Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-07, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. apríl 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. apríl 2015 · Nr. 39 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Sundalagsmenn vístu einaferð enn, at hóast stórt mannfall hevur verið í EB/Streyma hópinum í vetur, so eru teir ikki til at kneykra á heimavølli. EB/Streymur stóð saman við Giza/Hoyvík fyri mest óvæntaðu úrslitunum í áttandapartsfinalunum EB/Streymur er ikki at spæla við André Olsen Annan páskadag var fult umfar í kappingini um Løg­ mans­steypið. Undan dyst­ unum, sá uppgerðin við Margáir millum EB/Streym og KÍ, og uppgerðin í Gunda­ dali millum B36 og TB mest spenn­andi út, hetta tí at talan var um lið í somu deild. Dysturin millum NSÍ og FC Suðuroy var eisini mill­um lið í somu deild, men góða byrjanin hjá NSÍ, og ringa byrjanin hjá FC Suður­oy, gjørdu, at NSÍ var greið­ur favo­rittur undan tí dyst­ inum. Í hinum dystunum var lætt­ari at peika á greiðar favo­rittar. Við Margáir, har EB/ Streymur og KÍ spældu, vunnu sundalagsmenn heldur óvæntaðan sigur á klaks­víkingum, sum undan kapp­ingar­árinum hava styrkt sær væl um hópin, og sum hava eina ætlan um at blanda seg millum tey ovaru liðini í ár. Dysturin endaði við 3-2 sigri til EB/Streym, eftir at dyst­urin hevði bylgja aftur og fram í 90 minuttir. Tað vóru gestirnir úr KÍ, sum fyrst løgdu seg á odda í dyst­inum, tá verjuleikarin Sørmundur Kalsø var síðstur á bóltinum eftir horna­spark. Leif Niclasen og Arnar Dam syrgdu tó fyri, at sunda­lags­ menn fingu vent dystinum til sín fyrimun, tá teir við tveim­um málum stutt undan hálvleiki, fingu syrgt fyri, at EB/Streymur fór til hálvleiks við eini 2-1 leiðslu. Tað eydn­ aðist KÍ at javna tíggju min­uttir undan leikloki. Út­ javn­andi málið, skoraði KÍ áleyparin, Páll Klettskarð. Men fáar minuttir seinni, av­ gjørdi Brian Olsen fyri EB/ Streym, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdist at EB/ Streymur vann dystin 3-2. Eitt heldur óvæntað úrslit, tí munur hevur verið á fyri­ reik­ingum hjá liðunum undan kappingini. EB/ Streymur hevur havt eitt óvan­liga stórt fráfall í sínum hópi, har týdningarmiklir leik­arar eru farnir til onnur feløg, meðan KÍ hevur havt tilgongd av fleiri profilum. Tó vísti fótbólturin seg enn einaferð frá síni sjarmerandi síðu, við tað, at eingin dystur er avgjørdur, áðrenn hann er leiktur. Hitt óvæntaða úrslitið í kappingini um Løgmans­ steypið hendi í Miðvági, har MB úr næstbestu deildini, tók ímóti Giza/Hoyvík úr trið­bestu deildini. Hóast ein deild var á muni millum liðini, so var tó stórur munur, tá tíðin var farin um teir 90 minuttirnar. Giza/ Hoyvík úr triðbestu deildini vann sannførandi 3-0 á úti­ vølli móti MB. Millum mál­ skjútt­arnar hjá Giza/Hoyvík var ein fyrrverandi pro­filur í Effo-deildini, Ahmed Keita, sum í fleiri ár hev­ur drigist við skaðar, eftir at hann fekk ein álvarsaman knæ­skaða í 2010. Favorittarnir gjørdu sína skyldu Í flest øllum av hinum dyst­ unum, vóru tað favorittarnir, ið gjørdu sína skyldu. Í Gundadali, har B36 tók ímóti TB, vann B36 2-1. Stóri pro­fil­urin á liðnum hjá B36 var álopsleikarin, Lukasz Cieslewicz, sum í fyrra hálv­ leiki skoraði bæði málini hjá B36. Í Gøtu vunnu verandi steypa­vinnararnir úr Víkingi, sannførandi 4-0 sigur á niðurflytarunum úr B68. Álopsleikarin hjá Víkingi, Finnur Justinussen, fekk annan páskadag sítt næsta hat­trick innan heilt fáar dagar. Skírishósdag skeyt Finnur Justinussen øll fýra málini hjá Víkingi móti FC Suðuroy, og annan páska­dag skeyt Finnur Justinussen enn eitt hattrick í steypa­ sigr­inum móti B68. Seinasta mál­ið hjá Víkingi, skeyt ungi Magnus Jarnskor. NSÍ sá eina løtu út til at fáa ein lættan dyst móti FC Suðuroy í Runavík. Tá støðan tíðliga í fyrra hálvleiki, var 2-0 til NSÍ, fekk FC Suðuroy leikarin, Jón Krosslá Poulsen bein­leiðis reytt kort, eftir held­ur ófantaliga takkling, og tá tóktist spurningurin bert at vera, hvussu stórur NSÍ sigurin fór at vera. Men sigast má, at FC Suðuroy veru­liga mannaðu seg upp. Undir­mann­aðir, minkaðu FC Suðuroy um munin, soleiðis at enda­liga úrslitið gjørdist 2-1. Vóru suðuroyingar hepn­ ir, kundu teir saktans fingið dystin út í longda leiktíð. Í Sandavági spældu 07 Vestur og AB. Endaliga úrs­ litið av tí dystinum varð, at Myndir: Sigmar Mørkøre