­aði hann sjey mál í fimm teim­um fyrstu umførunum. Men eingin hevur altso megnað tað, sum Klæmint A. Olsen hevur megnað í fimm teim­um fyrstu umførunum í ár. Jákup lúrir eftir metinum Arnbjørn Hansen var ikki blíð­ur við sínar fyrrverandi, tá ið EB/Streymur vitjaði HB. Úrslitið var 4-2, og Arnbjørn skoraði tríggjar ferðir. At tað endaði 1-1 mill­um AB og ÍF var ikki so merkis­ vert orsaka av mál­skjútt­ unum, men tað var heldur merkis­vert, at hesi bæði liðini enn einaferð fóru av vøll­inum uttan at hava vunn­ið. Heilt merkisvert var tað, at hetta var fimti javn­ leik­urin á rað hjá AB. B36 vann 1-0 á heimavølli ímóti KÍ. Jákup á Borg um­ setti brotsspark til mál. Tað merkis­verda í hesum var, at Jákup á Borg við hes­um mál­ inum legði seg upp á síðuna á John Petersen, sum higartil hev­ur verið tann spælarin, ið hevur skorað flest mál av øllum í bestu deildini. Mál­ talið hjá John Petersen í lands­kapp­ingini í fremstu røð er 147, og nú hevur Jákup á Borg skorað 147 mál. Tað er sann­líkt, at Jákup fer at taka metið. Hann er fastur brots­ sparks­skjútti hjá B36 í ár. Um hann ikki verður so illa plágaður av skaðum, so kann tað væl fara at vísa seg, at Arnbjørn Hansen fer at strúka framvið bæði John Petersen og Jákup á Borg sum besti málskjútti í lands­kappingini. Í løtuni er fyrr­verandi EB/Streyma og nú­verandi HB skarprættarin sam­bært faroesoccer.com skrá­settur fyri at hava skor­ að 135 mál. HB - EB/Str. 4-2 (3-0) 1-0: Levi Hanssen br 20. 2-0: Arnbjørn Hansen 29. 3-0: Arnbjørn Hansen 30. 3-1: Ragnar Danielsen 64. 4-1: Arnbjørn Hansen 72. 4-2: Niels Pauli Danielsen 89.    TB - NSÍ 2-3 (1-3) 0-1: Jonleif Højgaard 3. 0-2: Klæmint A. Olsen 15. 0-3: Klæmint A. Olsen 29. 1-3: Albert Adu 45. 2-3: Albert Adu 62.  Víkingur - FCS 4-0 (1-0) 1-0: Finnur Justinussen 9. 2-0: Finnur Justinussen 49. 3-0: Finnur Justinussen 74. 4-0: Finnur Justinussen 81.  AB - ÍF 1-1 (1-0) 1-0: Rógvi Poulsen 31. 1-1: Áki Petersen 50.   B36 - KÍ 1-0 (1-0) 1-0: Jákup á Borg br 45. Lissi Mouritsen B36 Skiljandi um B36'arnir hjá KÍ angra sína gerð. Dómarin - Petur Reinert heldur tað er orduliga stuttligt við hasum skúminum! Minni av tí - tað skal helst ikki blíva ein skoyti-breyt. FLOTT HVÍTIR! fjepparin Páll Lervig fc Suðuroy Var ikki til dystin millum Víking og FC Suðuroy, so havi onga viðmerking. fjepparin Sæbjørn Leiti íf Fyrri hálvleikur var ikki so góður fyri okkara part. Men seinni hálvleikur var fínur, fingu eitt mál beinaveg aftaná 5 min og so fór ferðin úr dystinum. Men teir seinastu minuttirnir vóru spennandi. Koyr á ÍF fjepparin Kristian M. Skála ab Liðini áttu hvør sín hálvleik, vit spældu okkum til fleiri góðar støður, bóltin út á síðuna, inn fyri, men eingin áleypari at taka ímóti, standa væl í verjuni, manglar í álopinum, alt íalt ok. fjepparin Rógvi Dam EB/Streymur Ikki gott í dag, men Danielsen beiggjarnir gørdu munin í seinna hálvleiki. Saman standa vit sterk fjepparin Allan Enghamar hb Tað var aldrin nakar ivi hvør skuldi vinna - ein fantastiskur fyrri hálvleikur. Men eg sakni meira kynismu í øðrum hálvleiki, vit lata teir fáa tvey bílig mál og so sær alt meira kaotiskt út, hetta mugu vit betra um. Koyr á dreingir. fjepparin Kristian Joensen kí At tapa í Gundadali er eingin katastrofa.Men um vit ætla at vinna FM, so mugu vit byrja at vinna nú. Koyr á KÍ fjepparin Petur Asbjørn Lervig víkingur Fyrsti heima/sigur í ár, og 3 stig er ikki at forsmáa. Kundi veri væl meira enn 4-0 men man kann ikki vera annað enn nøgdur við 3 stig. Finnur fann málið, og vit eru enntá á pluss síðuni í málúrtøkuni. Vónandi verður sama úrtøka tá vit taka imotir B68 nú mánadagin. WLYV! p.s: Eitt pluss er so at nú kann man arga F.C Suðuroy fjepparin, sum tilfeldivís er pápabeiggi mín. fjepparin Ongantíð áður hevur ein spælari skorað níggju mál í fimm teimum fyrstu umførunum Málrevarnir stjólu myndina 5. umfar: Effo-deildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 NSÍ 5 4 0 1 17 8 +9 12 2 B36 5 3 2 0 11 5 +6 11 3 HB 5 2 3 0 9 5 +4 9 4 Víkingur 5 1 4 0 12 8 +4 7 5 TB 5 1 3 1 7 6 +1 6 6 KÍ 5 1 2 2 7 7 0 5 7 AB 5 0 5 0 4 4 0 5 8 ÍF 5 0 4 1 7 9 -2 4 9 EB/Streymur 5 0 3 2 6 12 -6 3 10 FC Suðuroy 5 0 0 5 3 19 -16 0 Dysturin gjørdist spennandi til síst, men oddaliðið í Effodeildini, NSÍ, vann trupla útidystin móti TB Mynd: Áki Bertholdsen Jan B. Antonioussen nsí Puha! Hatta bleiv í so nervapirrandi! Vit høvdu møguleika fyri at lukka dystin mitt í seinna hálvleiki, men vóru ikki nóg neyvir. Tí endaði tað eisini við at blíva ein orduligur gysari. Ein arbeiðssigur frá okkara monnum. TB vístu eisini enn eina ferð, at tað absolut ikki er lætt at taka stig við Stórá. Hygga vit! Nú er ikki SO kalt í Runavík.Góðir, góðir, góðir! fjepparin Allan Smedemark tb Katastrofal byrjan á dystin, gjørdi at brekkan gjørdist sera tung. Men líka vid at comeback'id eydnadist! Upp á hestin aftur dreingir, og koyri á! fjepparin Úrslit skírisdag